Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Skála, tá ið Skála og Víkingur fara at spæla fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið fýra tey undanfarnu árini, meðan Skála enn ongantíð hevur verið í steypafinaluni.
Talan er um tvær hálvfinalur. Seinni dysturin verður í Sarpugerði mikudagin 15. juni. Reglurnar um mál á útivølli eru galdandi. Tí hevur tað stóran týdning fyri Skála at halda gestunum frá at skora mál í kvøld.
Leygardagin spældu Skála og Víkingur í landskappingini. Tá vann Víkingur 3-1 á Skála.
Á leiðini í hálvfinaluna hevur Skála vunnið 6-0 á Undrið og 2-1 á Giza Hoyvík. Í báðum førum vóru sigrarnir vunnið á útivølli.
Á leiðini í hálvfinaluna hevur Víkingur vunnið 3-2 á útivølli ímóti FC Suðuroy. Í fjórðingsfinaluni endaði tað 3-3 eftir longda leiktíð ímóti HB í Sarpugerði. Víkingur vann plássið í hálvfinaluni í brotssparkskapping.
Fyrra hálvfinalan millum KÍ og NSÍ verður í Klaksvík í morgin.
Fyrra hálvfinala
Skála-Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.00.