Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, sigur, at tað, sum í løtuni liggur fremst hjá kommununi, er miðbýarætlanin, sum verður projekterað og er hjá arkitektunum, og henda skal setast í verk skjótast gjørligt.
- Vit arbeiða eisini við einari nýggjari útstykking Uppi í Vestri, sum er niðan fyri annars nýggju útstykkingina í Vestmanna. Hetta er jørð, sum kommunan eigur, og her verður talan um eini 25 nýggj grundstykki, tá verkætlanin er liðug.
Ætlanin verður løgd fram tíðliga í heyst, og tá hon er samtykt, verður farið í gongd. Gongst, sum vit ætla, kunnu hesi 25 grundstykkini Uppi í Vestri verða klár at selja um eitt gott ár ella so.
Borgarstjórin sigur, at eini 15 fólk standa á bíðilista eftir grundstykkjum í Vestmanna.
- Okkurt einstakt grundstykki er eftir, sum byggjast kann á, men nú er neyðugt við einari nýggjari útstykking, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á fjarðastevnu í Vestmanna.










