minnast vit “sjórænara-søgurnar”, tí frásøguevnini hevði Álvur, sum fáur. Øll sótu vit pinnastill við stórum eygum og oyrum og lurtaðu, tá hann segði frá sjórænara-søgum. Hann dugdi so væl at gera [...] hava vit gingið mangar gongutúrar saman við Álvi í náttúruni kring Tvøroyri, har hann greiddi frá ymiskum, ið vit sóu á túrunum. Vit vóru millum annað í Hvannhaga, í plantaguni í Trongisvági og spákaðu [...] sera fevnandi sum lærari. Hann var góður við okkum øll. Haraftrat hevði hann framúr evni at læra frá sær, og hevur Álvur lært okkum nógv, bæði í føroyskum og enskum. Nevnast kann, at hann nýtti ymiskar
At fortelja og fáa fortalt var eitt sum honum dámdi væl, og fortaldi hann eisini um kynstrini hjá ymiskum monnum at fortelja, millum annað pápa sínunm Martin Joensen. Samdir vóru vit báðir at kynstri at [...] rósandi orð, tí hann var eisini greiður yvir, hvat hann gjørdi og hví. Men hann dugdi eisini at læra frá sær og hevði tol tá tol varð neyðugt, t.d. tá nýggir starsfelagar komu til. Einki skeld yvir feilir [...] At líka mikið, hvussu fólk vóru, so vildi hann altíð verða tað størra menniskja og síggja burtur frá feilum. Sínar egnu feilir kendist hann við og kom so við sínum forkláring, og hvat hann so royndi,
og mangir heimstrupuleikar loystir. Ofta hoyrdist láturin um alt havnarlagið, tá Anders segði frá ymiskum, ið hann hevði verið úti fyri. Anders var frásøgumaður sum fáur, og orðið hevði hann í síni hulu [...] hildið á at skriva um henda megnar mann. Men eg fari at takka tær Anders, fyri alt ið tú lærdi meg frá ungum árum av í lívsins harða skúla. Tað er mangan komið mær væl við seinni í lívinum, tá ein skuldi
eina langa grein, tí at heim teirra var tað staðið har í bygdini, sum eg kom oftast inn á vitjan. Frá smádreingi av og allan vegin upp ígjøgnum ungdóms- og manndómsárini, var næstan ikki dagur, at eg ikki [...] 1973-1974 gekk Jóa á skiparaskúla í Havn. Tá hann var liðugur, fór hann at sigla sum stýrimaður við ymiskum skipum, m.a. við Orion, Jupiter og Beinir. Jóa fekk sær konu úr Fuglafirði, Gudny, dóttir Judith
siti og skrivi, rennur mær í huga, tá vit sum børn hvørt leygarkvøld fingu nýbakaða kaku og mjólk frá mammu. Hetta gleddust vit yvir tí tað smakkaði so væl. Hvønn sunnudag fingu vit kjøt og sós, sunnudagssós [...] arbeiddi í vevstovuni, har hon vav toy til føroysk skjúrt, og eisini vav hon nógv viskustykkir í ymiskum litum. Hetta dámdi henni ógvuliga væl, tí har kom hon eisini saman við nógvum fólki. Hesi seinastu
at eg havi havt áhuga í familjuni og hendingum í gomlum døgum, var tú vanur við at greiða mær frá ymiskum. Meðan vit gingu hendan túrin, fram við Gjónni, fortaldi tú mær, hvussu bátarnir fyrr komu í land [...] var tá langabbi fortaldi ymiskar søgur frá Gjógv. Eg haldi at tað er tí, eg dámi so væl bøkurnar um Gjógv, sum abbi mín hevur skrivað, tí eg kenni okkurt aftur frá søgunum, ið langabbi mín fortaldi mær [...] fast pláss í Gjáar kirkju. Gólvið har hann hevði fastan sess, var blivið slitið upp. Hettar boðar frá, hvussu trúfastur hann var í kirkjuni. Eftir at hann var komin á ellisheimið, lurtaði hann eftir g
føroyska útisetaumhvørvinum í Keypmannahavn at Tórálvur bleiv ein kendur og sera væl umtóktur í samkomum av ymiskum slag. Hann var í 1968 við til at stovna Føroyskt Felag í Ballerup, sum skuldi vísa seg at blíva [...] onki annað virksemi at mentunarligum og veitslukendum var í Keypmannahavnarøkinum. Her, og seinni í ymiskum øðrum samanhangi, bleiv hann serliga kendur sum kvøðari og kvæðaskipari av Guds náði. Uttan at ganga [...] lág, ung sum gomul. Tað í donskum samanhangi stóra fylgið, tá hann seinasta leygardag varð borin út frá Holmens Kirke, bar prógv um at hann var nógv avhildin. Eg hevði ta gleði at vera ein av mongu vinmonnum
var her meira. Tá ið tú á Herlev sjúkrahúsi í september greiddi mær frá, at tú var byrjað at skriva brøv til døtrarnar og segði frá øllum tínum tonkum, fann eg ongi troystarorð, tað rakti ov meint. Men [...] Laura Ingalls frá “Det lille hus på prærien”. Eg kendi meg hepna, at okkara foreldur kendust frammanundan, tí tað gav mær ein ávísan framíhjárætt at fáa teg at sita við mína lið í skúlanum. Og frá fyrsta degi [...] Árið byrjaði við sorgarboðum úr Ikast um, at tú, kæra vinkona, var farin foldum frá bert 47 ára gomul. Boðini komu ikki heilt óvæntað, tí síðst í november fekk tú boðini um, at nú var eingin viðgerð at
børn. Um kvøldarnar, tá vit børn vóru løgst, segði hann ofta frá ymiskum tilburðum, bæði slíkum hann sjálvur hevði upplivað og somuleiðis frá gomlum døgum. Ofta sníktu vit okkum niður av loftinum at lurta [...] satt paradís fyri okkum børn. Í prestagarðinum samlaðust nógv børn úr grannalagnum, og har leiktu vit frá morgni til myrkurs. Inga mostir syrgdi fyri øllum. Var og er enn sera ófør í øllum. Torkil var ein [...] var so smittandi. Torkil var áhugaður í føroyskari list, serliga í myndlistini, og greiddi hann ofta frá henni. Eisini dámdi honum væl tónleik og sang og tað mátti vera í prestagarðinum, at vit fyrstu ferð
og organistur, líka til hann gjørdist sjúkur og ikki megnaði meir. Lærari var hann í skopunar skúla frá ungun árum, og var hetta eitt starv, hann røkti til fulnar. Sigurd var ein maður, sum ein altíð kundi [...] maður sum stóð inn fyri sítt orð. Minnast ta ferðina vit vóru í Danmark við manskórinum og sungu í ymiskum býum, har var tað aftur Sigurd sum fekk ein uppgávu, hesaferð var tað at skriva dagbók. Tað var eitt [...] vísti tú tað so dyggiliga undir hansara sjúkralegu. Tú var um hann bæði nátt sum dag, við góðari hjálp frá familju og vinum, sum Sigurd so oftani hevði á orði, tá vit vitjaðu. Eisini plagdi hann at siga, at