Var staddur til arbeiðis umborð á Ternuni, táið eg fekk boð um, at tað flaggaði í hálvari stong um allan Tvøroyrar bý. Síðani komu hesi ófrættaboð, at Anders var farin handan sýnina. Alt steðgaði upp eina góða løtu, áðrenn eg fataði tað.
Kom at kenna Anders á ungum árum, tá ið hann kom til Hvalbiar sum 26 ára gamal at dríva 50 tonsaran Norðlýsið.
Vit vóru nógvir ungir dreingir, sum fóru at hamast uppi í hesum so sera fryntliga og skilagóða manni, og fóru fleiri av okkum at rógva út saman við honum.
Nøkur ár seinni kom eg at sigla saman við honum sum stýrimaður við Fleyr, ein skitfiskabátur, ið hann og aðrir høvdu bygt saman, til hesa veiðu.
Og so aftur nøkur ár seinni komu vit at fiska nógv ár saman runt klettarnar, tó ikki við sama skipi.
Anders var ein sera fittur, róligur og hjálpsamur maður. Arbeiðsroyndirnar innan fiskivinnu hevði hann sum fáur, og óðansæð hvat tú spurdi hann um, gjørdi hann alt fyri at geva tær ta vitan, sum hann sat inni við.
Seinnu árini hevur Anders róð út við Sjófarinum, ið hann var so sera stoltur av og góður við. Og ikki eru tað smávegis rúgvur av fiski, ið hann hevur drigið til lands; ein fiskiklógv av teimum heilt stóru.
Tað var eitt satt upplivilsi at koma út í bátahylin, hvørja ferð ein kom suður í fríviku, og síggja hesa havsins kempu ganga og hjúkla um sín stoltleika: Sjófarið.
Har hava verið mangar hugnaligar løtur, og mangir heimstrupuleikar loystir. Ofta hoyrdist láturin um alt havnarlagið, tá Anders segði frá ymiskum, ið hann hevði verið úti fyri.
Anders var frásøgumaður sum fáur, og orðið hevði hann í síni hulu hond.
Men nú er tann gleðin eisini horvin, tómligt verður at koma út í bátahylin og vita, at hesin sjógarpur ikki kemur aftur á hesar leiðir.
Orð eru so fátæk, ein kundi hildið á at skriva um henda megnar mann. Men eg fari at takka tær Anders, fyri alt ið tú lærdi meg frá ungum árum av í lívsins harða skúla.
Tað er mangan komið mær væl við seinni í lívinum, tá ein skuldi taka avgerðir sjálvur.
Við hesum fátæku orðum fari eg at lýsa frið yvir minni um megnar mannin Anders Wiberg.
Somuleiðis við djúpastu samkenslu við tykkum, sum mist hava: Óluva, Oskar, Bodil og Maria og øll familjan annars.
Takk fyri alt, frægi frændi. Minnini goymi eg í mínum hjarta, til tann tíð kemur, har Tann, ið øllum valdar, letur okkum síggjast aftur hinumegin sýnina.
Hvíl í friði, frægi frændi.
----
Vinur tín Bjarki