Hernaðarligi bólkurin Hamas ákærir Ísrael fyri at hava dripið 70 fólk í Gaza leygardagin.
Tað boðar Hamas frá sambært BBC í eini fráboðan send á boðtænastuni Telegram, skrivar tíðindastovan Ritzau.
- Brutal álop síðani tíðliga um morgunin (í gjár, red.) hava havt við sær, at 70 fólk eru dripin. Harímillum kvinnur og børn, skrivar Hamas.
Ísrael fremur "ógvuslig brotsverk og dráp" móti palestinarum í Gaza, stendur víðari.
BBC skrivar, at fjølmiðlarnir ikki hava kunnað staðfest fráboðanirnar frá hernaðarliga bólkinum.
Ísrael hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til útsøgnina frá Hamas.
Leygarkvøldið boðaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, frá, at Ísrael var til reiðar at fremja fyrsta partin av eini friðarætlan, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt.
Samstundis skrivaðu ísraelskir miðlar, at politiska leiðslan í Ísrael hevði givið boð um at minka álopsvirksemið í Gaza í minsta lagi.
Sambært Times of Israel varð avtalað, at herdeildirnar á landi bert skuldu fremja verjuátøk.
Hamas skrivar í fráboðanini, sum BBC hevur sæð, at álopið leygardagin skal vera prógv um, at stjórnin hjá Netanyahu lýgur.
Hamas boðaði frá seint fríggjadagin, at tað var til reiðar at lata allar ísraelskar gíslar leysar sum liður í friðarætlanini hjá Trump. Samstundis boðaði bólkurin frá, at hann var sinnaður at samráðast nærri um smálutirnar.
Í friðarætlanini, sum tilsamans eru 20 punkt, stendur, at Hamas ikki má vera partur av eini komandi stjórn í Gaza.
Altjóða leiðarar sum franski forsetin, Emmanuel Macron, og bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, hava lýst fráboðanirnar frá bæði Hamas og Ísrael sum ein møguleika at taka avgerandi stig til frið í Gaza.