Minningarorð um langabba mín

Karl Jacob Sigvardsen

f. 27.02.1905 · d. 31.12.2007

Tað vóru tung boð at fáa nýggjársaftan, at tú góði langabbi ikki var millum okkum longur. Hóast tú var 102 ára gamal, var tað ringt at góðtaka, at Gud nú hevði tikið teg til sín. Tað var ikki til at fata, at eg ikki skuldi síggja teg aftur. Tú hevði jú verið ein partur av mínum lívi, alt tað eg minnist.


Tað eru ikki longur sorgartár, sum renna oman eftir kinnunum, men gleðistár, um hvussu nógvar góðar løtur, eg havi havt saman við tær. Tann dagin, tá tú skuldi fara til jarðar, gekk eg ein túr í bygdini, og tá komu øll minnini aftur. Eg gekk ein túr til Gjónna, og kom í tankar um tí ferðina, tá eg og tú gingu ein túr í bygdini. Eg havi tá verið um 12 ár. Av tí, at eg havi havt áhuga í familjuni og hendingum í gomlum døgum, var tú vanur við at greiða mær frá ymiskum. Meðan vit gingu hendan túrin, fram við Gjónni, fortaldi tú mær, hvussu bátarnir fyrr komu í land í Gjónni við fiski. Eg kundi ikki rættiliga ímynda mær, at tað bar til hjá útróðrarbátunum at koma í land har. Men tú dugdi so væl at forklára mær, hvussu alt hevði gingið fyri seg, at tað var skjótt eg hevði eina ímynding av, hvussu gjáarmenn høvdu borið seg at, við at fáa bátarnar í land.


Eg minnist, at eg segði, at eg var glað fyri at babba og abbi ikki skuldu sigla í so lítlum bátum, tí tað var farligt. Tá smíltist tú bara, og segði at eg hevði nógv at vera glað um. Meðan vit síðani gingu í bygdini, fortaldi tú um tann sorgardagin, tá sluppin Christine gekk burtur. Hvussu tú hevði mist bæði pápa og tveir beiggjar sama dag, og um hvussu tú síðani mátti hjálpa til í húsinum, sum elstur av systkinum. Eg bleiv sera bilsin, og segði at eg forstóð ikki, hvussu tey høvdu klára tað, tí at eg hevði aldrin klára tað, um eg misti bæði pápa mín og báðar beiggjar. Tú svaraði so, at eg hevði klára tað líka væl sum familja hansara, um eg hevði nóg stóra trúgv á Jesuspápa. Tí Jesuspápi var tann, ið gav okkum styrki í øllum, eisini í sorgini yvir teimum mistu. Tað er júst trúgvin á Harran, ið hevur hildið langabba uppi øll hesi árini. Eg forstóð ikki heilt, hvat hann meinti við tá, tí eg var ikki í iva um, at eg hevði aldrin komið yvir tað, um slíkt hendi fyri meg. Nú tá eg eri blivin eldri, eri eg klár yvir, hvat boðskapurin var. At einki er ógjørligt fyri Gudi. Tað eru fá, ið hava tænt Gudi so nógv, sum langabbi gjørdi. Langabbi og familjan, komu sum sagt út fyri somu lagnu, sum so mong onnur húski í Føroyum tá. At missa bæði pápa, brøður og synir. Men trúgvin helt honum uppi.


Hann var í kirkju hvønn sunnudag. Hevði fast pláss í Gjáar kirkju. Gólvið har hann hevði fastan sess, var blivið slitið upp. Hettar boðar frá, hvussu trúfastur hann var í kirkjuni. Eftir at hann var komin á ellisheimið, lurtaði hann eftir gudstænastuni hvønn sunnudag. Hansara hægsta ynski, á hansara 100 ára føðingardegi, var at sleppa í kirkju áðrenn døgurðan. Hetta ynski bleiv eisini uppfylt. Tað sást á honum, hvussu glaður hann var um hesa kirkjugongd. Tað frøddi hann, at síggja alla hansara familju sita í kirkjuni, har hann hevði verið so trúfastur at komið inn í. Bæði nýggjárini, meðan hann búði á Ellisheiminum, vildi hann sleppa í kirkju í heimbygdini á nýggjárinum. Sum næstan 102 ára gamal, fór hann allan vegin frá Runavík til Gjáar og heim aftur, bara fyri at sleppa í kirkju. Eitt ár seinni, um somu tíð, segði hann farvæl við hesa fold og slapp endiliga at vera saman við konu og soni sínum, Elisabet og Hans Jacob aftur. Sonin misti hann í 2007, og hettar var ein harður missur fyri hann. Tá vit vóru og vitjaðu nakrara vikur aftaná, snakkaði hann um, hvussu gott menniskja Hans Jacob altíð hevði verið. Tað sást á honum, hvussu keddur hann var um, at sonurin var farin áðrenn hann, men aldrin vildi hann hava, at fimiljan skuldi taka synd í honum.


Tað eru fá menniskju, ið eru líka blíð, fitt og skemtingarsom, sum langabbi var. Ja eg loyvi mær at ivast, um tað yvirhøvur er nakar á hesari fold, sum hevur sama lyndi, ið hann hevði. Hann vildi altíð hava, at vit hildu føðingardag fyri honum. Men hettar var ikki tí, at hann so fegin vildi vera feiraður, nei hettar var fyri at halda familjuni saman. Altíð vóru føðingardagarnir líka hugnaligir. Tað var ikki altíð, at man hevði so góðan hug, at fara í føðingardag, men man fór altíð atlíkavæl. Tí at síggja langabba, var nakað heilt serligt. Tí gleðist eg yvir, at langabbi fekk við, at summarhúsini við Gjógv blivu bygd. So visti hann, at familjan fer altíð at síggjast, tí húsini eru so tætt saman. Tað gleddi hann eisini, at familjan valdi at byggja summarhús við Gjógv - heimbygd hansara, ið hann var so góður við.


Barmaminni míni við Gjógv eru mong. Eg minnist enn, hvussu glaður langabbi var, tá vit børn komu inn um hurðina hjá honum. Altíð bjóðaði hann kaku og annað gott, foreldur okkara og ommur og abbar, hildu uttan iva mangan, at vit fingu í so nógv sukur, tá vit vóru har norði. Men langabbi segði, at tað bilti ikki, tí tað var ikki so oftani, at hann gav okkum okkurt leskiligt. Tað besta, sum eg fekk, var tá langabbi fortaldi ymiskar søgur frá Gjógv. Eg haldi at tað er tí, eg dámi so væl bøkurnar um Gjógv, sum abbi mín hevur skrivað, tí eg kenni okkurt aftur frá søgunum, ið langabbi mín fortaldi mær.


Eg plagdi at renna aftaná langabba, oman at geva seyðunum at eta, tá teir vóru inn í hoyggjhúsinum. Ta einu ferðina tordi eg ikki inn um gáttina og langabbi spyr um grundina, hví eg ikki vildi við. Tá svari eg, at eg var bangin fyri seyðatjóvunum, ið goymdu seg á hoyggjhúsloftinum. Langabbi fór bara at flenna, og segði so at hann mátti gevast við at fortelja mær allar hesar søgurnar. Fyrr um kvøldið, hevði hann fortalt um seyðatjóvarnar, sum vóru í gomlum døgum. Tá hevði hann eisini fortalt, at tey plagdu at siga, at teir goymdu seg á hoyggjhúsloftum. Av tí, at eg hevði eitt sindur at fantasi, helt eg, at seyðatjóvarnir eins væl kundu goyma seg har enn.


Eina aðru ferð var langabbi farin ein túr út at ganga. Av tí at babba og tey flettu, og mær aldrin hevur dáma at verið til staðar, meðan flett verður, fór eg ein túr inn til Fíu, systur langabba. Tá eg havi sitið har eina løtu og práta, hyggi eg eftir klokkuni og sigi mest sum fyri meg sjálva, at eg má heldur fara at leita eftir langabba, tí nú var so myrkt og klokkan var nógv, og eisini var hann blivin so gamal. Meðan eg sigi hetta, fer Fía at brosa, og biður meg koma at fáa mær ein køkubita, tí eg skuldi ikki vera bangin um langabban. Hann fann til hús og hóast hann var gamal, so var hann raskur sum fáur. Meðan eg siti og eti, kemur langabbi inn. Tá var hann komin eftir mær, sum avtalan var. Fía fortelur honum at eg var byrjað at blíva bangin um mín langabba, hann kíndi mær um høvdið, og segði, at tað var ein fittur tanki. Síðani fóru vit aftur til hansara. Hesi minnini eru bert fá av mongum. Øll vera tey tó goymd í mínum hjarta, tí tað eru minnir, ið eg fari at minnast alt mítt lív.


Tað munnu vera fá, ið ikki hava hoyrt meg tosa um teg góði langabbi. Tí altíð hevur tú verið nakað heilt serligt fyri meg. Eg og ein vinkona sótu ein dagin, stutt eftir jarðarferðina og snakkaðu. So kom eg at snakka um teg. Tá segði vinkonan, at henni dámar so væl smílið, og hvussu eyguni á mær lýstu upp, hvørjaferð eg fortaldi okkurt um Gjógv ella um langabba. Seinni sama dag, fortelji eg hetta fyri eini aðrari vinkonu, ið eg havi kent síðani eg var helt lítil. Hon svarar so, at tað var sannheit, at tað altíð hevur verið eitt bros frammi, tá eg havi fortalt um onkra hending í samband við langabba. Tað er av stoltleika, at eg fortelji mínum nærmastu og vinum um langabba, tí slíkur maður finnist ikki.


Til ervið segði ein kona, at eg mátti vera eitt av langabbabørnunum, tí eg líktiskt langommuni. Eg spurdi síðani babba, hvussu langomma hevði sæð út, og hann sigur so, at hon líktist mær. So langabbi, sjálvt um tú var gamal, so visti tú hvat tú segði, tí tú hevur mangan sagt, at eg minti um konu tína Elisabeth.


Góði langabbi, eg vil altíð goyma minnini um teg í mínum hjarta. Takk fyri at eg slapp at hava teg so leingi, tað er ikki ein og hvør, ið hevur sín langabba, so leingi sum eg havi havt. Tí eri eg sera takksom fyri, at eg fekk tann møguleikan.


Hvíl í friði. Altíð elskaður, aldrin gloymdur. 


Langabbadóttur tín Beinta V. Sigvardsen