At eg skuldi skriva eitt minningarorð so tíðliga, hevði eg ikki væntað. Mín ætlan var, at eg sum 60 ára gamal framvegis vitjaði Finnur og ringdist við hann. Men lívið gerst oftani øðrvísi og mugu vit tíanverri góðtaka deyðan, sum ein náturligan part av lívinum. At Finnur bert gjørdist 56 ár, er órættvíst og mugu vit bert góðtaka lívsins gongd.
Finnuri møtti eg fyrstu ferð, sum 20 ára gamal í Balslev. Fyrsta myndin av Finnnuri, sum ein friðarligur maður var skjótt brotin, tí her var ein maður, sum var glaður fyri lívið og hevði roynt eitt sindur av hvørjum. Sum hann, var eg eisini ein summaravloysari, og endaðu vit so við at verða tættir starvsfelagar í 10 ár. 10 ár har eg og Finnur kendust og eisini eftir hesi 10 ár hjá Balslev.
Tað er lætt at minnast aftur á okkara mongu løtur saman, og alt práti, kjaki, hugleiðingar, undraninar og fyri ikki at gloyma alt klandrið vit høvdu okkara millum.
Eg byrjaði bert 3 mánaðir áðrenn hann í Balslev, men skjótt fann eg útav at hesin maður, lá inni við nógvar praktiskari vitan, og einum ynski um at læra tað nýggja fakið hann var komin inn í. Hansara arbeiðsleið spenti vítt, sum unglingi hjá Thomas Dam, og síðani til sjós. Mong ár silgdi hann við farmi, og hevði hann eisini nógvar søgur at fortelja um sítt arbeiðslív. Havi sitið undir abba mínum og lurta eftir hansara søgum, og hevði eg mangan somu kenslu, tá eg lurtaði í andakt eftir søgunum hjá Finnuri. At fortelja og fáa fortalt var eitt sum honum dámdi væl, og fortaldi hann eisini um kynstrini hjá ymiskum monnum at fortelja, millum annað pápa sínunm Martin Joensen. Samdir vóru vit báðir at kynstri at fortelja søgur úr lívinum var eitt virðismikið kynstur at duga. Og báðir royndu vit at stremba eftir tí.
Men hvussu skal eg lýsa Finnur sum persón? Tì tað er beinavegin torførari. Lætt er at fortelja um avriki fólk hava framt, og hvørji úrslit tey eru komin fram til, men oftani er tað torført at finna inntil sálina hjá einum fólki, og ikki eru tað øll, sum vilja avdúka sína sál. Vil ikki siga at Finnur var ein sum gjørdi hetta beinleiðis, men vardi hann um sína persón. Men m.a. Bíblian sigur at ein kann kenna persóns trúgv útfrá hans verkum. Og somuleiðis trúgvi eg at ein kann síggja persónin gjøgnum hansara verk og útsagnir. So eg skal gera eina roynd at lýsa Finnur, sum eg upplivdi hann.
Finnur fyri mær var ein trúfastur starvsfelagi og vinmaður. Tað tók okkum tíð at koma inn á hvønn annan, men lærdi eg nógv um lívið gjøgnum hann. At arbeiða saman við Finnur var ein fragd, tí at hann arbeiddi ikki bara fyri sítt egna, men fyri fyritøkuna hann var hjá. Honum longdist ikki eftir at fáa rós, men var glaður um hann hevði megna at gjørt eitt gott arbeiði, og sum hann segði mangan, ”lønarseðilin og ein avgreidd arbeiðsuppgáva” var honum rós nokk. Ikki var tað neyðugt at fáa rósandi orð, tí hann var eisini greiður yvir, hvat hann gjørdi og hví.
Men hann dugdi eisini at læra frá sær og hevði tol tá tol varð neyðugt, t.d. tá nýggir starsfelagar komu til. Einki skeld yvir feilir, sum vórðu framdir, men tol og yvirberandi orð. Ótolni hevði hann eisini, og skeldaði eisini. Mangan trætuna høvdu vit um eitthvørt, ið skuldi gerast, var tað hann ella eg sum kom við einum uppskoti at loysa eina uppgávu. Hóast at bylgjurnar vóru høgar mangan, so virdu vit avgerðina hjá hvørjum øðrum og hartað var ikki. Arbeiði var arbeiði, og ein hjálpti hvørjum øðrum. Hansara tol rakk mangan víða, tí at hann setti eina æru í at kunna tosa við flest fólk. Veit ikki heilt, men tykist tað mær, sum at tað vóru fá hann ikki kundi, ella vildi tosa við. Hóast ósemjur og onkuntíð órættvísa viðgerð, bar hann yvur og helt áfram at tosa við fólk. Hann fortaldi um ein persón hann ikki vildi tosa við, og er tað stórt sæð einasta dømi eg kenni. Eg, sum ungur og kanska ov avgjørdur, kundi bert virða hesa avgerð Finnur hevði tikið. At líka mikið, hvussu fólk vóru, so vildi hann altíð verða tað størra menniskja og síggja burtur frá feilum. Sínar egnu feilir kendist hann við og kom so við sínum forkláring, og hvat hann so royndi, ella ikki royndi at gera.
Eftir lokna arbeiðsviku, dámdi honum væl at bert at seta seg niður heima og hugleiða um arbeiðsvikuna, hvussu hevði gingist og hví. Hugsaði at hevði eg duga og tíma tað sama, so kanska eg lærdi meira, men var hetta eisini ein eginleiki, sum eg sá í so nógvum hjá Finnuri, og eisini tað sum gjørdi at mær dámdi hann so væl. Tað at hugleiða. Ikki var hann altíð so bráður, sum vit aðrir vóru, og haldi eg, tað var, tí lívið hevði lært hann at hugleiða. Hugsa um tingini, og royna at viðgerað tey og finna røttu leiðini til tey áðrenn.
Dagmar, John Emil, Ása og mamman lógu honum serliga nær. Hann gleddist um børnini, og fortaldi mangan um tey og tað tey tókust við. Hóast at Finnur var ein HBari um ein háls, so fekk John Emil bert góð orð og stuðul í sínum spæli fyri B36. Sum eg hoyrdi Finnur fylgdi hann spentur við spælinum og royndi at koma til dystirnar hjá honum. At stuðla børninum var ein týðandi partur í lívinum. Alla familjuna hevði hann kæra, og slapp eg so eisini at heilsa uppá mammu hansara.
Eg kann bert ímynda mær, hvussu ræðuligt tað má verða hjá øllum tykum, systkin, børn, mamma, sum familja, nú tit hava mist Finnur áðrenn tíð.
Við Finnuri var tað hugni, ið var á skrá. Tær løturnar har prátað var um familju, skemtiligar søgur vórðu fortaldar, hugleitt um mangt og hvat, politikk, arbeiði, djór og hvat mat ein hevði roynt og hvussu hann skuldi hagreiðast. Manga telefonsamrøðuna høvdu vit, har vit bert tosaðu um mat í ein heilan tíma.
At missa áðrenn tíð fáa vit ikki gjørt so nógv við, men kunnu vit bert minnast um tað tíð vit høvdu saman. Eg kundi hildið áfram at fortalt tað eg minnist, og hvussu Finnur var og hvørja ávirkan hann hevði á sínar umstøður, tí tað hevði hann, men ein kann ikki fortelja alt, men vil eg bert enda við tí, sum eg haldi Finnur var í sini heild.
Seinanst eg sá Finnur frískan, var kvøldið fyri á sjúklingahotellinum í Keymannahavn, áðrenn at hann skuldi undir skurð fyri aðru ferð. Hann fekk stáplað eitt sjavsborð saman, og vóru vit so fýra íð spældu. Finnur skemtaðist sum vant, og var spentur um spælið. Soleiðis minnist eg Finnur. Sum ein, ið vildi spæla í lívinum, saman við teimum sum vóru rundan um hann. Lívið er ov stutt til at takast ov álvarsamt, so best er at hugna sær eisini, meðan ein ferðast gjøgnum lívið.
Eftir hesa løtuna møtti eg Finnur ikki fyrr enn nakrar fáar dagar áðrenn hann doyði eftir sjúkraleguna, og har vóru tey sum hann hevði kæran rundan um seg, familjan.
Finnur fyri mær verður altíð ein trúfastur arbeiðsmaður, kjakari, forteljari, hugleiðari, kortspælari og ein góður vinur, sum eg fari at sakna og minnast.
Vil lýsa frið yvur minnið um Finnur og takk fyri tey 14 árini vit komu at kennast.