Minningarorð um mín góða vin Jóannes (Jóa) Mikkelsen

f. 24/12-1951 d. 15/8-2008

At skriva minningarorð um ein, sum ein hevur fylgst við og hevur havt samfelag við, bæði til gamans og álvara, upp gjøgnum barna- ungdóms- og manndómsárini, fellur ikki lætt, men eg ynski at royna at festa á blað nøkur orð um mín kæra vin.


Tung vóru boðini eg fekk hendan morgunin, tá elsti sonur okkara ringir og sigur, ”Babba, Jóa er deyður.” Tað var sum at alt steðgaði upp, stóð sum negldur mitt á gólvinum eina góða løtu, hugsaði við mær sjálvum, tað kann ikki passa, tað er minni enn eitt døgn síðan, eg tosaði við hann, men spakuliga rann veruleikin upp fyri mær, settist hugtungur niður, royndi at rista hetta av mær, tí tað kendist so veruleikafjart og ikki er lætt at siga, hvat fer ígjøgnum eins høvur eina slíka løtu.


Jóa var úr Syðrugøtu, næðstelstur av fimm sytskjum, sonur Mariu hjá Sáru og Eiðis Hans Jacob, og Esmar, hjá Lenu og Jóannes á Lakjuni.


Eg skuldi havt allar fortreytir fyri at skriva eina langa grein, tí at heim teirra var tað staðið har í bygdini, sum eg kom oftast inn á vitjan. Frá smádreingi av og allan vegin upp ígjøgnum ungdóms- og manndómsárini, var næstan ikki dagur, at eg ikki var á gátt hjá teimum, væl at merkja tá eg var heima, tí arbeiði mítt bleiv eisini á sjónum.

Eg helt, at tað møguliga bleiv eitt sindur lættari at samla tankarnar um at skriva, tá ein tíð var fráliðin, men so er ikki.


Tað er ikki ein dagur, hvar hugurin ikki reikar aftur til tíðir, ið vit høvdu saman. Vit fylgdust upp gjøgnum skúlaárini í Gøtu skúla, mentust sum unglingar, fóru til skips, vóru saman við fleiri skipum og bátum, men tað kom eisini fyri, at vit ikki vóru við sama skipi; men vóru vit so heima í senn, vóru vit næstan altíð saman.


Árini 1973-1974 gekk Jóa á skiparaskúla í Havn. Tá hann var liðugur, fór hann at sigla sum stýrimaður við ymiskum skipum, m.a. við Orion, Jupiter og Beinir.

Jóa fekk sær konu úr Fuglafirði, Gudny, dóttir Judith og Grias Ellingsgaard. Tey fingu trý børn, Esmar, Guðrið og Anna Mariu, og tey kundu gleðast saman við fýra ommu- og abbabørnum.

Tey fyrstu árini búðu tey í Fuglafirði, fluttu so út til Gøtu í barnaheimið hjá Mariu, mammu Jóa, og búðu har til tey fluttu í síni egnu hús, sum tey høvdu bygt uppi í Tungu.


Lagnan er ikki altíð líka mild, tað máttu Jóa og systkini eisini sanna. Eftir drúgva sjúkralegu doyr mamma teirra 19. mars 1993, og longu tann 19. apríl sama ár doyði pápi teirra, sostatt var bert ein mánaði ímillum. Sum verða man er slíkt sera hugstoytt, tá sorgin og saknurin kemur, og ein kanska hugsar, hví hendir hetta meg ella okkum.

Men eg hugsi, at Skaparin hevur lagt hetta í okkum, at vit rokna ikki við, at vit sjálvi verða rakt, fyri at vit ikki skulu stúra frammanundan.


Abbi Jóa var bóndi, eftir hann tók pápi Jóa við festinum, og nú stóð so elsti bróðurin Frits til at festa, men hann ynksti at Jóa skuldi hava festið eftir pápan. So statt gjørdist Jóa bæði sjómaður og bóndi, men hann hevði góða hjálp í systkinabarni sínum Jóhan, sum røktaði fyri hann. Eftir at Jóa í fleiri ár hevði siglt sum stýrimaður, serliga við nótabátum, gjørdist hann skipari, og var hann millum annað skipari á Finni Fríða (fyrrv. Nýborg) og Tróndi í Gøtu, har hann var, til nú hann andaðist 15. august bert 56 ára gamal.


Tað er við kenslum, sum ikki kunnu sigast, at eg royni at festa hesar reglur á blað. Eg minnist so mangar løtur saman, har ið tosað bleiv um alt møguligt, um hvussu

familjukærur hann var, og hvussu hann elskaði síni kæru. Hann hugsaði ikki bert um dagin í dag, sjálvt um vit bert eiga ein dag í senn, nei hann hugsaði frameftir. Minnist einaferð hann segði, at hann ætlaði at lata sonin Esmar yvirtaka festið. Spurdi hann, um hann longu var keddur av at vera bóndi. Nei, segði hann, men Esmar hevur góðan hug til seyð og jarðarbrúk, og hann hevur góð evnir, kanska eitt sindur bráður og fortur, men tað skal nokk fara av honum við tíðini, og eg ætli mær ikki at vera ein forðan, men loyva honum at byrja, meðan hann er ungur. Soleiðis var hugsunarháttur hansara millum annað. Og hetta angraði hann ikki, tí Esmar sveik ikki tað álit, sum pápin hevði á honum.


Jóa var altíð klárur at hjálpa og geva øðrum burturav, tí sum hann átti. Mangur við mær kann takka honum fyri troyst og stuðul.


Vit kendu báðir til lívsins harða skúla við heimsins freistingum, men tað størsta av øllum og tað sum hevur týdning í hesum lívi og ikki minst í ævinleikanum, komu vit eisini at kenna. Hettar, at eiga frið við Gud ígjøgnum Jesusar fullgjørda verk á Golgata.


Gudda og Jóa fluttu oman í barnaheim hansara at búgva, tá foreldur hansara vóru deyð, og høvdu tey gjørt húsini í stand, so har var alt blivið sera snotiligt.

Nú komið er inn í oktober mánaða, tá hesar reglur verða skrivaðar, og skurðfjøllini blíva gingin, reika hugsanir mínar til tær mongu mongu løtur, har vit stóðu lið um lið og flettu, við hvørt einsamallir, aðrar tíðir fleiri, løtur sum standa prentaðar í sinnið.


Eisini eftir at vit fluttu til Danmarkar at búgva, høvdu vit samskifti millum heim teirra og okkara, og mangt gott hava vit notið av gávumildni teirra. Ongantíð fari eg at gloyma hendan mannin, sum gjørdist mín kærasti vinur. Til tykkum, systkin hansara, Frits, Petur, Sonja og Hans Jákup, Harrin signið tykkum og styrki tykkum.


Gudda, Esmar, Guðrið og Anna Maria, tit hava mist ein kæran mann og pápa sum elskaði tykkum, og abbabørnini ein abba sum elskaði tey. Men minnist til, at Hann, sum sendi boð eftir Jóa og tók hann heim í dýrdina til Sín, eisini hevur samkenslu við tykkum í sorg tykkara, Harrin Jesus, sum hevur lovað at verða við okkum allar dagar líka til enda tíðarinnar, Hann vil eisini troysta og styrkja tykkum.


Við hesum fátøku orðum ynski eg at lýsa frið yvir minnið um mín kæra vin Jóa.


Sámal.