sjón fyri søgn. Eingin kappróðrarbátur er í løtuni so sannførandi, sum Erla Kongsdóttir við kvinnum er tað. Á norðoyastevnu var talan um sannførandi sigur, og aftur í dag var tað sannførandi. Tíðirnar siga [...] sannførandi hesa ferð. Tað vóru tólv sekund frá tí, at tær úr Fuglafirði í ljósagrøna bátinum fóru um málið, og inntil Havfrúgvin úr Vestmanna, sum hesa ferð var næstfremst, kom á mál. Á norðoyastevnu var Erla
Nakað fyri midnátt í gjárkvøldið varð stór innrás av politistum í Vestmanna. Fleiri politibilar og løgreglufólk fóru í eini hús at rannsaka tey og Jón Klein Olsen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni [...] ein 44 ára gamal maður í skuldsettur í málinum. Hann er ein gamal kenningur hjá løgregluni. Hann er eisini skuldsettur fyri at hava hótt politistar og tað skal hann í rættin fyri í dag. [...] løgregluni, sigur at í húsarannsóknini varð hald lagt á 14 skunkplantur og 13 gróðurkvistar, tað eru spírar, sum er klárir at planta. Samstundis varð hald lagt á ymisk amboð, sum eru brúkt í hesum sambandi.
unninum í Liverpool, skipar Liverpool Føroyar fyri einari innandura fótbóltskapping fyri fjepparar hjá teimum ensku fótbóltsfeløgunum í Føroyum. Kappingin verður í ítróttarhøllini í Vestmanna, leygardagin [...] Liverpool-spælaranum Jamie Carragher. Grunnurin stendur fyri vælgerandi arbeiði millum børn og ung í Liverpool. Fjepparar hjá teimum ensku fótbóltsfeløgunum kunnu melda seg til innandura fótbóltskappingina [...] nógvari sosialari samveru, samstundis sum peningurin, ið inn kemur fer til eitt gott, vælgerandi arbeiði í Liverpool.
Tvær dystir vóru í Atlantic Airways deildini í dag. Kyndil vann 25-23 á VÌF í Vestmanna, og StÍF vann 24-16 á Neistanum í Havn. Í práti við Hilmar Jan Hansen fegnaðist kyndlavenjarin, Bárður Johannesen [...] gjørdu við Levi Nybo hjá StÌF og Mikkjal Hansen hjá Neistanum, sum vóru tveir brandar í málunum hjá sínum liðum í dag.
Í kvøld, 12. mars klokkan 20, verður fyrilestur um K. O. Viderø og ritverk hansara í Vestmanna kirkju. Fyrilesturin snýr seg um tvídráttin millum øðrumegin at vilja vera prestur og hinumegin vilja vera [...] ferð um allan heim. Um at vilja hoyra til í Føroyum, men ikki støðast í Føroyum: Eg lúki eygunum aftur... eg finni til einkis, eri einans á ferð - - - inn í sólina sjálva. Tað bar sjálvsagt illa til [...] mundi enda galið. Men eftir Viderø liggja sjey bind við ferðafrásagnum. Bergur Djurhuus Hansen, sum í løtuni skrivar Ph.D.-ritgerð um K.O. Viderø, heldur fyrilesturin.
Í kvøld klokkan 20 letur ein listaframsýning upp í Glyvra kirkju. Tað er Astrid Andreasen, listakvinna, ið sýnir fram. Dánjal Petur Højgaard fer at siga nøkur orð um listakvinnuna. Í sambandi við list [...] kaffimuður verður einsini at fáa. Um verkini hjá Astrid Andreasen kann sigast, at tey hava røtur í fólksligu listini í Føroyum, eini siðvenju, ið byggir á einfeldni og fáar staklutir, men hóast hetta eru fleiri [...] røðir av frímerkjum. Umframt hetta hevur hon eisini gjørt altartalvuna, Lívsins træ (2005) til Vestmanna kirkju.
Bygma Balslev seg í finaluna, og núðstani í dag, 20. mai var hin hálvfinalan, har SPEKT og TRYGD møttust. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hálvfinaluna millum SPEKT og TRYGD. Finalan í Firmakappingini [...] klokkan 14.15. Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri [...] fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
tá SPEKT og Bygma Balslev møttust í finaluni í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1 fyrr í dag. Liðini fingu seks spurningar í part, og tað var ikki fyrrenn í tí 12. og seinasta spurninginum, at [...] vann Firmakappingina í 2020. Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff [...] "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.
Í kvøld fer Rás2 í holt við at siga frá hondbólti, og sagt verður frá trimum dystum í kvøld. Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá trimum dystum í kvøld. Sagt verður frá VÍF-Neistin, kvinnur klokkan [...] klokkan 18.30, og frá VÍF-Neistin, menn, báðir dystirnir verða spældir í Vestmanna. Sagt verður eisini frá KÍF-H71, menn í Kollafirði. Báðir mansdystirnir byrja klokkan 20. Øll kunnu lurta við eftir dysta
Listaframsýningin letur upp í Sirkusi í Vágsbotni í Havn í kvøld klokkan 20. Talan er um frumframsýning hjá ungu listakvinnuni Kirstin Helgadóttir úr Vestmanna. Kirstin hevur fingist við list seinastu [...] seinastu fýra árini og flytir seinni í ár til London at lesa grafiskt design. Í byrjanini var listin at rokna sum ítriv, men seinasta árið hevur Kirstin arbeitt meira miðvíst við sínari list. Á framsýniningi ber