Tíðirnar siga tað, og tað er sjón fyri søgn. Eingin kappróðrarbátur er í løtuni so sannførandi, sum Erla Kongsdóttir við kvinnum er tað.
Á norðoyastevnu var talan um sannførandi sigur, og aftur í dag var tað sannførandi. Tíðirnar siga, at tað var uppaftur meiri sannførandi hesa ferð. Tað vóru tólv sekund frá tí, at tær úr Fuglafirði í ljósagrøna bátinum fóru um málið, og inntil Havfrúgvin úr Vestmanna, sum hesa ferð var næstfremst, kom á mál.
Á norðoyastevnu var Erla Kongsdóttir tiggju sekund frammanfyri Teistan.
1 | Erla Kongsdóttir | 05:48.22 | ||
2 | Havfrúgvin | 06:00.16 | ||
3 | Teistin | 06:05.17 | ||
4 | Blikur | 06:18.22 |