ferð á. Tað hevur tikið drúgva tíð at finna felags stev, men eisini tað gongur framá. Lærarar hava ymiskan uppruna og roynt verður at gagnnýta hetta ríkidømið á bestan hátt. Dentur verður lagdur á samanspæl [...] vóru jólakonsertirnar. Próvtøkuroyndir við The Associated Board of Royal Schools of Music vóru hildnar á øllum stigum í november. Føroysku næmingarnir sýnast at verða ájavnir við næmingar í framkomnum londum [...] samanspæl, og tað endurspeglar ljóðførisbýtið á ymsu plássunum. Ljóðførisbólkarnir eru træ- og messingblásarar, strúkarar, ljómborð, gittar, slagverk og sangur. Aftrat hesum er frálæra í teori, hoyrilæru og
sera nógv til. Ingrid Petersen vísir á, at tá hon var barn, høvdu tey altíð ræst kjøt á jólum. - Men, tá maðurin og eg búðu í Danmark, meðan eg las, ótu vit altíð dunnu á jólum, og tað hava vit gjørt síðan [...] velja at flyta. Borgarstjórin vísir á, at tey í bygdaráðnum hava kjakast nógv um, hvussu hetta kann gerast. - Ein trupulleiki fyri tey, sum ynskja at seta búgv á bygd er, at tað er so trupult at fáa lán [...] bygdaráð hevur brúkt nógva orku upp á at gera ætlan fyri dagføring og nýgerð av spæliplássi og spælivølli. Staðseting hevur verið ein avbjóðing, men tað er komið upp á pláss nú. So komandi ár fara vit at
okkum heldur fara út í kaffistovuna. Her er so trongligt«, heldur hann og biður á vegnum eitt av handilsfólkunum fáa hendur á nøkrum rundstykkjum og kaffi at bjóða blaðmanninum. Rodmund Nielsen greiðir frá [...] halda snøri. Hann plagar vanliga at fara eystur um, sigur hann. Er best kendur á leiðunum kring Mjóvanes, Nevið og inn á Lambavík. Enn er hann ongan dag komin krøktur aftur, letur hann at, og ikki eru [...] loysn fáast á. Havnarlagið er avgjørt berandi ásurin í kommununi, og tá umstøðurnar bara vera gjørdar góðar har, koma íløgurnar av sær sjálvum, er nýggi borgarstjórin sannførdur um. Og skúlin skal raðfestast
men akkurát, hvussu hetta tilboðið verður, veit hann ikki. Hjálpin hvarv Fyrr var støðan tann, at Skúlin á Trøðni hevði ein dagstovn til børn við serligum tørvi í barnagarðsaldri. Har vórðu børnini ansað [...] tilboðið til børn við serligum tørvi eisini niðurfyri. - Tann stóri trupulleikin var, at dagstovnurin á skúlanum á Trøðni varð niðurlagdur uttan at eitt annað tilboð varð sett ístaðin. Hans Pauli Strøm heldur [...] sum høvdu brúk fyri tí. - Tað er eyðsæð, at tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at tilboðið á skúlanum á Trøðni varð tikið av, uttan at nakað annað varð klárt at seta ístaðin. Landsstýrismaðurin sigur
skvinna í skúlamálum og Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi, hava sagt, fleiri serflokkatilboð fara at koma um landið. Venjingarskúlin í Havn, nú Skúlin á Fløtum, hevur longu havt ein tílíkan serflokk í [...] - Eiðis skúli og Skúlin við Streymin hava leingi strongt á at fingið ein serflokk, so vit vóna inniliga, at vit verða millum tey økini, sum standa fyrst fyri tørni, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis [...] skúlaskipanini vegna atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikar. Hvar serflokkurin skal halda til, á Eiði ella við Streymin, er undirorðnað, sigur Tom Joensen. - Staðsetingin er ikki umráðandi, bara s
Á fundi í bygdaráðnum mánadagin varð samtykt, at henda ætlanin skal setast í verk næsta ár. Verkætlanin verður fíggjað við eini eykajáttan í ár, og eini játtan uppá 4,5 mió krónur næsta ár. Upprunaliga [...] skipa byggingina soleiðis, at Musikkskúlin kundi húsast í kjallaranum. Men samtykt varð, at hesin skúlin fær hølir í verandi skúla. Tá málið kom til atkvøðugreiðslu var tað einmælt samtykt. snorri@sosialurin
úr Norðurlondum. Stjärnbilderne er ein tónleikabólkur við fimm musikalskum ungdómum frá vísulinjuni á Norðurlendka Fólkaháskúlanum í Kungälv. Tey framføra norðurlendskar vísur, bæði egnar framleiðslur og [...] sangleikinum Fame, sum næmingar í Stundentaskúlanum framførdu fyri tveimum árum síðani. Vísubólkurin fer á konsertferð tvær vikur í mars, harav fyrsta vikan verður í Føroyum, síðani til Danmarkar og til endans [...] Kunningarstovan í Nólsoy kl. 16 Mánadagin 3. mars: Virkishúsið í Klaksvík kl. 20:30 Týsdagin 4. mars: Skúlin í Porkeri kl. 19 Mikudagin 5. mars: Posthúskjallarin kl. 20 Hósdagin 6. mars: Ungdómshúsið ”Staðið”
peningurin stóð á ymsum konti, og at beinleiðis kontan til skúlan var so lá, sum Ingun Simonsen førir fram, men tað stóð so ongantíð á at fáa pening. Hann sigur, at veruleikin er, at Skúlin í Skopun var so [...] uttaneftir sum syrgdu fyri tí. Skúlin broyttust so óemtaliga nógv hesi árini, so nógv av tí gamla var ónýtiligt, samstundis sum teldurnar komu. ? Tað hevur heldur aldrin staðið á at fáa kommununa at fíggja [...] ið hon ferð eftir ferð framførir í bløðnum, nógv hon hevur gjørt fyri skúlan og, hvussu aftaliga skúlin var, tá ið hon kom. ? Tá ið eg kom har, var m.a. Niels W., Poulsen har og hann var heldur ikki hvør
Vísindavøka Umboð fyri Nám og Granskingarráðið vitjaðu týsdagin 27. august Kvívíkar skúla. Allur skúlin var samlaður í miðhøllini, tá kunngjørt varð, at allir fimm bólkarnir í Kvívíkar skúla, ið høvdu [...] halda okkum síggja, at tit veruliga hava arbeitt væl saman í bólkunum, at tit hava kannað ymisk evnir á ymiskar mátar. Nógvu myndirnar, tað ofta stuttliga skrivingarlagið og ikki minst eisini video-filmarnir
møguleikar, og hvat ein kann í Suðuroynni. Hóast skúlin er ein lopfjøl til víðari lestur, og harvið av oynni og út í heim, so hevur tað eisini týdning at vísa á, hvat ein kann her í oynni, sigur nýggi rektarin [...] Dagfinn Olsen Rósa Heinesen hevur tikið við sum rektari á Miðanámi í Suðuroy. Enn er hon nýggj í starvinum, men hon hevur ætlanir og hugsjónir. -Hetta er spennandi avbjóðing, tí hetta er hægsti útbúgv [...] longu næmingar, ið koma aðrastaðni frá, tí vit hava jú Heilsuskúlan her í húsinum, minnir Rósa Heinesen á, og hon hevur í sínum framtíðarhugsjónum ikki gloymt eitt ynski, sum hevur verið frammi fleiri ferðir