Regin av Steinum
----
Nú 2013 er farið aftur um bak, eru myndakalendararnir frá í fjør tiknir niður og kanska burturbeindir, tó er orsøk at steðga eitt sindur á við myndina fyri august í Føroya Mynadakalendara 2013. Áskriftin er Signabøur/Oyrareingir, men tað, sum sæst á myndini, hevur altíð itið Inni í Firði (í Kollafirði), og hongur saman við tí, at fyrr var bygdin í tveimum: Úti og Inni í Firði. Øll Líðin og meira til lá tá óbygd.
Áðrenn meira verður sagt um evnið, haldi eg tað vera rætt at nevna eitt sindur um staðanøvn og skeltini, sum almennir stovnar hava sett upp tey seinastu árini. Í bókini Fólk og hús á Velbastað eftir Leon Andreassen, og sum Eyðun Andreassen hevur lagt til rættis, stendur nakað soleiðis: Tað var Jóannes í Búðini, sum á fundi í Sólarmagni 1912 reisti spurningin um at fara undir at savna føroysk staðanøvn. Savnaði vórðu staðanøvn kring alt landið, og serliga vóru lærarar, ið tóku á seg at savna. Og arbeiðið endaði við, at fleiri túsund staðanøvn komu í staðanavnasavnið á Fróðskaparsetrinum. - Nýggja tíðin krevur skelti í bygdum og býum, so at postmenn, sjúkrabilar o.o. skulu finna og ikki villast.
Tað tykist vera ógvuliga ymist, hvussu farið er fram, tá ið avgerðin um uppsetingina er tikin. Nógvastaðni hava tey lagt stóran dent á tað sakliga og søguliga, men so er als ikki allastaðni, og úrslitið kann tá gerast rættiliga margháttligt. Skeltini, sum jú umboða einhvønn myndugleika, hava tað við sær, at fólk, sum ikki vita betur, halda, at hatta er tað einasta rætta, ja sannleikin, og tá kunnu skeltini virka beint ímóti nevnda innsavningararbeiðinum. Sjálvandi ber ikki til at varðveita øll nøvn við skeltum, men tá ið eitt skelti verður sett upp, skal tað, ið hvussu so er, vera rætt og satt og ikki vera eitt áhaldsi fyri persónlig áhugamál. Ofta verða vit, sum rætt er, mint á ríka arvin, vit eiga í móðurmálinum, sum vit øll - hvør í sínum lagi – eiga at hjúkla um og røkja, men staðanøvnini eru so sanniliga eisini mentanararvur frá ættarliðum, ið undan fóru. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið kort skulu verða gjørd, má rættleikin í navnatilfarinum setast í hásætið. Privat áhugamál og óheimilaðar snaringar eiga á ongan hátt at sleppa framat har.
Áskriftin átti at verið: Inni í Firði í Kollafirði. Uttast høgrumegin síggjast bóndahúsini (býlingurin) á Signabø, innast høgrumegin eru bóndahúsini (býlingurin) á Oyrareingjum, og beint yvir av teimum hinumegin ánna er á Heyggi. Hesin garðurin er sum kunnugt tikin til royndarstøð, og eina tíð var hann embætisgarður landskirurgsins. Uttast vinstrumegin kemur Langasandur við havnarlagi undan, og har hava kollfirðingar o.o., bæði kvinnur og menn, ung og gomul, í eitt langt áramál vunnið sær manga krónuna á ymsum arbeiðsplássum. Beint hinumegin er tann nýggja bryggjan undir Oyrareingjalandinum So við og við eru hús komin (á traðir) fram við vegnum, ið einaferð var bygdarvegur burturav, men nú (fyri tað mesta) landsvegur, sum sunnanífrá kemur úr tunlinum; og beint oman á tunnilsmunnan gongur Hórisgøta. Fjallið er Kambur. Dalá rennur møk og ringir seg í stórum buktum á slættanum. Vit síggja tvær stórar brýr um ánna, og tvær eru afturat frammanfyri. Vegurin um niðastu brúnna, Stóru Brúgv, sum er gjørd heilt av nýggjum fyri fáum árum síðan, gongur mitt tvørtur um Hólman (og Lítlu Brúgv). Navnið kemur av tí, at í fyrr rann áin í tveimum. Hesin vegurin hevur, sum vituligt er, altíð itið Hólmavegur, skúlavegur okkara aðruhvørja viku, og eg haldi, at hann skal fáa tað rætta og sjálvgivna navnið aftur. Tað er ikki meira enn rímiligt. Við hin endan, har vegurin greinar seg inn á Oyrareingir og út á Signabø, stendur eitt hvítt hús (vindeyga í galvinum). Tað var skúlastovan Inni í Firði.
Her eru nakrar heimildir, sum styðja tað, eg royni at siga:
Jørgen Jørgensen Landt (1752-1804) var prestur í Norðurstreymoy1791-98, og í 1800 kom bók út eftir hann við heitinum: Forsøg til en Beskrivelse over Færøerne. Á s. 29-30 nevnir hann sum fyrstu bygdina í Norðurstreymoy Kollafjørð og byrjar á Kjalnesi, náðinsgarðinum, sum hann jú eisini sat við, og so nevnir hann býlingarnar inneftir. Hann dvølur við Sjógv (konan var systir sjóvarbóndans) og er hugtikin av lendinum omanfyri, sum man vera Beitið, tey kalla. Kirkjan er í ringum standi, og heldur fram: “De øvrige Pladser eller Gaarde ved dette Bøjgdelag ligge dybere inde i Bugten, og disse ere Heggji, Ørerange og Signabøe;...Heele Bøjgden har 24 Familier og 55½ Mark Jord.” Hvussu mundu ella skuldu vit sagt hatta “inde i Bugten” á føroyskum?
J. C. Svabo skrivaði í Indberetninger ...fra 1781 og 1782, at í Kollafirði eru 8 býlingar, og teirra millum eru á Heyggi, Signabøur og Oyrareingir.
Í Fólkateljingini í Føroyum 1801 (Heini Madsen á forlagnum Skúanesi 1989), stendur, at tað vóru 26 húski, tilsamans 134 fólk. Manntalið tá fevnir um alla bygdina, eisini teir tríggjar býlingarnar Inni í Firði. Um tvey húski eru á hvørjum hesum trimum gørðunum. Her er heilt greitt talan um garðar (býlingar) og ikki bygdir!
Í bókini Lív og Lutir, frásagnir úr Hoyvík og av Hvítanesi eftir Janus Mohr eru bandaðar og seinni avskrivaðar frásagnir frá Olafi Mohr (1885-1969), faðir Janus Mohr. Bókin kom út 1974. Har stendur á bls. 100: “Tveir bátar eru burturgingnir í Hólmasundi. Ein gekk burtur í gamlar dagar – ein innanfjørðsbátur. Innanfjørðsmenn rópa teir Signabøsmenn, Oyrareingjamenn og teir, inni á Heyggi búðu.”
Ein áhugaverd heimasíða er kortal.fo, sum gevur eina tíðarmynd frá árinum 1900 viðv. búsetingini o.ø. í Kollafirði, og har finst eisini ein rúgvu av staðanøvnum.
Á Landsskjalasavninum var funnin avskrift av nevndaráliti í løgtingsmáli nr. 15/1929: Skúlahús í Kollafirði. “ Í brævi dagsett 30. mei í ár biðjur Kollafjarðar sóknarstjórn tingið um at útvega studning til eina skúlastovu inni í firði í Kollafirði. Við umsóknini fylgir hvørki tekning ella kostnaðarætlan; men upplýst verður, at inni í firði eru 14 skúlapligtug børn; at har er leigað ein stova – av stødd ca. 25½ m3 – at halda skúla í og at eingin størri stova kann fáast til leigu; at ætlanin er at fáa eitt annanlæraraembæti í Kollafirði, so at skúlagongdin – eisini inni í firði – kemur at verða meira; at stovan, ið higartil er leigað, verður nýtt avhúsfólkinum, tá ið ikki skúli verður hildin, og at ikki er væntandi, at stovan kann fáast til láns, um skúlagongdin verður meira. Sóknarstýrið hevur hugsað sær, at hóskandi stødd til eina nýggja skúlastovu er henda: (5m x 4½m og ca. 3 m høg) 67 m3 mátað innan, umframt eina gongd og eitt lítið rúm til lærarans.”
Kenslumálanevnd løgtingsins biður so um, at málið verður betur fyrireikað; tað gongur so sína gongd, og um heystið 1934 var skúlastovan Inni í Firði liðug og í brúki, til tann nýggi skúlin í Innibø úti við Sjógv stóð liðugur í 1970. Nú eigur ítróttafelagið KÌF skúlan. (Gevið gætur, at her kemur ósamsvarið millum barnatalið tá og tað, sum nú við skeltum og Telefonbókini, tíðindaflutningi o.ø. skal vera Inni í Firði, rættiliga undan kavi.) Nóg mikið við heimildum á hesum sinni, men tað ber saktans til at koma við fleiri. Nyttar at gera vart við seg, ella verður tað sum hjá jútanum: A benækter fakta?
Nógvir kollfirðingar hava, sum væl skiljandi er, verið rættiliga misnøgdir við skeltini runt um í bygdini, men nú ljóðar, at Tórshavnar kommuna skal hyggja upp á málið, og tað gevur vón um, at mistøk verða rættað, men tað verður at kalla ikki nortið við tann størsta spurningin í øllum hesum málinum: Tað tykist vera ein rættiliga sterkur, radikalur vilji til staðar at skekla sunnara fjarðararmin burtur úr bygdini. Kollafjørður var ikki meira enn gott og væl komin upp í Tórshavnar kommunu, so verður kunngjørt fyri almenninginum í faldara frá Snarskivuni á Vaglinum, at bygdin ikki longur er ein eind, men trý øki við so og so nógvum íbúgvum (og við rætti til kommunalt jólatræ?). Hvat hevur hetta at týða? Hvør hevur biðið um hesa sundurbýting, og hvør stendur aftan fyri hesa fáfongd? Hvat er grundarlagið undir hesum leiki? Havi nýliga lisið einastaðni, at tá ið mynduleikar vilja hava broytingar, so skulu teir samstundis greiða borgarunum frá, grundgeva, hví hesar broytingar skulu fremjast; tað er eyðvitað fyri at forða maktmisnýtslu. Ofta verður rópt upp á gjøgnumskygni, hvussu er vorðið við tí her? Og hevur kommunan og aðrir almennir stovnar annars eisini rætt til av sínum eintingum at pilka við bygdareindina upp á handa mátan? Hvussu er tað við gomlum avgerðum, fordømum, siðvenjum og heimildum í bygdini og stóru sandsakini frá 1960- unum? Sum støðan í kommununi er nú, er tað politiskt neyvan til gagns fyri kollfirðingar, at bygdin fer í trý, nú tey flestu skilja, at størri eindir er rætta leiðin fram.