Tónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Komandi dagarnar sleppa føroyingar at hoyra norðurlendskar vísur, framførdar av ungum evnaríkum sangarum úr Norðurlondum. Stjärnbilderne er ein tónleikabólkur við fimm musikalskum ungdómum frá vísulinjuni á Norðurlendka Fólkaháskúlanum í Kungälv. Tey framføra norðurlendskar vísur, bæði egnar framleiðslur og traditionel løg.
Ein av limunum í bólkinum er føroyska Edith Dahl Jakobsen, sum nógv munnu minnast frá høvuðsleiklutinum í sangleikinum Fame, sum næmingar í Stundentaskúlanum framførdu fyri tveimum árum síðani.
Vísubólkurin fer á konsertferð tvær vikur í mars, harav fyrsta vikan verður í Føroyum, síðani til Danmarkar og til endans Skåne í Svøríki.
Tey fimm ungu, sum framføra eita: Gabriella, Jac, Timothey, Ida og Edith.
Skráin fyri almennu konsertirnar er hendan:
Sunnudagin 2. mars: Kunningarstovan í Nólsoy kl. 16
Mánadagin 3. mars: Virkishúsið í Klaksvík kl. 20:30
Týsdagin 4. mars: Skúlin í Porkeri kl. 19
Mikudagin 5. mars: Posthúskjallarin kl. 20
Hósdagin 6. mars: Ungdómshúsið ”Staðið” í Vestmanna kl. 20