Skúlastríð
Skopun: Tað kann ikki vera rætt, at Ingun Simonsen skal hava alla æruna fyri at hava gjørt skúlan í Skopun til ein nýmótans skúla.
Jógvan Adolf Johannesen, sum var fyrstilærari í Skopun í 27 ár undan Ingun Simonsen, heldur lítið um, tá ið hon ferð eftir ferð framførir í bløðnum, nógv hon hevur gjørt fyri skúlan og, hvussu aftaliga skúlin var, tá ið hon kom.
? Tá ið eg kom har, var m.a. Niels W., Poulsen har og hann var heldur ikki hvør sum helst.
?Men tá ið Ingun Simonsen ferð eftir ferð førir fram, hvussu illa fyri skúlin í Skopun var, tá ið hon kom til, er hetta samstundis ein skuldseting ímóti okkum, sum undan fóru um at hava vanrøkt skúlan og tað haldi eg ikki er rætt.
Jógvan Adolf Johannesen sigur, at tá ið hann kom, vóru tvær skúlastovur í erva og ein í kjallaranum, men hann fekk so eina skúlatovu afturat. Harafturat var alt skúlaøkið sprongt út og asfaltera, nýtt skúlalað gjørt, trøð vórðu plantað og alt varð innistikað við høgum stiki.
? Tað, sum er bygt út, síðani hon kom, er at fýrrúmið er flutt út um, so at hon hevur fingið skrivstovu.Tað er eisini rætt at eitt wc er gjørt afturat teimum fýra sum vóru frammanundan. At so tvey vóru oyðiløgd av herverkið, er ein onnur søga og tað
Jógvan Adolf sigur, at tær broytingar. sum eru gjørdar í skúlanum, er komnar av nýggjum krøvum, sum eru settar skúlunum og krøvini høvdu eisini verðið sett í verk í Skopunar Skúla, antin Ingun var lærari ella ikki.
? Tað haldi eg er nakað nógv avgjørt at taka sær æruna av tí, tí tað vóru krøv uttaneftir sum syrgdu fyri tí. Skúlin broyttust so óemtaliga nógv hesi árini, so nógv av tí gamla var ónýtiligt, samstundis sum teldurnar komu.
? Tað hevur heldur aldrin staðið á at fáa kommununa at fíggja undirvísingartilfar, útgferðir og aðrar útreiðslur til skúlan og tær nýggju bøkur, sum komu, vórðu eisini keyptar
Fyrrverandi fyrstilærarin sigur, at tað kann væl vera, at hesin peningurin stóð á ymsum konti, og at beinleiðis kontan til skúlan var so lá, sum Ingun Simonsen førir fram, men tað stóð so ongantíð á at fáa pening.
Hann sigur, at veruleikin er, at Skúlin í Skopun var so væl útbygur og útgjørdur sum nakar skúli í oynni.
Tí Heldur Jógvan Adolf Johannesen als ikki, at skúlin var forsømdur. Hann kennir heldur onki til, at tað vóru so stórir samstarvstrupulleikar tá, sum ført verður fram.
Eyðvitað vóru vit ikki altíð samd um alt, men tað bar altíð til hjá okkum at tosa okkum til rættis. Men tað tykist at hava knípt við tí seinastu árini.