Fimm flokkar úr Kvívíkar skúla fingu serstakt herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.

Vísindavøka: Kvívíkar skúli fekk serstakt herðaklapp

Dómsnevndin fyri Ársins Vitanarfróðu valdi sum nakað serstakt í ár at geva eitt “herðaklapp” til allar teir luttakandi bólkarnar úr Kvívíkar skúla. Herðaklappið var fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.

Fimm flokkar úr Kvívíkar skúla fingu serstakt herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.

Vísindavøka

 

Umboð fyri Nám og Granskingarráðið vitjaðu týsdagin 27. august Kvívíkar skúla. Allur skúlin var samlaður í miðhøllini, tá kunngjørt varð, at allir fimm bólkarnir í Kvívíkar skúla, ið høvdu luttikið í kappingini, fáa herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Umframt serliga heiðurin fingu næmingarnir 2000 kr.

 

Henny Dánjalsdóttir frá dómsnevndini segði millum annað soleiðis:

 

- Í uppgávunum hava tit lýst arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu sera væl.

 

- Vit halda okkum síggja, at tit veruliga hava arbeitt væl saman í bólkunum, at tit hava kannað ymisk evnir á ymiskar mátar. Nógvu myndirnar, tað ofta stuttliga skrivingarlagið og ikki minst eisini video-filmarnir hava veruliga víst okkum, at kanningararbeiðið ikki bert hevur verið læruríkt, men eisini sera stuttligt.

 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

 

 

 

Fimm flokkar úr Kvívíkar skúla fingu serstakt herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.