Víðka skúlan næsta ár

Oyri: Í eina tíð hevur verið tosað um, at Norðskála-Oyra skúli trongdi til eina víðkan.

Á fundi í bygdaráðnum mánadagin varð samtykt, at henda ætlanin skal setast í verk næsta ár.

Verkætlanin verður fíggjað við eini eykajáttan í ár, og eini játtan uppá 4,5 mió krónur næsta ár.

Upprunaliga var ætlanin at skipa byggingina soleiðis, at Musikkskúlin kundi húsast í kjallaranum. Men samtykt varð, at hesin skúlin fær hølir í verandi skúla.

Tá málið kom til atkvøðugreiðslu var tað einmælt samtykt.

snorri@sosialurin.fo