NÝGGJÁRSGREIN, leiðari
Musikkskúlaskipanin
Í musikkskúlaskipanini vóru í farna ári fleiri framførslur enn nakrantíð, og serliga nógvar vóru jólakonsertirnar. Próvtøkuroyndir við The Associated Board of Royal Schools of Music vóru hildnar á øllum stigum í november. Føroysku næmingarnir sýnast at verða ájavnir við næmingar í framkomnum londum. Øll tey 110, ið høvdu teknað seg, stóðu royndina. Fleiri ung vóru við í kappingum uttanlanda og fingu sera góð úrslit, og nakrir bólkar vóru væleydnaðar konsertferðir.
Løgtingið hækkaði játtanina nakað, og virksemið er nú økt soleiðis at í løtuni eru 16 musikk- og tónlistaskúlar í skipanini.
Vøkstur er somuleiðis í tali og góðsku innan bæði siðbundnu og rytmisku frálæruna.
Musikkskúlaskipanin virkar soleiðis at kommunur skipa karmar viðvíkjandi hølisviðurskiftum, ljóðførum og innmeldingum. Landið hevur námsfrøðiligu og fakligu ábyrgdina, veitir stuðul og setir førleikakrøv, millum annað skulu lærarar hava lokið prógv frá konservatorium.
Samskifti millum plássini økist til tess at seta ferð á. Tað hevur tikið drúgva tíð at finna felags stev, men eisini tað gongur framá. Lærarar hava ymiskan uppruna og roynt verður at gagnnýta hetta ríkidømið á bestan hátt.
Dentur verður lagdur á samanspæl, og tað endurspeglar ljóðførisbýtið á ymsu plássunum. Ljóðførisbólkarnir eru træ- og messingblásarar, strúkarar, ljómborð, gittar, slagverk og sangur. Aftrat hesum er frálæra í teori, hoyrilæru og lagsmíði.
Politiska málið er, at børnum í Føroyum skal standa í boði at fáa dygdargóða tónleikaundirvísing, tónleikalívið á staðnum skal verða stuðlað og musikklívið í landinum fjøltáttað.
Innmeldingargjaldið er ásett so, at øll kunnu verða við. Veruliga innskot næmingsins, er tað, ið hann ella hon leggur í at menna sínar gávur. Tí verður kravt at næmingurin røkir skúlan.
Gávur mugu hava okkurt at liva í til tess at kunna mennast, og samfelagsliga er hetta eitt innskot, við langsiktaðum og fjøltáttaðum málum.
Á skipanarliga økinum verða í næstum avgerandi mál at taka støðu til. Broytingar í ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur kunnu ávirka karmarnar ymisliga kring landið.
Vit fara at halda áfram at menna undirvísingina í samstarvi við aðrar skúlar, myndugleikar, feløg og einstaklingar. Nógv atlit eru at taka viðvíkjandi tí siðbundna, fólksliga, listarliga, framasøkna, handilsliga, felagsliga, føroyska osfr. Roynt verður at skapa javnvág millum vitan og spæliførleika, og skúlin vil framvegis møta barninum við støði í einstaka menniskjanum.









