Vónar at lítli Benjamin kann fáa hjálp næsta ár

- Tað er ósømiligt, at vit ikki fáa hjálpt lítlum børnum sum Benjamin betri, tí soleiðis kunnu vit ikki fara við okkara borgarum. Men vit eru greið yvir trupulleikan og hava sett okkum fyri at loysa hann. Men tað fer at ganga ein tíð, sigur Hans Pauli Strøm

Børn við serligum tørvi
 

- Hetta er ósømiligt, tí soleiðis kunnu vit ikki fara við okkara borgarum.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum er ógvuliga harmur um ta støðu, sum foreldur lítla Benjamin eru komin í.
Men hann sigur at hjálpin er á veg. Men hann sigur eisini, at tað verður ikki heilt enn, at tað ber til at hava eitt nøktandi tilboð til børn sum Benjamin.
- Tað er ikki ómøguligt at vit einaferð næsta ár kunnu hava eitt nøktandi tilboð til hesi børnini.
Men akkurát nær tað verður, kann hann ikki lova.
- Tað, sum er mest umráðandi er, at vit hava viðurkent trupulleikan og hava sett eitt miðvíst arbeiðið ígongd at loysa málið, sigur hann.
Foreldur Benjamin gera í Sosialinum um vikuskiftið púra greitt, at tá ið tað snýr seg um tað dýrabarasta, tey eiga, vilja tey ikki góðtaka neyðsemjur og tey vilja ikki góðtaka tað næstbestu loysnina. Tí spyrja tey rætt og slætt um tey skulu verða noydd at flyta av landinum fyri at fáa eitt nóg gott tilboð til sonin.
 
Skulu hava nøktandi tilboð
Hans Pauli Strøm skilir væl, at foreldur at børnum við serligum tørvi, eru illa fyri og hart kroyst og hann heldur eisini, at tað er sjálvsagt, at føroyska samfelagið hevur nøktandi tilboð til børn við serligum tørvi av hesum slagnum.
Endar tað við, at foreldur at hesum børnum føla seg kroyst at flyta av landinum, hevur hann ikki orð fyri tí.
- Politiskt kann slík viðferð av borgarunum ikki góðtakast. Men politiskt viðurkenna vit eisini ábyrgdina og hava tikið avgerð um at loysa trupulleikan.
Hans Pauli Strøm sigur, at hann tískil vónar, at arbeiðið, sum nú er sett ígongd, fer at enda við einum nøktandi tilboði til hesi børnini.
Samstundis er ætlanin at skipa fyribils tilboð til tey børn, sum hetta ítøkiliga snýr seg um, til tann endaliga loysnin er funnin, men akkurát, hvussu hetta tilboðið verður, veit hann ikki.
 
Hjálpin hvarv
Fyrr var støðan tann, at Skúlin á Trøðni hevði ein dagstovn til børn við serligum tørvi í barnagarðsaldri.
Har vórðu børnini ansað, samstundis sum tey fingu viðgerð av ymsum slagi, eitt nú fysioterapi, ergoterapi og aðra viðgerð, sum kravdust fyri at menna børnini.
Men so gjørdi Mentamálaráðið av at stongja hendan dagstovnin, tí sernámsfrøðiliga økið skuldi umskipast.
Sostatt varð dagstovnurin stongdur í vár og samstundis datt hetta tilboðið til børn við serligum tørvi eisini niðurfyri.
- Tann stóri trupulleikin var, at dagstovnurin á skúlanum á Trøðni varð niðurlagdur uttan at eitt annað tilboð varð sett ístaðin.
Hans Pauli Strøm heldur ikki, at hetta var nóg gott og hann sigur, at Almannaráðið og Heilsumálaráðið mælti frá, at dagstovnurin varð niðurlagdur við so stuttari ávaring, at tað var ógjørligt at hava eitt annað tilboð klárt at lofta teimum børnum, sum høvdu brúk fyri tí.
- Tað er eyðsæð, at tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at tilboðið á skúlanum á Trøðni varð tikið av, uttan at nakað annað varð klárt at seta ístaðin.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað tekur sína tíð at byggja eitt slíkt tilboð upp til børn við serligum tørvi, tí talan er júst um eitt heilt serligt tilboð, sum umfatar fleiri ymsar fakbólkar og umfatar bæði stuðul og viðgerð.
- Vit skulu sostatt bæði hava fakfólkið at taka sær av hesum og vit skulu eisini hava serlig høli til endamálið.
 
Arbeiðið sett ígongd
Hans Pauli Strøm sigur fyri at finna loysn, hevur málið verið umrøtt á felags fundi ímillum Mentamálaráðið og Almanna-og heilsumálaráðið.
Á tí fundinum varð staðfest, at hendan støðan kundi ikki halda fram.
Úrslitið av fundinum var, at ein nevnd við umboðum fyri Mentamálaráðið og Almannamálaráðið skal setast at snikka eitt skæddaraseymað tilboð saman til børn við serligum tørvi í barnagarðsaldri.
Hendan nevndin skal so gera eitt tilmæli um, hvussu eitt slíkt tilboð skal skipast, sum bæði umfatar ansing og stuðul og hann vónar, at tað fer at bera til at seta tilboðið í verk næsta ár.
- Tá vóni eg at vit fáa skipað viðurskifti á økinum, so at hesi børn og foreldur teirra sleppa úr gráa økinum ímillum Mentamálaráðið og Almanna- og heilsumálaráði, men so at vit vita akkurát, hvør hevur ábyrgdina.