útheiminum, so eru tað nógvir skuggar og fáir glottar, ið eyðkenna sjónina. Útlitini fyri friði í Irak eru døpur, og altjóða harðskapur og yvirgangur vinda uppá seg, og einki bendir á, at herferðin hjá v [...] frambrot fyri hetta økið. Í Miðeystri er vónin um framstig í stríðnum millum Ísrael og Palestina vaksandi. Altjóða samfelagið hevur fyri fyrstu ferð í søguni tikið ábyrgd av palestinsku tjóðini og játtaðar [...] USA og vesturheimurin og í hesum høpi ES venda stríðnum móti sjálvari rótini til altjóða yvirgang, sum er fátækdømi, ójavni, analfabetisma og átrúnaðarlig fundamentalisma. Hetta er eitt tungt tak og krevur
vóru Josefina og Elias Eliassen. Barnaheimið var á Toftanesi. Søgurnar og lagnurnar hjá mongum, sum settu búgv í Føroyum fyri hundrað árum síðani ella so, vóru ofta eyðkendar av sjúku og deyða, sum stóðust [...] fór hann út aftur á Roykheyggj, og tað var har, hann og Greta bygdu.Eliesar var skipsmaður øll síni bestu ár. Hann sigldi eitt nú við Mjóvanesi, Høganesi og Vesturvík, og síðsta skipið, sum hann var við [...] Hann doyði 12. apríl í 1995, og tá hevði hann í fleiri enn tíggju ár sitið á Ellisheiminum í Runavík.Greta og Eliesar fingu tvær døtrar. Helena býr í Havn, og Eyðhild og maður hennara, Ronnie Lindholm
evni og sítt hugflog at seta í verk nýggjar og slóðbrótandi vinnugreinar. Vit hava skúlavegleiðing í fólkaskúlanum, sum aðrastaðnis verður nýtta at dyrka íverksetara hugburð fram hjá teimum ungu, og kann [...] grundarlag við. Føroysk framleiðsla her fatað í breiðari merking: sum mentan og list, KT og tøkni og allar hugsandi vørur og tænastur sum kunnu vera við til at skapa eitt meiri fjølbroytt vinnulív, enn [...] íverksetara hugburðin í Føroyum við. Og vit hava eisini útbúgvin fólk við týdningarmiklum netverkum úti í heimi, sum við sínum royndum og sambondum kunna vera við at menna og ráðgeva íverksetarum í Føroyum.
er í hondum, men annars er áhugin fyri tí millum lítil og eingin. At tosa og kjakast um politikk tykist heldur vera nakað fyri tey útvaldu, og ikki fyri Palleba og Marsannu í Streymnesi. - Noy, vit tosa [...] sjálvandi hava matarsteðg við millumbilum, og er hetta ein løta sum menn gleða seg til. Gott er at fáa ein bita og haraftrat er sera stuttligt at lurta eftir teimum tilkomnu monnunum, sum hava góða hylling á politikki [...] Hann takkar fyri prátið og gongur leiðina víðari – vestureftir! Sundalagið - eitt øki í miðjuni Í dag er Sundalagið at meta sum eitt miðøki í Føroyum. Øll ferðslan til og frá Eysturoynni og Norðoyggjum
allarstørsta álvara og onga løtu gloyma, hví tey eru vald og hvønn tey umboða. Hetta merkir eisini, at tingmenn eiga at sýna hvørjum øðrum og sjónarmiðjunum hjá hvørjum øðrum virðing og hartil eiga at samstarva [...] sum fáa álit og vald á valinum, eftirfylgjandi liva upp til sína ábyrgd og stýra soleiðis, at næsta valskeið verður allari tjóðini til gagns og vælferðar. Sosialurin [...] lóggávuting í Europa og hartil møguliga elsta ting í heiminum. Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á teimum, sum í morgin verða kosin at manna hetta gamla parlament. Hesi fólk skulu taka stórar og álvarssamar avgerðir
treyt fyri at vit kunnu røkka øllum okkara hjartamálum sum hoyra til eitt samfelag har pláss er fyri øllum og øll hava líka rættindi at liva og virka. Brúkar tú nakra tíð og orku til at agitera fyri Tjóðveldinum [...] til tín á gøtuni, og byrja at tosa um politikk? Nei. Tað eri eg tíbetur spard fyri. Hvørji framtíðar ynski hevur tú fyri Føroyar? At vit hava tað gott. Og at búskapurin kemur at vaksa, og at vælferðin kemur [...] eisini mítt fak og mítt arbeiðsumráði, og eg vil, at Høgni skal vita alt um hvussu umstøðurnar og korini hjá fólki við menningartarni í Føroyum skulu kunna betrast og gerast virðilig. Og eg haldi, at Høgni
kreppu? Og so tann týdningarmesti spurningurin: kann hetta alt samalt henda aftur? Kann hetta henda fyri eina og hvørja tjóð, tá umstøðurnar eru til staðar? Vit bíða framvegis eftir svarunum frá teimum lærdu [...] Hvussu hetta í roynd og veru gekk til, eru søgufrøðingar ikki á einum máli um. Hvussu tað eydnaðist einum manni við 37% av atkvøðunum at tøla meginpartin part av týsku tjóðini og leiða heimin út í hitt [...] millum kommunistar og sosialdemokratar o.m.a. Men hesar orsøkir lýsa ikki alla gátuna um nazismuna og hennara bróðurfelagskap fascimsuna. Her eru aðrar sálarfrøðiliga, mentanarliga og samfelagsligar orsøkir
Tað dragnar alsamt meiri og meiri ímillum tey, sum eru fyri og ímóti ES-limaskapi í Noregi. Um tað er oljuríkidømi ella fiskiríkidømi skal verða ósagt, men norðmenn eru harðari ímóti ES-limaskapi, enn [...] hevur gjørt eina meiningskanning fyri bløðini ?Dagen?, ?Klassekampen? og ?Nationen?. Kanningin vísir, at 54,1% av norðmonnum eru ímóti ES-limaskapi, meðan bert 33,3 eru fyri einum ES-limaskapi. 12,6% vita [...] heili 59% ímóti norskum ES-limaskapi, meðan bert 24% eru fyri norskum ES-limaskapi. 17% av teimum ungu hava ikki tikið eina støðu, hvørt tey eru fyri ella ímóti einum norskum ES-limaskapi.
veðurlagsbroytinum (“An inconvenient truth”) og hin er, at Bogi Hansen er tilnevndur professari og hevur fingið norðurlendska virðisløn fyri nátturu og umhvørvi. Al Gore og filmurin “Ein ólagaligur sannleiki” Al [...] støði bygt upp og síðani lagt eitt fundament á hetta støði og endiliga – eina ferð seinast í 80-unum og inn í 90-árini - sóust úrslitini í havsbrúnni. Tey fyrstu phd-lesandi vóru sett við og komu undan. Eitt [...] sakligum orðadrátti um tilverunnar margfeldi, taptu vælferð og land mótvegis teimum londum, har saklig vitan var sádd og røktað við skynsemi. Í Føroyum hava vit í løtuni tvey mál, sum vit ikki hava ráð til
TACC, í fyrsta lagi og og í øðrum lagi fyri Føroyar sum heild. Tað er í sjálvum sær ein rimmar vinningur fyri TACC at hava Gore sum gest. Hetta gevur ráðstevnuni tign og tyngd og ger ráðstevnuna gitna [...] ið hevur alstóra virðing og sera stórt álit í heimlandinum eins væl og víða um heimin. Forsetin og Gore vóru í roynd og veru sera ymiskir av lyndi eins væl og av uppruna, men hetta var kanska ein orsøkin [...] stóran týdning fyri altjóða veðurlagsgransking eins væl og fyri Føroyar og føroyska gransking. Alt hetta kann sostatt vera við til at lyfta okkum fram í fremstu røð í øllum, sum eitur hav- og veðurlagsgransking