Streymnes: - Ja, tað er vist. Tá vit tosa um fótbólt, tá eru øll við. Tað er tað, sum hava vit áhuga fyri, siga fólk á gøtuni.
Í góðveðrinum hósdagin í farnu viku var valbussurin hjá Sosialinum og Rás 2 á vitjan í Streymnesi. Her er rættiliga stórur spenningur er um valið, nú Heðin Zachariassen og Magni Laksáfoss eru valevni til løgtingsvalið.
Tann fyrri er eitt kent andlit í kommunalpolitikki og landspolitikki, meðan hin ikki kom á tann politiska leikpallin, fyrrenn í fjør tá nýggjur maður skuldi finnast at stýra búskapinum og fíggjarstøðuni í landinum.
Hinvegin kann staðfestast, at fólk ikki til fulnar geva sær far um alla mongdina av valpropaganda sum floymir oman yvir tey í hesum døgum.
Høvuðsvalevnini í bygdini hava tí eitt stórt arbeiði at fara undir, at gera fólkini tilvitað um politikk og um at júst tey eiga at atkvøða fyri sær.
- Jú, vit hava báðir eitt arbeiði at gera, siga Magni Laksáfoss og Heðin Zachariasen sum búgva bert eitt hanagleiv frá hvørjum øðrum á Streymnesi.
Við valið fyri fýra árum síðani var Fólkaflokkurin størsti flokkur í Hvalvík við 115, meðan Sambandsflokkurin fekk næstflestar atkvøður men helvtina færri, nevniliga 57. Við hetta valið hevði Fólkaflokkurin eina framgongd uppá sløk 12 %, meðan Sambandsflokkurin hevði eina afturgongd uppá sløk 10%.
Men við seinasta fólkatingsval var munurin minni millum flokkarnar. Tá fekk listi A 86 og listi B 49 atkvøður.
Fótbólt – ikki politikk
Ein vitjan í hesi lítlu bygdini við sínum 205 íbúgvum vísir bert, at áhugin fyri tí politiska orðaskiftinum kundi verið munandi størri.
Fólk vita sjálvandi at løgtingsval er í hondum, men annars er áhugin fyri tí millum lítil og eingin. At tosa og kjakast um politikk tykist heldur vera nakað fyri tey útvaldu, og ikki fyri Palleba og Marsannu í Streymnesi.
- Noy, vit tosa um nakað heilt annað – fótbóltsfelagið EB/Streymur. Teir hava vant spakuliga í vetur, men mánadagin – tað er: í dag – byrja teir av álvara at venja uttandura.
- TAÐ er meiri handgrípiligt og TAÐ hava vit áhuga fyri. Ikki politikkinum, siga fólk á gøtuni.
Hinvegin kann staðfestast, at tá val er so gera fólk kortini sína skyldu og møta upp við valstaðið: Í 2002 vóru 90,1 % av veljarunum á vali, men tá valið var í 2004 var talið hækkað heilt upp í 92,2.
Hetta var 0,1 % hægri enn miðaltalið kring landið.
Tveir landsstýrismenn
Av røttum áttu fólk í økinum at havt stóran áhuga fyri tí politiska orðaskiftinum. Ikki færri enn tvey valevni eru úr Streymnesi, enntá tveir landsstýrismenn. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at tveir landsstýrismenn eru úr hesi bygdini.
Talan er um fíggjarmálaráðharran Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum og sum er uppstillaður í Suðurstreymoy og innlendismálaráðharrin, Heðin Zachariasen sum er uppstillaður fyri fólkaflokkin í Norðstreymoy.
Tað serstaka við hesum er, at sambært veljarakanningini, ið varð almannakunngjørd í Sosialinum um vikuskiftið, so hava báðir ein sess í nýggja løgtinginum.
Við valið í 2004 fekk Heðin 111 av 115 atkvøðum í Hvalvík, meðan Magni Laksáfoss fekk 80 atkvøður í Norðoyggjum, og var í roynd og veru bert nr. 3 á listanum.
Stuttligt orðaskifti
Arbeiðsfólkið hjá Norðsetur í Hvalvík hava úr at gera við at nøkta tørvin hjá fólki, ið ynskja hús frá teimum.
Men tey skulu sjálvandi hava matarsteðg við millumbilum, og er hetta ein løta sum menn gleða seg til. Gott er at fáa ein bita og haraftrat er sera stuttligt at lurta eftir teimum tilkomnu monnunum, sum hava góða hylling á politikki.
Serliga tveir teirra plaga at vera sera ídnir í tjakinum um politisk viðurskifti. Soleiðis hevur verið, og tað er ikki vorðið stórt frægari, nú tað av álvara er farið at stunda til val.
- Teir duga sera væl at tjakast og duga eisini sera væl at øsa hvønn annan upp. Tú kanst ætla, at tá ein tjóðveldismaður og ein sambandsmaður tjakast um politikk, tá eru teir ikki heilt samdir um alt.
- Teir duga sera væl at taka til, og vit aðrir sita bara í skellilátri at teimum. Teir eru fínir, sigur eitt av arbeiðsfólkunum á virkinum.
Eitt annað av starvsfólkunum á Norðsetur er 19 ára gamli Torfinn Djurhuus úr Hvalvík. Hann var fyrstu ferð á vali í november, tá fólkatingsvalið var, og skal nú á fyrsta sinni greiða atkvøðu til løgtingsvalið.
Sjálvur hevur hann fylgt nakað við orðaskiftinum í bløðum og fjølmiðlum, men saknar at valevnini veruliga ynskja at gera nakað fyri tann føroyska skúlan.
- Vánaliga støðan á Studentaskúlanum í Hoydølum og á Trøðni sigur mær bara, at her vantar nógv í, sigur Torfinn, sum fer at greiða atkvøðu fyri Sambandsflokkinum.
Nógv hjartamál
Onkur fær kanska ta fatan at talan er um eina svart/hvíta støðu í Streymnesi. Men so er ikki.
Fleiri av teimum, vit tosaðu við siga seg ikki hava skil á politikki og hava bert við hálvum oyra lurtað eftir tí, sum higartil hevur verið ført fram av teimum 171 valevnunum.
Tey duga kortini at síggja, at føroyska samfelagið er eftirbátar á mongum økjum – bæði innan tað sosiala, mentanarliga og ikki minst tá talan er um støðuna í fólkaskúlanum.
- Varð eg uppstillað – og vald! – hevði eg beinanvegin farið undir at gera okkurt, soleiðis at sjúkrahúsverkið bleiv betri, sigur Hansina Johannesen, ið arbeiðir í handlinum INN á Norðskála.
Atkvøðan fer úr bygdini
Ein eldri maður er farin út at ganga sær ein túr á Streymnesi í góðveðrinum henda hósdagin.
- Tað er altíð gott at fáa sær fríska luft, sigur hann.
Sjálvur er hann javnaðarmaður, hevur verið stillari hjá flokkinum og er tí sera spentur uppá valið. Við seinasta og næstseinasta løgtingsval hevði flokkurin einki umboð í løgtinginum úr Norðstreymoy.
Flokkurin hevur í roynd og veru ongatíð staðið serliga sterkur í økinum, men hevur kortini havt umboðan á tingi í 80’unum og 90’unum.
- Men vit hava havt ein sera góðan landsstýrismann hesi seinastu fýra árini – Hans Pauli Strøm. Og eg vænti, at mín atkvøða hesaferð fer av bygdini og vestur um fjall til Vestmanna, sigur maðurin.
Hann takkar fyri prátið og gongur leiðina víðari – vestureftir!
Sundalagið - eitt øki í miðjuni
Í dag er Sundalagið at meta sum eitt miðøki í Føroyum. Øll ferðslan til og frá Eysturoynni og Norðoyggjum gongur gjøgnum hetta økið, og skulu fólk sunnanfyri norðurum, er bert henda leiðin at fara eftir.
Nógv virksemi er í økinum kring Sundalagið og nógvar tænastur eru á góðum støði, millum annað innan barnaansing, skúlagongd og eldraøkið.
- Ja, tað er eingin ivi um, at uttan arbeiðið hjá Heðin (Zachariassen, blað.) so var einki røktarheim komið her í bygdini, staðfestir ein kvinna.
Men treyðugt so, tað er altíð okkurt sum vantar – millum annað at fáa eina heilsusjúkrasystir til tey eldru børnini og møguleikarnir at sleppa til talupedagog.
Spurningurin sum fólk eru upptikin av er, hvussu leingi hetta fer at vara aftrat. Sunda kommuna hevur lagt eitt stórt arbeiði í at útbyggja og samansjóða tær mongu bygdirnar í teirri samanløgdu kommununi, og líkt er til at hetta hevur eydnast væl.
- Tann dagin tunnilin til Skálafjørðin gerst veruleiki, fer hetta økið at missa sín týdning. Tí er av størsta týdningi at tað verður væl útbygt NÚ, sigur ein kvinna.