Tað dragnar alsamt meiri og meiri ímillum tey, sum eru fyri og ímóti ES-limaskapi í Noregi. Um tað er oljuríkidømi ella fiskiríkidømi skal verða ósagt, men norðmenn eru harðari ímóti ES-limaskapi, enn nakrantíð áður.
Norski stovnurin ?Sentio? hevur gjørt eina meiningskanning fyri bløðini ?Dagen?, ?Klassekampen? og ?Nationen?. Kanningin vísir, at 54,1% av norðmonnum eru ímóti ES-limaskapi, meðan bert 33,3 eru fyri einum ES-limaskapi. 12,6% vita ikki hvørja støðu tey skulu hava í spurninginum um norskan ES-limaskap. Meiningskanningin hjá Sentio vísir, at tað eru serliga tey ungu og kvinnurnar, sum eru ímóti norskum ES-limaskapi. Tað eru bara tilkomnu mennirnir, sum eru jaligir mótvegis einum norskum ES-limaskapi. Taka vit tey, sum eru undir 30 ára aldur, so eru heili 59% ímóti norskum ES-limaskapi, meðan bert 24% eru fyri norskum ES-limaskapi. 17% av teimum ungu hava ikki tikið eina støðu, hvørt tey eru fyri ella ímóti einum norskum ES-limaskapi.