Í Føroyum hava vit longu nógvar fyritreytir til staðar at útbyggja, menna og útvikla eitt meiri fjølbroytt vinnulív við.
Menniskjaligt tilfeingi, skúlavegleiðing og útbúgvið fólk.
Vit hava tað menniskjaliga tilfeingi sum skal til, har fólk við góðum førleikum, kunna nýta síni evni og sítt hugflog at seta í verk nýggjar og slóðbrótandi vinnugreinar.
Vit hava skúlavegleiðing í fólkaskúlanum, sum aðrastaðnis verður nýtta at dyrka íverksetara hugburð fram hjá teimum ungu, og kann henda vegleiðing gerast júst tað amboðið við kunnu nýta at seta ferð á íverksetara hugburðin í Føroyum við.
Og vit hava eisini útbúgvin fólk við týdningarmiklum netverkum úti í heimi, sum við sínum royndum og sambondum kunna vera við at menna og ráðgeva íverksetarum í Føroyum.
Klaksvík sum íverksetara miðdepil í Føroyum.
Alt hetta eigur at vera samskipa og málrættað í einum sterkum íverksetarahúsið. Eisini á tí økinum hava vit longu bæði umstøður og royndir í Klaksvík, sum vit kundu bygt víðari á og útbygt til at verið ein íverksetara miðdepil fyri Føroyar.
At skipa ein ÍVERKSETARAGRUNN sum skal stuðla íverksetan og marknaðarføring úti í heimi av føroyskari framleiðslu, hevði verið eitt amboð afturat hjá frælsu føroysku tjóðini, at styrkt sítt grundarlag við. Føroysk framleiðsla her fatað í breiðari merking: sum mentan og list, KT og tøkni og allar hugsandi vørur og tænastur sum kunnu vera við til at skapa eitt meiri fjølbroytt vinnulív, enn vit kenna í dag.
X við E
Heidi P
Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi










