Vit hava sonevnt umboðandi fólkaræði, har vit, tað vil siga øll, sum hava valrætt, velja fólk á løgting at umboða okkum. Grundsjónarmiðið er, at vit velja eftir politiskari áskoðan, og at vit býta okkum upp í politiskar flokkar alt eftir politiskari áskoðan, tvs. eftir hvussu vit halda, at samfelagsvirðini skulu býtast. Føroyar eru við teimum politisku avmarkingum, sum ríkisfelagsskapurin ber í sær, eitt av heimsins elstu demokratium. Føroya Løgting, sum stovnur er ikki bert elsta ting í Norðurlondum men elsta lóggávuting í Europa og hartil møguliga elsta ting í heiminum.
Tað liggur tí ein sera stór ábyrgd á teimum, sum í morgin verða kosin at manna hetta gamla parlament. Hesi fólk skulu taka stórar og álvarssamar avgerðir okkara vegna, og hvør einasta avgerð tikin á løgtingi ávirkar hvønn einasta føroying. Tingmenn, konur sum menn, eiga støðugt at hava hetta í huga, nevniliga, at tey sita á tingi ikki fyri teirra egnu skuld men fyri at umboða alt Føroya fólk. Tingmenn hava vælferð Føroya fólks í sínum hondum og ráða í stóran mun fyri lagnum okkara. Tað ræður tí um, at tey, sum í morgin á demokratiskan hátt verða vald, taka sína uppgávu í allarstørsta álvara og onga løtu gloyma, hví tey eru vald og hvønn tey umboða. Hetta merkir eisini, at tingmenn eiga at sýna hvørjum øðrum og sjónarmiðjunum hjá hvørjum øðrum virðing og hartil eiga at samstarva í mest møguligan mun.
Tað liggur eisini ein serstakliga stór ábyrgd á veljaranum í morgin. Valrætturin telist millum fremstu mannarættindi. Dagliga hugsa vit tíverri lítið um, hvussu djúpt priviligerað vit eru, sum búgva í einum fólkaræði. Í fólkaræði er valdið hjá fólkinum, og fólkið útinnir hetta vald við at fara á val hvørja ferð, ið val til lóggávuting verður hildið. Latið okkum tí øll, kvinna sum maður, ung og gomul fara mansterk á val í morgin. Stór valluttøka er stimbrandi og mennandi fyri fólkaræðið. Tá morgindagurin er av, verða nøkur ovurfegin, meðan onnur verða djúpt vónbrotin. Soleiðis eru treytirnar. Tað ræður tí um, at teir flokkar og teir persónar, sum fáa álit og vald á valinum, eftirfylgjandi liva upp til sína ábyrgd og stýra soleiðis, at næsta valskeið verður allari tjóðini til gagns og vælferðar.
Sosialurin










