Tað ræðuskeið, ið her byrjaði, endaði sum kunnugt í mai 1945. Tá lógu fimti milliónir menniskju eftir á í tí heimsbardaga, sum beinleiðis gongur aftur til tann lagnutunga 30. januar, tá Hitler kom til valdið. Hvussu hetta í roynd og veru gekk til, eru søgufrøðingar ikki á einum máli um. Hvussu tað eydnaðist einum manni við 37% av atkvøðunum at tøla meginpartin part av týsku tjóðini og leiða heimin út í hitt mest ræðuliga kríggj í søgu mannaættarinnar, er framvegis nakað av eini gátu, sum søgufrøðingar framvegis granska. Vit kenna frá okkara skúlagongd tær orsøkirnar, sum vanliga verða nevndar: tapið av 1. heimsbardaga, Versaillessáttmálin, yvirvaldstrúgva ella autoritera uppalingarmentanin, dulda antisemitisman, militarisman, sum ongantíð undir Weimartjóðveldinum kom undir eftirlit, stórkapitalurin, sum longdist eftir sterka manninum, klandrið millum kommunistar og sosialdemokratar o.m.a.
Men hesar orsøkir lýsa ikki alla gátuna um nazismuna og hennara bróðurfelagskap fascimsuna. Her eru aðrar sálarfrøðiliga, mentanarliga og samfelagsligar orsøkir, sum stórur tørvur er á at fáa greinaðar og lýstar. Hvussu kundi eitt stýri, so harðrent tað enn er, megna at fáa heilt vanligar borgarar til at fara við sínum medmenniskjum á tann hátt, sum gjørt varð í KZ legunum? Er nazisman ein støðug hóttan í nútíðarsamfelagnum ella við øðrum orðum: er hon eitt úrslit av tí leisti, sum nútíðarsamfelagið er skipað eftir – ein sjúka, sum brýtur út, tá hetta samfelag kemur í altoyðandi búskaparliga kreppu? Og so tann týdningarmesti spurningurin: kann hetta alt samalt henda aftur? Kann hetta henda fyri eina og hvørja tjóð, tá umstøðurnar eru til staðar? Vit bíða framvegis eftir svarunum frá teimum lærdu. Eitt eru flest øll, leik sum lærd, tó samd um og tað er, at vit, sum eru so heppin atbúgva í demokratiskum londum, støðugt eiga at vera á varðhaldi móti nazismu, fascismu og øllum antidemokratiskum rørslum.
Sosialurin
?