Vælkomin til Føroya, Al Gore fyrrverandi varaforseti

Vitjan Al Gores í dag er veruliga ein stórhending, og fyrireikararnir av TACC hava her gjørt eitt sera gott avrik. Hvat kann vera størri og betri fyri eina veðurlagsráðstevnu enn luttøka av mest framúrskarandi altjóða persóni á økinum.

Eftir Jan Müller

Ábyrgdarblaðstjóri

 

 

Albert Arnold Gore er sum kunnugt amerikanskur politikari og vinnulívsmaður. Hann var amerikanskur varaforseti frá 1993 til 2001, meðan Bill Clinton var forseti. Hetta skeið var á mangan hátt eitt hitt besta tíðarskeið í nýggjari søgu USA. Teir róku ein sera skilagóðan og skilvísan politikk á øllum økjum og komu sum heild á mál við øllum, sum teir settu sær fyri uttan í spurninginum um almenna sjúkratrygging, ið enn sum áður er ein stórur trupulleiki fyri fjøld av amerikanarum. Sera góð búskaparlig viðurskifti og stabilitetur ráddu innanlanda, og uttanríkispolitiskt framdu teir báðir Clinton og Gore tað bragd at fáa frið á Balkan og vóru teir eisini komnir heilt væl á leið fram móti friði í Miðeystri, tá ið teir sambært stjórnarskipan USA løgdu frá sær. Heimurin var eitt trygt stað, meðan teir báðir vóru í Hvítu húsunum. Gore var eisini ein framúr dugnaligur varaforseti, sum eingin kundi finnast at, dugnaligur, erligur, álítandi og politiskt reinførur, alt dygdir, ið fyri alt tað hava eyðkent alt lív hansara frá ungdómsárum og til hendan dag. Gore er ein sermerkt og framúrskarandi persónmenska, ið hevur alstóra virðing og sera stórt álit í heimlandinum eins væl og víða um heimin.

Forsetin og Gore vóru í roynd og veru sera ymiskir av lyndi eins væl og av uppruna, men hetta var kanska ein orsøkin til, at teir gjørdust eitt so framúrskarandi politiskt team. Gore er eisini kendur sum tann fyrsti politikkarin á høgum støði, sum dugdi at síggja týdningin av internetinum. Hann tók longu áðrenn hann varð varaforesti stig til eina lóg, sum politiskt ruddaði slóð fyri tí kunningartøkni, sum í dag er at kalla hvørs mans ogn og sum hevur kollvelt alt sum eitur kunning og samskifti í heiminum – tað vit í dagligari talu nevna internetið.

Al Gore stillaði sum kunnugt upp sum valevni fyri demokratarnar í 2000. Hetta gjørdist eitt løgið forsetaval. Vit minnast enn, hvussu heiðursmaðurin Gore tapti stríðið um valmansatkvøðurnar, hóast valmenn hansara høvdu fingið flestar atkvøður. Endin gjørdist, at hægstirættur avgjørdi valið út frá støðuni í Florida og kom rætturin til ta niðurstøðu, at George W. Bush hevði vunnið og sostatt skuldi gerast forseti USA. Eftir hetta vildi Gore hóast mangar áheitanir ikki royna at gerast valevni aftur til forsetavalið 2008. Hann hevði fingið nóg mikið og hevur ístaðin nýtt sína orku, sína prestisju og síni evni til eitt heilt annað stríð. Tey eru mong, sum halda, at Gore ger meira mun í hesum stríði enn sum forsetavalevni í heimlandinum. Hann er farin upp í liðið av eldsálum, sum royna at forða fyri teimum stóru veðurlagsbroytingum, sum hótta framtíð mannaættarinnar. Longu áðrenn Gore var kosin varaforesti, var hann sera virkin til tess at verja ozonlagið, ið hevur alstóran týdning fyri alt lív á foldini. Hvørt mansbarn í Føroyum kennir avrik hansara við dokumentarfilminum An inconvenient Truth, sum í 2007 varð Oscarvirðisløntur. Filmurin hevur sum kunnugt til endamáls at kunna um vandarnar við veðurlagsbroytingunum. Sjálvur hevur Gore saman við veðurlagsbólki ST fingið friðarheiðursløn Nobels, (IPCC, Intergovernmental Panel on Climate Change).

 

Til sjálvan gestin skulu vit loyva okkum at vísa á, at “scale matters.” Skalin ger mun

Vit liva á somu jørð, vit hava somu grundleggjandi vestureuropeisku mentan, vit læra somu evni, hava somu vísindaligu virði, og vit hava somu menniskjaligu vilkor – uppá gott og ilt. Ein munur millum tykkum úr USA og okkum úr Føroyum er skalin. Men skalin ger mun. Eins og mong fysisk fyribrigdi broytast við skalanum, soleiðis eisini við fólki. Eitt av endamálunum við TACC2008 er at seta í verk eitt samstarv millum USA og Føroyar við fokus á klimaspurningar. Tíðin vil vísa, um hetta endar í einum formligum stovni ella í meira óformligum samstarvi, men lítil ivi er um, at samanrenningin av fólki frá hesum báðum endunum í nationala skalanum – úr sterkastu tjóð heimsins og úr einum av teim minstu – ikki bert gevur eitt íkast til rúmliga koordinering av vitan og átøkum, men eisini er potentiali fyri nýggjum møguleikum.

 

Tað er skjótt at staðfesta, at tað er ein av teimum heilt tungu, sum TACC fyrireikararnir hava fingið til Føroya, og hetta er í sjálvum sær nakað av einum bragdi. So er upplagt at spyrja, hvønn týdning hevur vitjan Gore´s fyri sjálva veðurlagsráðstevuna, TACC, í fyrsta lagi og og í øðrum lagi fyri Føroyar sum heild. Tað er í sjálvum sær ein rimmar vinningur fyri TACC at hava Gore sum gest. Hetta gevur ráðstevnuni tign og tyngd og ger ráðstevnuna gitna í øllum teimum umhvørvum, sum á granskingarstøði eins væl og á politiskum støði virka fyri einum skynsomum politikki, ið megnar at minka um CO2 útlatið og forða globalu upphitingini. Hesi viðurskifti kunnu gagna teim stórfingu ætlanunum at skapa eitt sonevnt Transatlantic Climate Institute (TACIT), sum eitt slag av vitnardepli ella vitanarnetverki. TACIT kann fara at hava ómetaliga stóran týdning fyri altjóða veðurlagsgransking eins væl og fyri Føroyar og føroyska gransking. Alt hetta kann sostatt vera við til at lyfta okkum fram í fremstu røð í øllum, sum eitur hav- og veðurlagsgransking. Vit hava jú í Føroyum allar fortreytir at hýsa slíkum stovni. Vit eiga vísindafólk við góðum førleikum og altjóða netverkum. Vit hava frá skaparans hond fingið landafrøðiligu staðsetingina, og vitjan Gores er tí eitt einastandandi høvi til at gera altjóðasamfelagið vart við hesi viðurskifti. Tað er tí eingin ivi um, at ráðstevnan fer at gerast ein success, og vit fara at enda við at bjóða Al Gore hjartaliga vælkomnan til okkara vakra land og takka honum fyri, at hann vil sýna føroysku tjóðini tann heiður at vitja land okkara her miðskeiðis í Norðuratlantshavi millum øll lagtrýstini, eitt øki við alstórum týdningi fyri heimsins veðurlag og harvið okkara felags framtíð.