málið mangan hevur verið ógvusligur og skotini hørð, er sinnið lætt og blídligt og uttan feril av møði. Men sjálvt um hansara bjargingar í málinum hava verið nógvar og neyvar, er okkurt, hann kundi hugsað [...] heldur áttu at farið undir at gjørt eina føroysk-føroyskt orðabók. Sum eg skilti, hevði Christian Matras tikið hetta heldur illa upp og var ikki sørt argur inn á meg og lesarabrævið. Tað var tó ikki verri enn [...] Hendrik W. Poulsen greiðir frá, tekur hann eina orðabók niður av hillini fyri og aðra eftir. Fyri hann eru orðini eins og livandi verur, sum altíð hava familju í øðrum orðabókum, sum kann greiða frá, hví
tilsamans níggju ár og tosar flótandi føroyskt. Hin, sum er úr St. Pætursburg, hevur verið hjá felagnum í eini 3-4 ár, skilir væl føroyskt og tosar flótandi enskt. Hesir báðir menninir hava eins og hini starvsfólkini [...] um, at vit umboða skip og reiðaríir í fleiri londum, bæði eystanfyri og vestanfyri og longur burturi í heimi. Vit hjálpa soleiðis reiðaríum við øllum møguligum uppgávum, eins og vit hjálpa fólki, sum koma [...] samstarvið millum Faroe Agency, løgreglu og føroyskar og russiskar myndugleikar øll árini hevur verið sera gott – ja, fyrimyndarligt, sum hann rópar tað. Koma og fara - Av og á koma eisini serkøn fólk higar úr
Men útvarpsmaðurin ótolnast. Hann vil vita, hvat er rætt og hvat er skeivt. Men málfrøðingurin smoyggir sær undan, og heldur fram at greiða frá. Og soleiðs er tað ofta í Máltáttinum. Lurtarar gerast klókari [...] málreinsarar og geva fólkinum hinumegin boð um at rudda alt fremmant úr føroyska málinum. Nógv nýggj føroysk orð koma netupp frá fólki kring landið. Tað eru orð sum til dømis 'karðalás' og 'geymi' rættiliga [...] framat mikrofonini, og minnir á, hví hendan avgerðin var tikin. Fyrstu árini, útvarpið sendi, var tað nevniliga álagt øllum upplesarum at tosa suðurstreymoyarmál og siga til dømis 'ei' og 'ó' sum á havnarmáli
vil nógv heldur vera slonk og sunn og kenna meg væl, bæði innan og uttan. Inni í sálini við at hava Harran hjá mær alla tíðina og hvønn dag, og uttaná við at vera rein og sunn og at lata meg pent í. SKAPAR [...] Ronja 6 ár og Boas 5 ár. Leiðari í Barnahúsinum Margit og í útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík. Elskar at renna og mála. Kann ikki liva uttan teppir, stearinljós og heimabakað. Tosar føroyskt, danskt [...] danskt, enskt og spanskt. Útbúgvin kunstpedagogur og tekur leiðsluútbúgving. Eigur ein lítlan bil, Suzuki Swift og ein fittan gravhund. Besti sangurin er ”Í tínum trygdarskugga" við Martin Joensen. Postboðið
verður kannað og beskrivað. Men eitt er, sum eingin torir at nerta við, og tað er, hvussu tað føroyska málið hevur broytt seg tey seinastu áratíggjuni. Ein ritgerðin kundi itið “Føroyskt 1945-2005), ein onnur [...] vankunnleikin peikar á, at málið er blivið fátækari. Tað batar lítið, at føroysk blaðfólk duga at siga einskilja og gegnigur og Kili og kilskur, um tey ikki vita, hvat ein klovi er. Tað er sjálvsagt torført [...] grannastevnu, vit kundu vera ringir og góðir grannar, og onkur kundi vera so órímiligur – helst í bennivíni – at hann ikki var grannhavandi. At skora hatta –a- inn millum grann og træ er púra óneyðugt. Tað er
av ymiskum og áhugaverdum tilfari um føroysk viðurskiftir. Her eru eitt nú ummælir og umrøður av átta verkum, harímillum tí nýggju ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum, bókini Toftanes eftir Steffen Stummann [...] Stummann Hansen og Eikirótum eftir Zakarias Wang. TJALDUR vendir sær fyrst og fremst til týskar lesarar, og ein partur av blaðsins tilfari er tikið úr føroyskum bløðum og umsett til týskt. Men í hvørjum [...] spønir og sakk við Søltuvík í Sandoy í november 1895. Í greinini, sum byggir á ein hóp av ymiskum tilfari, fylgir Wildraut skipi og manning frá tí tey fóru úr Dundee í Skotlandi tann 16. nov. 1895 og til
kundi beint út eftir fjørðinum, tá ið loyst varð. Umsíður fingu teir akkerið upp. Skipið vendi og sigldi út eftir fjørðinum. Klokkan var tá eitt korter til tíggju. Tað var bølamyrkt, og tað var ikki eitt [...] Páll f. 1948 og Marino f. 1949. Her kann vera nevnt, at javnaldrar og skúlafelagar hjá Ólavi vóru millum aðrar Jógvan Purkhús og Janus Jacobsen. Jógvan fór sjálvur í læru á bedingini, og hann minnist [...] Holsteinsborg og suður aftur. Nú skal skipið aftur um hav til Danmarkar. Her er nógv at gera. Byrjað varð at lossa tann 28. kl. 9 á morgni, og arbeitt verður til kl. 19 á kvøldi. Morgunin eftir, tann 29.,
málingarullu og svamp og tað gongur skjótt fyri seg, eins og hann nýtir skabelónir og blørðuplast til ymsar effektir í myndunum. Og tó at tað ber illa til at brigsla nøkrum listafólki teirra virkisfýsni og effektir [...] yrkislist, sum heilt náttúrliga eru í einum og hvørjum samfelag. Yvirskriftin sipar hervið breitt til okkum øll, tín og mín og ta føroysku listfatanina og ikki bert til Kára Svensson, ið væl skiljandi [...] til føroyskt og enskt við nokkso fitt av myndum; í hesi nýggju bókini eru útivið 70 myndir. Bókin er prýðilig og veitir nøktandi yvirlit yvir samlaða verkið hjá Kára Svensson higartil. Tað er listfakligi
fortíðina; og eitt nú sjálvboðið arbeiði er nakað, sum eyðkennir ta fyrstu tíðina í nógvum nýstovnaðum feløgum, tiltøkum og stovnum – seinni hava professionalisman og tað lønta arbeiðið meira at siga; og soleiðis [...] kent endursendingina av morgunlestrinum sum sína sending og hava trúliga lurtað og sitið við sálmabókini og sungið við – ikki bara á ellis- og røktarheimum, men eisini heima við hús. Tað hevur verið nevnt [...] sum tosar enskt, eitt nú ein íslending, so verður hetta sent beinleiðis í tíðindunum, uttan at verða týtt til føroyskt. Hjá teimum yngru ættarliðunum er tað púra sjálvsagt at skilja og tosa enskt. Men hjá
Føroya. …og skeið Skeiðsdepilin, sum nú hevur nøkur ár á baki, er samstarv millum Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn. Depilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving og bjóðar skeið og útbúgvingar [...] miðnámsútbúgvingina HH og lærlingaútbúgvingar. FHS og HH Handilsskúlin bjóðar á FHS og HH nakrar av teimum vanligu lærugreinunum, sum eru kendar frá fólkaskúlanum, men eisini fleiri nýggjar og spennandi lærugreinir [...] innan handil og búskap. Undirvísingin er sera fjøltáttað og fevnir m.a. um floksundirvísing, bólkaarbeiði, einstaklingsarbeiði, kanningarferðir, verkætlanir, evnisdagar og námsferðir (innan- og uttanlands)