Fish Expo Faroes
Á Faroe Agency starvast tilsamans seks fólk, og stjóri er Árni Dam. Hini fimm fólkini eru Karl-Erik Reynheim, Maria á Lava, Vivi Árnastein og síðan tveir russar. Annar av russunum, sum er úr Arkangelsk, hevur starvast hjá felagnum í tilsamans níggju ár og tosar flótandi føroyskt. Hin, sum er úr St. Pætursburg, hevur verið hjá felagnum í eini 3-4 ár, skilir væl føroyskt og tosar flótandi enskt.
Hesir báðir menninir hava eins og hini starvsfólkini hjá Faroe Agency verið holl í fyritøkuni, nú felagið gjøgnum fleiri ár hevur havt so nógv samskfti við russar í Føroyum.
Fjølbroytt virksemi
Árni Dam er kanska serliga kendur sum russiskur skipsumboðsmaður, og fyri fáum árum síðan varð hann eisini alment útnevndur sum russiskur konsul í Føroyum.
- Okkara básur á Fish Expo Faroes 2009 liggur væl fyri, beint við inngongdina, og vit fara at verða væl mannaði, meðan stevnan varir.
Stjórin sigur, at tey serliga fara eftir at halda samband við føroyskar útflytarar, sum tey arbeiða nógv fyri, samstundis sum tey fara at hyggja seg um eftir øðrum og nýggjum sambondum.
- Vit hjálpa nógvum útflytarum við pappírsarbeiði og avgreiðslu annars, og tá er hetta ikki bara til Ruslands, Ukraina og onnur lond eystanfyri, men eisini í sambandi við útflutning til eitt nú USA.
Hann sigur, at Faroe Agency soleiðis eisini samstarvar við stórar føroyskar fiskaútflytarar, bæði av laksi, gulllaksi, sild, makreli og øðrum fiski og fiskavørum.
Gott samstarv
Árni Dam sigur, at felagið hevur nógvar uppgávur í sambandi við útlendingar í Føroyum og partvís við føroyingar, sum fara uttanlands.
- Hetta samstarv snýr seg í fyrsta lagi um, at vit umboða skip og reiðaríir í fleiri londum, bæði eystanfyri og vestanfyri og longur burturi í heimi. Vit hjálpa soleiðis reiðaríum við øllum møguligum uppgávum, eins og vit hjálpa fólki, sum koma higar til lands, við at fáa visit-visa og annars í aðrar mátar.
Stjórin í Faroe Agency sigur, at um nakrar dagar kemur soleiðis ein heil skipsmanning, samstundis sum ein onnur manning fer heimaftur.
- Vit hava avtalu við løgregluna í Føroyum og við russisku myndugleikarnar um, at tað eru vit, sum syrgja fyri, at fólk, sum koma higar, koma upp á pláss, eins og vit syrgja fyri, at fólk, sum eitt nú mynstra av skipum, fara av landinum aftur.
Árni sigur, at samstarvið millum Faroe Agency, løgreglu og føroyskar og russiskar myndugleikar øll árini hevur verið sera gott – ja, fyrimyndarligt, sum hann rópar tað.
Koma og fara
- Av og á koma eisini serkøn fólk higar úr eitt nú Ruslandi til Føroya at umvæla russisk skip í Føroyum, og í summum førum eru hesi fleiri í tali. Tá krevst av okkum, at vit brúka tíð og orku upp á at fáa viðurskiftini hjá teimum upp á pláss – at hesi fólk koma upp á pláss, og at tey fara heimaftur, tá tíðin kemur, sigur stjórin í Faroe Agency, Árni Dam.