Tað kann tykjast løgið, at tað var hendan døkka og ófrættakenda orðingin úr blinda liðnum hjá Christiani Matras, sum kom til hugs, tá eg stóð umgyrd av fagurlittu myndum Kára Svenssons í Listaskálanum kavaljósa fríggjadagin í farnu viku. Tí framsýningin er sum so ljós og væl skipað við nógvari og góðari frástøðu millum tey einstøku verkini. Tíverri er henda framsýning harumframt enn eitt rópandi dømi um áleikandi trupulleikarnar í føroyskari myndlist, sum m.a. standast av okkara stikni til at skilja í millum tey ymsu støðini í listini frá ríka undirstøðinum av amatørlist til klæna tindin av framúrskarandi yrkislist, sum heilt náttúrliga eru í einum og hvørjum samfelag. Yvirskriftin sipar hervið breitt til okkum øll, tín og mín og ta føroysku listfatanina og ikki bert til Kára Svensson, ið væl skiljandi man vera fegin um at hava sína aðru serframsýning í Listasavni Føroya uppá bert fimm ár.
Virkisfýsni
Tær flestu av teimum framsýndu myndunum hjá hesum sera effektiva málaranum eru nýggjar, málaðar í hesum árinum, ið sum kunnugt bert bert er góðan mánaða gamalt. Umframt penslar nýtir málarin eyðsýniliga spartil, málingarullu og svamp og tað gongur skjótt fyri seg, eins og hann nýtir skabelónir og blørðuplast til ymsar effektir í myndunum. Og tó at tað ber illa til at brigsla nøkrum listafólki teirra virkisfýsni og effektir, tykist tað skjóta, grunna árinið heldur trupult í tílíkum ekspressivum náttúrutulkingum, ið onkursvegna látast at innihalda náttúruromantiska dýpd og tilveruliga leitan.
Listabøkur
Listasavn Føroya hevur ongantíð áður verið effektivari, um metast skal út frá mongdini av listabókum, ið savnið gevur út. Hetta er tó ikki talan um veruliga savnsgransking, men mest um styttri presentatiónir av útvaldum listafólkum úr Felagnum Føroysk Myndlistafólk. Bókin um Kára Svensson er bygd yvir sama leist sum hinar bøkurnar við einum lutfalsliga stuttum teksti um listafólki, ið er skrivaður á donskum og síðani týddur til føroyskt og enskt við nokkso fitt av myndum; í hesi nýggju bókini eru útivið 70 myndir. Bókin er prýðilig og veitir nøktandi yvirlit yvir samlaða verkið hjá Kára Svensson higartil. Tað er listfakligi ráðgevi listasavnsins, Dagmar Warming, ið hevur skrivað tekstin, sum er einar ellivu A4 síður til støddar og hann er sum so væl úr hondum greiddur, um eitt sindur svøvnligur at lesa við teimum mongum generellu staðfestingunum à la: “Umframt avsendaran, listafólkið, er ein boðberi, listaverkið, og ein móttakari, áskoðarin. So ber altíð til at kjakast um nær ið listin kemur fram. Kemur hon fram, tá ið skaparin, listafólki, heldur verkið vera liðugt og sendir tað út í heim? Ella kemur hon, tá ið verkið sveimar í tí rúmi, har tað skal vera sjálvstøðugt, líka til ein áskoðari tekur í móti tí? Ella kemur listin ikki fyrr enn í tí løtu, áskoðarin tekur ímóti verkinum?” (s.12). Warming greiðir frá um Svensson, ið er umhildin listamaður: “Verkini hjá Kára Svensson eru ikki leingi í málistovuni ella framsýningarhølunum, fyrr enn tey verða seld og móttikin.” (s.14). Víðari greiðir hon frá hvussu Svensson spakuliga nærkaðist listini til hann í 1993 kundi gera listina til sítt lívsstarv. Menningin í hansara verki verður lýst sum klingrut, heldur enn reglurøtt, tengd at ringrás árstíðarinnar: “..hansara list snýr seg ikki bara um náttúruíblástur, men ofta um eina stilla tilverudimensjón. Haraftrat kemur gleðin í tí at mála. Stutt og greitt. Ikki er neyðugt við so nógvum fínum og útgreinandi orðum.” (s.10). Myndatilfarið avdúkar, at Kári Svensson øll árini hevur verið sera opin fyri inspiratiónskeldum frá føroyskum fyrimyndum sum Hans í Mikladali, Zachariasi Heinesen, Astri Luihn til norðurlendskar fyrimyndir sum t.d. Kjeld Nupen og Per Kirkeby.
Lekrir litir
Myndirnar, sum hanga í forhøllini líkjast teimum trýbýttu, vertikalu kompositiónunum sum Kári Svensson fekst við í 90´unum við týðiligari inspiratión frá Ingálvi av Reyni. Flestu myndirnar, sum hanga inni í salinum eru bygdar upp av fleiri horisontalum ella vertikalum lindum, ið tilsamans mynda eitt abstrakt landslag í lekrum, dekorativum litsamansetingum av t.d. ráhvítum, lilla og turkis og pink ella orange. Oman á lindunum sæst eitt nú malargrót, ella menniskjaskap, ella skabelónkendir fuglar, sum sveima á skák eftir myndaflatanum. Onkur av hesum myndum minnir innihaldsliga um Mikines og mynd hansara “Vetrarmorgun” (1958), meðan grunni og effektjagstrandi málihátturin minnir meira um myndirnar hjá áðurnevndu listakvinnuni, Astri Luihn. Tað kundi verið eitt skemtiligt listasøguligt poeng í hesari samanseting í stíl við “Mikines goes pop”, men er tað eftir øllum at døma ikki.
Ein glotti
Sum heild er hendan framsýning enn eitt dømi um, at Listaskálin í sínum framsýningum raðfestir meira sum eitt privat gallarí í mun til hvat selir enn í mun til veruliga, listaliga góðsku. Hetta er skeivt, tí talan er um okkara tjóðarlistasavn, hvørs framsýningar eyðvitað hava stórt og tungt signalvirði. Hetta skuldi verið púra óneyðugt at gjørt vart við hjá tygara í grundini stríðsskýggjandi ummælara, sum ávegis út úr Listasavninum bar eyga við eina røð av nýggjum fotomyndum hjá Kára Svensson, sum hann hevur tikið av seyðarhøvdum. Við teirra líkskapi við kyrrlutamyndir í barokktíðini og við teirra átrúnaðarligu assosiatiónum sum heild, eru hesar myndirnar øðrvísi. Tær tykjast kanska eitt sindur ungdómsligar, men eru eisini merktar av einari inniligari, religiøsari leitan, ið kennist sum heild erligari og harvið eisini áhugaverdari enn málningarnir.
Framsýningin er opin til 8.mars. Bókin Kári Svensson fæst til keyps fyri 250 krónur. Upplatingartíðir o.a. sæst á HYPERLINK "http://www.art.fo" www.art.fo