Fyrst skal verða greitt frá degnum tann 29. januar 1959, soleiðis sum greitt er frá í nýkomnu bókini Skibet der Forsvandt.
Hans Hedtoft er komin aftur til Julianehåb dagin fyri ætlaðu fráferðini til Danmarkar. Julianehåb var fyrsta havnin, tá ið komið var úr Danmark. Hans Hedtoft hevur siglt frá býi til bý upp til Holsteinsborg og suður aftur. Nú skal skipið aftur um hav til Danmarkar.
Her er nógv at gera. Byrjað varð at lossa tann 28. kl. 9 á morgni, og arbeitt verður til kl. 19 á kvøldi. Morgunin eftir, tann 29., skuldi verið byrjað at lossa kl. 6 á morgni, men vegna ringt veður varð ikki byrjað fyrr enn tveir tímar seinni. Gjøgnum dagin varð arbeiðið steðgað fleiri ferðir orsakað av kavaroki. Arbeiðararnir vóru í øðini. Í slíkum veðri var vanligt als ikki at arbeiða, men KGH koyrdi á at fáa arbeiðið gjørt skjótt, tí skipið skuldi avstað so skjótt sum gjørligt fyri at halda ferðaætlanina. So tað mátti arbeiðast yvir í tríggjar tímar.
Umframt vanliga frakt var tað alt tað persónliga góðsið hjá ferðafólkinum, sum skuldi við. Her var flytigóðs og kuffert við klæðum, skóm, bókum og nógv annað.
Tað var stór bíðirøð eftir ferðaseðlum til Hans Hedtoft. Tað var so sjáldan, at møguleiki var fyri at sleppa til Danmarkar hesa árstíðina. Tey vóru mong, sum vildu sleppa við, og bíðilistin bara vaks.
Avgreiðslumaðurin hjá KGH í Julianehåb Ole Rask skuldi so taka avgerðina um, hvør ið skuldu sleppa við. Her var til dømis ein kvinna við læknaváttan um, at hon skuldi koma undir viðgerð í Danmark sum skjótast. So mátti ein timburmaður takast av listanum. Hesin gjørdist í øðini. Tað vóru fleiri slíkar tilvildir, sum avgjørdu lív ella deyð.
Eitt av ferðafólkinum var landsráðslimurin og fiskimannafelagsformaðurin Carl Egede, sum var umrøddur í fyrru greinini. Hann fekk eina serliga orsøk til at ivast í, um hann skuldi fara. Hann hevði beint fingið at vita, at kona hansara, sum hevði havt tuberklar, hevði fingið afturstig. Men tað var eisini umráðandi, at hann fór til Keypmannahavnar. Hann skuldi nevniliga vera við til samráðingar um føroyskar útróðrarstøðir í Grønlandi, so hann fór kortini. Hann fekk at vita, at um konan ikki var beinleiðis deyðasjúk, kundi hann saktans fara.
Um kvøldið var klárt at fara, og Hans Hedtoft loysti. Men her hendi eisini nakað løgið. Manningin á Hans Hedtoft fekk ikki akkerið upp. Meðan manningin baksaði við hetta, snaraði skipið sær á, so tað kom at liggja við reyvini móti fjarðarmunnanum. Tað skuldi annars liggja øvugt, so siglast kundi beint út eftir fjørðinum, tá ið loyst varð. Umsíður fingu teir akkerið upp. Skipið vendi og sigldi út eftir fjørðinum. Klokkan var tá eitt korter til tíggju. Tað var bølamyrkt, og tað var ikki eitt ljós at síggja eftir øllum fjørðinum. Skipið blunkaði tríggjar ferðir við at tendra og sløkkja alt ljós umborð á skipinum. Síðan vóru trý stutt ýl við horninum sum eitt endaligt farvæl. Havnameistarin, sum hevði eygleitt alt hetta, fekk eina merkiliga ófrættakenslu.
Um náttina sendi skipið fleiri ferðir boð um veður, vind og positón. Alt var sum tað skuldi vera. Kl. 13.56 kom sjokkið, og tað var neyðarkallið.
------------------------
Familjan Strøm skuldi við Hans Hedtoft
Dagin eftir greinina um Hans Hedtoft tann 30. januar frætti eg frá Randi Strøm á Tvøroyri.
Hon greiddi frá, at Hans Hedtoft rørdi við nakrar kenslur hjá sær og beiggja sínum. Tey skuldu nevniliga havt verið við Hans Hedtoft feigdartúrin!
Pápi hennara, Sigmund Strøm úr Trongisvági, sum var timburmaður, fór í 1952 til Julianehåb at arbeiða sum verkstaðsleiðari hjá GTO, sum merkir Grønlands Tekniske Organisation.
Í 1954 fór mamman Olna við teirra tveimum børnum til Julianehåb at búgva. Olna var ættað úr Hvalba, fødd Vest. Tey ferðaðust yvir við Dronning Alexandrine. Tey komu at búgva nakað ovalaga í býnum. Randi verður so fødd í Grønlandi í 1956.
Sigmund var eina óførur myndatakari, og hann átti eisini eitt framkomið myndatól. Eftir hann liggja nógvar myndir úr Julianehåb. Tá ið Randi seinni hugdi eftir myndum frá teirra tíð í Grønlandi, vóru fleiri av Hans Hedtoft, millum aðrar har hann liggur flaggskrýddur við kai í Julianehåb.
Tá fortaldu foreldrini, sum nú bæði eru deyð, at meiningin var, at tey skuldu sigla heim við Hans Hedtoft fyrsta túrin.
Tey skuldu nevniliga flyta aftur til Føroyar. Alt var pakkað niður, stovan var full av kassum, sum Sigmund hevði gjørt, fyltir við møblum og annars við tí, sum var í húsinum.
Men beint áðrenn fráferðina kemur boð um, at avloysarin hjá Sigmundi, ein dani, ikki kundi koma fyrr enn tríggjar mánaðir seinni. Har var einki at gera. Tey máttu avlýsa ferðaseðilin við Hans Hedtoft.
Mamman segði, at tey vóru sera vónbrotin. Tey høvdu verið so leingi burtur, og tey gleddu seg at koma heim.
Randi var tá bert tvey ára gomul, so hon minnist einki til hetta. Men beiggjarnir, Tóri og Petur, sum vóru 6 og 10 ár tá, mintust hetta væl. Petur er deyður seinni.
Var umborð á Hans Hedtoft.
Tóri minnist, at tey øll vóru umborð á hesum flotta skipi, tá ið tað lá við kai í Julianehåb. Hetta var spennandi serliga hjá dreingjum.
Tóri minnist eisini væl hendan ræðuliga dagin 30. januar. Hann og beiggi hansara vóru úti og spældu, tá ið Petur tekur hart í hann. Hann hevði hoyrt í einum radio í onkrum húsi, at okkurt var hent við Hans Hedtoft. Teir runnu heim at vita, hvussu vorðið var.
Heima merkti Tóri tann álvarsama stemningin. Bæði foreldrini lurtaðu, helst hevur tað verið á fiskabylgjuni, eftir gongdini við søkkandi skipinum. Tað bar til beinleiðis at fylgja samskiftinum við Hans Hedtoft.
Tóri sigur, at hann enn minnist orðini frá telegrafistinum á Hans Hedtoft: “Vi synker! Vi synker!” Og so var tøgn. Tóri gloymir ikki hesa røddina á Carl Dejligbjerg, sum var ein royndur fjarritari.
Hóast tey vóru skakað, vóru tey sjálvsagt takksom fyri, at tey sjálvi vóru sloppin undan tí vissa deyðanum.
Tey kom heim seinni um summarið, men nú flugu tey. Flogvøllur var nærindis Julianehåb í Narsarsuak. Flogið var við Flugfelag Íslands til Keypmannahavnar umvegis Reykjavík og Glasgow. Men Olna hevði fingið ein slíkan hvøkk, at hon føldi seg ikki ov trygga við at flúgva. Men tað gekk væl.
Sigmund hevði fyrr verið rættiliga nær deyðanum. Hann róði út í Grønlandi í 1939 og kom heim hin tiltikna túrin hjá Niels Finsen, tá ið tað var um reppið, at hann gekk burtur saman við 250 øðrum útróðrarmonnum.
Hann var ein av teimum sum var í lastini og ikki slapp upp. Einaferð koma boð frá brúnni, um tað var nakar snikkari við. Jú, Sigmund meldaði seg til. Tá var tað fjarritarin, sum var dottin í illveðrinum og hevði brotið armin. Sigmund skuldi so smíða ein skinnara til tann brotna armin. Lønin var uppí munnin av whisky!
Tóri og Randi greiða frá, at tað var ongantíð tosað um hetta við Hans Hedtoft heima. Tað var í veruleikanum av tilvild, at tey fingu hetta at vita, tá ið Randi fann hesar myndir.
-------------------------
Ólavur var ein serligur drongur
Tað gekk heilt øðrvísi við Ólavi Guðjónsson. Hann var føddur í juli 1943, var 15 ára gamal, og skuldi havt lívið frammanfyri sær.
Pápi hansara var Hans Gudjónsson úr Klaksvík og mamman var Oluffa f. Jacobsen ættað úr Fuglafirði. Pápi hennara var vanliga kallaður Kalurin.
Foreldrini hjá Hans vóru Marino Gudjónsson, sum var úr Reykjavík og Anna Maria Joensen úr Klaksvík. Tey búsettust fyrst í Víkunum, seinni í Dalinum í Uppsølum.
Hans var fiskimaður, og hann vildi sum nógvir føroyingar royna nakað nýtt. Hann fór í 1954 yvir til Grønlands at fiska rækjur, sum tá var forkunnugt hjá føroyingum.
Honum dámdi so væl í Grønlandi, at nøkur ár seinni í 1956, flutti Oluffa eisini yvir við fimm av teirra seks børnum. Tey vóru fimm synir og ein dóttir, sum var eftir í Klaksvík. Tey búsettust í Narsaq í Suðurgrønlandi.
Ólavur hevur verið ein stórur drongur, tá ið hann fór úr Klaksvík, og honum longdist aftur hagar, har hann hevði skyldfólk og vinir. Tá ið Ólavur so fer úr skúlanum og einki serligt er at gera í Narsak, fær hann pláss sum smiðjulærlingur á bedingini hjá Kjølbro í Klaksvík. Nú kundi hann sleppa heim aftur. Hann skuldi búgva hjá fastur síni Ingibjørg, vanliga kallað Gajan, og manni hennara Jákup Heinesen, sum hevði skaffað honum læruplássið. Tað var hann, sum skrivaði bókina um Ekliptika, sum eisini gekk burtur við mann og mús, millum øðrum pápa Jákup, sum eisini kallaðist Jákup Heinesen.
Gaja var gumma Ólav, og hon hevði gjørt honum kamarið klárt, til hann skuldi koma. Hon minnist eisini Ólav sum ein fittan og skilagóðan drong.
Seinasta myndin av Ólavi.
Hjá Ólavi var tað sjálvsagt spennandi at sleppa heim fyrsta túrin hjá hesum nýggja skipi. Mamman og tann yngri beiggin Oddfríður fylgdu Ólavi oman á kaiuna í Narsaq til rutubátin, sum sigldi til Julianehåb, har Ólavur skuldi fara umborð á Hans Hedtoft sama dag. Hetta var um ein tími at sigla. Pápin kundi ikki koma við, tí hann var til skips uppi við Holsteinsborg. Mamman hevur sum rímiligt er verið tung um hjartað. Hon visti, at í besta fall vóru tað mánaðir og kanska ár, til tey fóru síggjast aftur.
Við á ferðini til Julianehåb var ein fotografur. Hann tók á sjómansheiminum í Julianehaab eina mynd av Ólavi, sum familjan fekk aftaná. Hetta er teirra síðsta minni um hann. Tað er hesa einastandandi myndina, sum vit nú í síni heild kunnu vísa okkara lesarum. Her síggja vit ein eygagóðan drong, sum beint er farin heimani frá, og nú skal byrja eitt nýtt skeið í lívinum.
Tað næsta tey hoyra í útvarpinum longu dagin eftir, eru tey skakandi tíðindini um, at Hans Hedtoft hevur siglt á eitt ísfjall. So var at fylgja við, til skipið var sokkið nakrar tímar seinni. Tá var veruliga øll vón sløkt, hóast vónað hevur verið til leitingin helt uppat.
Beiggin Oddfríður minnist Ólav sum ein fittan og kvikan drong, sum var millum teir næmingar, sum dugdu væl í skúlanum. Hann var nakað fyri seg sjálvan og var ein sjálvstøðugur drongur.
Oddfríður, f. 1945 kom sjálvur seinni í 1959 at yvirtaka læruplássið hjá Ólavi í Klaksvík, og hann kom at búgva hjá fastrini, har Ólavur skuldi búgva. Men eftir eitt ár fór hann kortini til Danmarkar, har hann fór at lesa og búsettist. Restin av familjuni flutti eisini til Danmarkar.
Gott ummæli um beiggjan
Oddfríður skrivar um beiggja sín:
“Ólavur var en dreng, der altid tænkte dybere over tingene, inden han tog en beslutning. Jeg kan huske, når vi om vinteren stod på ski sammen. For os andre var det kun en leg, men Ólavur, der altid arbejdede målrettet, skulle først lave beregninger i forhold til skihopbakken, så han kunne udføre de længste hop. Dette prægede Ólavur ved altid at udføre det, han foretog sig, bedst muligt.
Jeg husker min bror som en aktiv dreng med flere interesser, bl.a. musik, han spillede selv mundharpe, svømning, skøjter og skiløb. I skolen var han en dygtig elev, der nåede gode resultater. I fritiden læste han mange bøger. Han havde ambitioner for fremtiden, men mulighederne på Grønland var små. Han glædede sig derfor til at komme tilbage til Færøerne og begynde på sin uddannelse. Jeg er sikker på, at Ólavur ville have nået gode resultater i livet, hvis han havde fået muligheden.
Det var med blandede følelser og dybe tanker, jeg overtog den læreplads, der skulle have været Ólavur’s start på hans karriere.”
Hini systkini hjá Ólavi vóru: Sólbjørn f. 1935, Sondy f. 1939, Páll f. 1948 og Marino f. 1949.
Her kann vera nevnt, at javnaldrar og skúlafelagar hjá Ólavi vóru millum aðrar Jógvan Purkhús og Janus Jacobsen. Jógvan fór sjálvur í læru á bedingini, og hann minnist væl, at Ólavur skuldi koma. Tí var tað eisini á arbeiðsplássinum ein hvøkkur, at tað gekk sum tað gekk.
Tað sama var sjálvsagt hjá fastrini, sum skuldi hýsa Ólavi og annars hjá ættinni.
-------------------------
Minningarorð um Richard
Hin føroyingurin, sum fórst var Richard Jacobsen úr Sandvík. Vit greiddu eitt sindur frá honum í fyrru greinini. Í Dimmalætting vóru beint eftir vanlukkuna minningarorð um Richard, undirskrivað “bygdarmaður. Vit taka nøkur brot burtur úr:
“Richard var av fermastu unglingum. Av góðum bergi brotin. Pápin var hin kendi sandvíkingurin Jákup á Hólum. Mamman var Maria Sofía úr Geilagarðinum í Skúvoy.
Tað er eitt av skaldum okkara, sum tekur soleiðis til: “Vit spyrja so ofta, hví er tað so, at vanlagnan bert ber til summi boð, og hví er tað meg hon rámar?”
Hetta kann av sonnum sigast um Hólafólkið. Pápabeiggi Richards var giftur í Skúvoy, og gekk hann burtur har í best árum. Eitt systkinabarn hansara doyði við Florens í 1927, og eitt annað systkinabarn doyði við einum donskum báti undir seinna heimsbardaga. Ein beiggi hansara sló út undir Íslandi við Morning Star í 1930, og ein annar beiggi sló út við Godthaab, eisini undir Íslandi í 1936.
Sum so mangur annar av ungu landsmonnum okkara leitaði Richard sær burtur, tí so lítlir møguleikar eru her á landi. Hevði hann verið ein drumbur, so hevði hann kanska livað enn. Tó Harrin kennir alt. Men hann var framúr góður maður, og tessvegna hevði Grønlandshandilin boð eftir honum og setti hann til annan stýrimann á besta skipinum í felagnum. Tí skipinum sum sagt var um, at tað kundi ikki farast á sjógv, men Harrin man lagnuna ráða.
Samhugur okkara leitar til gomlu mammu hansara og til konuna og tær báðar smáu døturnar, sum enn ikki duga at skilja, hvat tær hava mist.”
Í fyrru greinini um vanlukkuna var sagt, at dóttir Richard eftir at pápin var deyður, fekk navnið Rikka. Tað rætta er Richa. Hetta var so nær uppá pápanavnið, sum tað kundi vera.
Henda grein skal tískil vera til minnis um teir av okkara landsmonnum, sum mistu lívið við Hans Hedtoft.