Eitt tað fyrsta útvarpsminnið hjá mær er eitt spennandi hoyrispæl í barnaútvarpinum um Loyndarmálið, sum Sú, Rók og Dávid funnu útav. Tá vóru ikki nógvar føroyskar barnabøkur, so tað var sera forkunnugt at hoyra eina góða søgu sum hesa. Annars sendi útvarpið ikki so leingi tá, fyrst í sekstiárunum. Har var ein tími um morgunin og ein á middegi, og so eitt sindur longri um kvøldið. Týskvøld var barnasending; men umframt hana minnist eg væl tey frálíku hoyrispølini, sum ofta vóru á skránni leygarkvøld. Hetta var, áðrenn ungdómsmentanin hevði breitt seg út yvir alt – tey ungu, sum vildu hoyra nútímans tónleik, máttu klára seg við radio Luxemburg.
Men fólk vóru sum heild góð við útvarpið, bæði lurtarar og tey, sum gjørdu sendingar. Hetta, sum eg nú sigi, kann eg sjálvsagt ikki prógva, men eg haldi ikki, at eg fari skeiv, um eg sigi, at tað heldur var eldhugur enn peningalig løn, sum fingu fólk uttan fyri stovnin at vera við í sendingum. Fólk mintust, hvussu tað var ikki at hava nakað føroyskt útvarp. Heldur ikki vóru so nógvir aðrir miðlar, hvørki sjónvarp ella alnót. Tá ið Útvarp Føroya ikki sendi, stóð sum oftast á norðmanninum ella Tórshavnar Radio.
Vit skulu ikki venda aftur til fortíðina; og eitt nú sjálvboðið arbeiði er nakað, sum eyðkennir ta fyrstu tíðina í nógvum nýstovnaðum feløgum, tiltøkum og stovnum – seinni hava professionalisman og tað lønta arbeiðið meira at siga; og soleiðis eigur tað helst at vera. Hetta nevni eg, fyri at vit kunnu hava í huga, at tað eru hesi fólkini, sum vóru við til at taka undir við tí fyrstu byrjanini av Útvarpi Føroya, sum nú eru teir gomlu lurtararnir. Hesa kenslu av at vera góð við Útvarpið kunnu tey ungu av góðum grundum ikki kenna – hjá teimum er Útvarpið ein sjálvfylgja og bert eitt av mongum tilboðum bæði í radio, sjónvarpi og á alnótini. Og tað tykist, sum er støðan sum kappingarneyti tikin fram um støðuna sum tað almenna útvarpið í hugaheiminum hjá teimum, sum nú avgera innihaldið í Útvarpi Føroya.
Eitt alment útvarp má vera fyri allar lurtarar, hvussu fjølbroytt vit enn eru. Eisini fyri allar aldursbólkar. Og tað er serliga her, at Útvarp Føroya við síni núverandi manning og skrá fullkomiliga tykist at hava gloymt, at tað eisini eru gomul og tilkomin fólk í lurtaraskaranum.
Nú hevur mest verið at hoyrt um endursendingina av morgunlestrinum – nakað, sum er rættiliga óviðkomandi fyri yngru ættarliðini, sum annaðhvørt kunnu lurta tíðliga um morgunin, fara á alnótina ella als ikki lurta. Tey gomlu harafturímóti hava kent endursendingina av morgunlestrinum sum sína sending og hava trúliga lurtað og sitið við sálmabókini og sungið við – ikki bara á ellis- og røktarheimum, men eisini heima við hús.
Tað hevur verið nevnt, at grundin til, at endursendingin av morgunlestrinum mátti strikast, var at halda fast við lurtararnar allan fyrrapartin, so teir ikki skiftu til aðra rás. Her verður sjálvsagt fyrst og fremst hugsað um lurtarar í yngru ættarliðunum. Men hvussu er støðan hjá teimum gomlu og stórum parti av teimum tilkomnu? Tað kann gott vera onkur sending í Útvarpinum, sum hevur áhuga, men ímillum innsløgini verður spældur tónleikur, sum í oyrunum á flestøllum gomlum og nógvum tilkomnum ljóðar so andskræmiliga, at tey skunda sær at sløkkja – og hoyra so ikki restina av sendingini, ið kanska annars var áhugaverd. Hvør munur er á at missa lurtarar á henda hátt, og so av, at onkur skiftir rás vegna eina endursending av morgunlestri? Kanska tann, at hinar rásirnar spæla sama slag av tónleiki, so at radio verður sløkt, í staðin fyri at skift verður til aðra rás? Sum gamal ella tilkomin lurtari situr tú eftir við teirri kenslu, at tey, sum leggja skránna, hugsa sum so: Vit leggja einki í, um tey gomlu og tey tilkomnu “skrúva av” útvarpinum, tí tey fara ikki yvir til hinar rásirnar, men tey yngru skifta til Rás 2, og tað má ikki henda.
Hyggja vit at, hvørjar tónleikasendingar eru horvnar úr skránni, so eru har lutfalsliga nógvar sendingar, ið hava havt lurtarar millum tilkomin og gomul: Tónleikasendingarnar hjá Ova Olsen, Leygarmorgun í studio 5 við Arna Thomsen, Harmonikutónarnir hjá Flóvin Jacobsen og Menuettin við Jóannes S. Hansen. Saknur er í teimum! Ein lítil sending við klassiskum tónleiki er komin í staðin, men við so ringari senditíð, at tað næstan kann gera tað sama.
Men fyri ikki bert at finnast at, fari eg at takka Útvarpinum fyri, at Jónleif Johannesen er sloppin at gera sendingar um føroyskan dans. Tað var tíð uppá, at kvøðing og dansur aftur fingu rúm í almenna mentanarberanum!
- - -
Eitt heilt annað fyribrigdi, sum stuðlar fatanini av Útvarpinum sum Ungdómsútvarp, er mátin, sum ensk tala verður send í eitt nú tíðindasendingum. Er ein samrøða við ein persón, sum tosar enskt, eitt nú ein íslending, so verður hetta sent beinleiðis í tíðindunum, uttan at verða týtt til føroyskt.
Hjá teimum yngru ættarliðunum er tað púra sjálvsagt at skilja og tosa enskt. Men hjá fólki oman fyri eini 45 ár er hetta ikki so. Kanska lærdu vit eitt sindur av enskum í skúlanum, men enskt var ikki fyrsta fremmandamál og varð als ikki nýtt í gerandisdegnum. Ein rættiliga stórur partur av tilkomnum og gomlum føroyingum skilja ikki nóg væl enskt til at fáa nakað sum helst burturúr einari enskari samrøðu í eini tíðindasending! Eftir situr tú bara við einari kenslu av, at nú var tað aftur “Ungdómsútvarp Føroya”, sum sendi.