Tað sigst, at einaferð ein maður spurdi Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professara í málfrøði, hvat hann tókst við, svaraði professarin
»Eg eri málmaður«
»Ja so. Og hvørjum máli stendur tú í?«, spurdi maðurin
»Í tí føroyska málinum«, svaraði hann.
Eitt lítið skálkabros sníkir seg fram í eygunum á skjótt 75 ára gamla málmanninum við minnið um hesa søguna. Hóast ágangurin á føroyska málið mangan hevur verið ógvusligur og skotini hørð, er sinnið lætt og blídligt og uttan feril av møði. Men sjálvt um hansara bjargingar í málinum hava verið nógvar og neyvar, er okkurt, hann kundi hugsað sær øðrvísi
- Onkuntíð vildi eg ynskt, at eg var djarvari og tordi betri at kasta meg út í orðastríðið út á vøllinum, viðgongur hann
- Hinvegin havi eg altíð verið sannførdur um, at best er at fara varisliga fram og bíða, til rætta løtan er komin.
Eina slíka løtu var tað, at fjølmiðlafólk eitt mikukvøld í mars mánað í 1984 vóru savnað á fundi við Jóhan Hendrik W. Poulsen. Orsøkin var eitt nýtt tól, sum var farið at síggjast meir og meir runt um á miðlunum. "Computari" kallaði onkur tað, meðan onnur hildu uppá, at hetta æt ein dátutól. Hvørki hóvaði tó fjølmiðlafólkunum serliga væl, og tí var farið til professaran í málfrøði at biðja um hjálp.
- Eg byrjaði at spæla mær við ymisk orð, eitt nú tað íslendska 'tølva', sum eg tó ikki helt riggaði, tí tað sipar til orðið vølva, sum ikki gevur sama hugasamband á føroyskum. Til endan tók eg so dik á meg, og skjeyt orðið 'telda' upp fyri fjølmiðlafólkunum, minnist Jóhan Hendrik.
Hann leggur afturat, at hóast ongin hevði nakað ímóti orðinum, trýr hann ikki, av at nakar av teimum tá dugdi at ímynda sær, at 'telda' fór at verða eitt tað mest nátúrliga orðið á føroyskum eini 20 ár seinni.
- Tað er eisini hetta, sum hevur gjørt mítt starv so spennandi og ríkt - løturnar, har tú upplivir, at tað tú sáar, spakuliga festir røtur og ber ávøkst. Tá kennir tú, at tú hevur gjørt eitt sindur til nyttu - eitt lítið sindur, sigur málfrøðingurin mest sum við seg sjálvan.
Samlar uppá orð
Meðan Jóhan Hendrik W. Poulsen greiðir frá, tekur hann eina orðabók niður av hillini fyri og aðra eftir. Fyri hann eru orðini eins og livandi verur, sum altíð hava familju í øðrum orðabókum, sum kann greiða frá, hví orðini bera seg at, sum tey gera. Summi orð tykjast tó eitt sindur húsvill - til málfrøðingurin fær fatur á teimum.
Í bláa skjúrtulummanum sæst kanturin á eini lítlari, svartari lummabók, sum heimleysu orðini fáa innivist í fyribils. Jóhan Hendrik tekur lummabókina upp og blaðar eitt sindur:
- »Apríl, 2009: Útvarpið sigur frá tilburðum av "svínakrími"«, lesur hann úr bókini og blaðar longur aftur
- »Ein maður tosar um eina 'tøku'.«, stendur her. Helst man tað merkja ein jarðamóður, men tað stendur neyvan í nakrari orðabók, sigur Jóhan Hendrik og trívir í eina orðabók, meðan hann heldur fram
- Eg samli uppá orð, eins og frímerkjasamlarar samla uppá frímerki. Eg fái ikki hildi mær og føli meg ikki ílatnan, fyrr enn eg havi stungið lummabókina uppá meg.
Sjálvur grunar hann, at hetta forvitnið eftir at vita, hvat orðini merkja stavar heilt frá barnaárunum.
- Sum smádrongur bleiv eg so øgiliga ótolin, um eg ikki skilti, hvat fólk søgdu. Í kirkjuni tosaði prestur danskt, og eg bleiv so illur, tí eg skilti hann ikki. Tey siga, at eg nóg illa dugdi at tosa, tá eg mutaði ímóti og segði "Eg dími itti at hoya handa prestin tosa", flennir Jóhan Hendrik.
Pápi hansara var tá eitt skifti lærarari í Sumba, og skjótt varnaðist lítli Jóhan Hendrik, at fólkið í bygdini tosaði heilt øðrvísi enn heima hjá teimum, har mamman var av Tvøroyri og pápin úr Skopun.
- Eg minnist, at tá mamma sendi meg eftir mjólk, stóð eg altíð góða løtu í gongini, áðrenn eg fór út og øvaði meg í at siga "Momman bað selja ser ein pott av mjylk", so tað skuldi ljóða sum á Sumbiarmáli, smílist hann.
Lesarabræv til Christian Matras
Okkurt var vaknað í unga skopuninginum, og sum ungur var Jóhan Hendrik ikki í iva um, at tað var málfrøðingur í føroyskum hann skuldi vera. Og skjótt birtist dreymurin um at gera eina føroyska einmálsorðabók. Hetta var seinast í fimitiárunum, um sama mundi sum Christian Matras var farin undir at gera eina nýggja útgávu av gomlu føroyskt-donsku orðabókni. Hetta hóvaði unga studentinum so illa, at hann treiv í pennin.
- Eg skrivaði eitt lesarabræv í Oyggjaskeggja, har eg vísti á, at vit heldur áttu at farið undir at gjørt eina føroysk-føroyskt orðabók. Sum eg skilti, hevði Christian Matras tikið hetta heldur illa upp og var ikki sørt argur inn á meg og lesarabrævið.
Tað var tó ikki verri enn so, at nakað seinni setti Christian Matras seg í samband við Jóhan Hendrik og bað hann koma at hjálpa sær við orðabókaarbeiðinum.
- Hetta var ein sera stórur heiður fyri meg sum ungan lesandi, og eg lærdi ómetaliga nógv av at arbeiða saman við Christiani Matras. Ágrýtin var hann eisini sum fáur, so tá eg møtti heima hjá honum klokkan átta um morgunin, hevði hann altíð verið í gongd í einar tríggjar tímar, minnist Johan Hendrik, meðan tankarnir leita aftur til hugnaligu íbúðina hjá Christiani Matras og konuni á Vesturbrúgv í Keypmannahavn í 1960.
- Tey høvdu júst fingið "fjernsyn", og eg var altíð sera spentur at sleppa at síggja tíðindini, tá vit báðir vóru lidnir at arbeiða út á kvøldið. Christian hevði oftast lyndi til at durva tá, men eitt kvøldið hugdi hann brádliga upp og segði: Tú Jóhan Hendrik, tá vit nú siga útvarp um tað, sum er at hoyra í radiotólinum, so má hetta jú vera "sjónvarp", minnist Jóhan Hendrik, sum legði sær orðið í geyma, til vit kanska einaferð fóru at fáa 'fjernsyn' í Føroyum
»Orðabókin« fór í grind
Dreymin um eina føroyska einmálsorðabók slepti Jóhan Hendrik W. Poulsen tó ongantíð, og heimafturkomin frá lestrarørindum í Íslandi fyrst í sekstiárunum, hevði hann eitt hugskot við sær.
- Í Íslandi plagdi eg at lurta eftir eini sending sum æt "Íslendskt mál", har nøkur orðabókafólk heittu á fólk um at senda inn orð. Heimafturkomin fór eg tí til Niels Juul Arge, útvarpsstjóra, og spurdi, um hann kanska vildi hýsa eini líknandi sending um føroyskt mál í Útvarpi Føroya. Hann var fúsur beinanvegin, og tað var hann, sum gav sendingini heitið »Orðabókin«.
Endamálið Jóhan Hendriki W. Poulsen við sendingini var at koma á tal við fólk kring alt landið um orð og orðafelli, sum savnið til føroyska orðabók á Føroyamálsdeildini ikki var nógv væl statt við.
Sum mongum kunnugt bleiv »Orðabókin« sera væl umtókt, og var hon at hoyra eina ferð um vikuna líka frá 1969 til 1993. 198 sendingar bleiv tað til í alt og úrslitið var, at heili 12.000 orð og merkingar, sum ongantíð høvdu verið skrivað niður fyrr, komu afturat savninum til føroysku orðabókina, sum kom í 1998.
- Tað var stuttlig at uppliva, hvussu ótrúliga væl fólk tóku undir við sendingini. Og hon spøkir enn, tí hóast meir enn 15 ár eru liðin, síðani eg gavst við Orðabókini, koma fólk enn til mín og nevna orð, tey halda, áttu at verið tikin upp í sendingini.
Eisini í aðrar mátar setti sendingin síni spor, tí tað er neyvan nøkur loyna, at sum frá leið bleiv málfrøðingurin ofta bara kallaður Orðabókin.
Jóhan Hendrik W. Poulsen flennir.
- Ja, onkur hevði enntá sæð, at Orðabókin var farin í grind. Og nú siga tey mær, at børnini hjá okkum ofta eisini verða umtalað sum sonur ella dóttir Orðabókina, sigur Jóhan Hendrik, sum tó ongantíð hevur tikið hetta kelinavnið illa upp
- Nei, vælsignað. At verða nevndur Orðabókin taki eg sum ein heiður, sigur máfrøðingurin við einum smíli.
Fjølmiðlar størsta framstigið
Hóast Jóhan Hendrik W. Poulsen ikki vil kalla seg stríðsmann, tá tað ræður um málkjak, hevur hann ofta verið í brennideplinum, tá harðast hevur leikað á. Eitt nú hava mong hildið hann verið í so skjótan at leita til íslendskt, tá brúk er fyri nýggjum orðum á føroyskum.
Sjálvur ásannar málfrøðingurin, at vit eiga at ansa eftir, at vit ikki gerast ov bundin av at leita til íslendskt eftir málsligum íblástri. Hinvegin heldur hann tað vera nátúrligt at kaga yvir til grannan í vestri í royndini at røkja føroyska málið.
- Íslendingar hava altíð verið málrøktarfólk við tí úrsliti, at íslendskt er eitt tað best røkta málið í heiminum. Vit eru heppin, at vit náddu at bjarga føroyska málinum. Stóra avbjóðingin nú er at varðveita tað við at røkja tað væl, og har kunnu vit læra nógv av íslendingum, heldur Jóhan Hendrik
Spurdur, hvat hann heldur vera størsta framstigið fyri menningina av føroyska málinum, er málfrøðingurin ikki í iva.
- Tað er, at vit hava fingið fjølmiðlar á føroyskum. Gamaní kundu miðlarnir havt gagn av meir málsligari ráðgeving, men tað, at vit hava føroyska fjølmiðlar hevur ómetliga stóran týdning, tí tað er tað, fólk lesa og hoyra hvønn dag. Ein tjóð, sum hevur stríðst fyri at hava sítt egna mál, má sjálvandi eisini hava fjølmiðlar, sum brúka tjóðarmálið, sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen avgjørdur.
Størstu hóttanina móti føroyska málinum heldur hann koma úr donskum og enskum. Meðan danskt við sínum søguliga leikluti sum "harramál" altíð hevur verið ein hóttan móti føroyskum, eiga vit í dag at vera eins nógv á varðhaldi mótvegis enskum.
- Eitt nú fati eg ikki, at tað yvirhøvur hevur verið upp á tal at lata enskt fáa ein størri leiklut sum brúksmál á Fróðskaparsetrinum. Um móðurmálið skal skúgvast til viks sum frálærumál á okkara hægsta undirvísingarstigi, er veruliga vandi á ferð, sigur málmaðurin, sum tó ikki ætlar sær at sparka allar fremmandar málbóltar út aftur úr málinum.
- Vit eiga at duga at taka ímóti fremmandu orðunum antin við at týða tey ella við at geva teimum eitt snið, sum hóskar føroyskum. Málið er ein livandi vera, sum ávirkast og broytist allatíðina, og tí hava vit eisini brúk fyri ráðgeving, so málið ikki fer av lagi. Eitt livandi mál hevur hinvegin ikki gleði av einum evsta mynduleika, sum áleggur fólki eitt ávíst málbrúk, sigur Jóhan Hendrik W. Poulsen.
Sambært professaranum hava slíkir mynduleikar nevniliga lyndi til at styggja vanlig fólk frá sær, og so er lítið vunnið, tá tað jú eru vit vanlig fólk, sum skul brúka og halda føroyska málinum á lívi.
Heiðra »Orðabókini«
Leygardagin klokkan 15 verður almen móttøka í Læraraskúlahøllini, har Jóhan Hendrik Winther Poulsen verður heiðraður við útgávuni »Orðabókin», í sambandi við at hann fyllir 75 ár hendan dagin