ein týðandi part av gospelsangi, og hann hevur verið við allan vegin, og fingramerkini hjá honum síggjast í soul og rokk and roll og modernaðum gospel og so nógvastaðni. Og so er hann eisini góður sangari [...] tað var tíðliga, at hansara leiklutur gjørdist stórur. Stórt og størst og gott og best Dixie Hummingbirds hava bara havt eitt megahitt, og tað var í 70unum, tá teir sungu ein sang saman við Paul Simon [...] segði, at teir sita ofta og práta við hann út á náttina. Hann sigur frá øllum, sum hann hevur upplivað í lívinum, og hann sigur teimum eisini, hvussu teir skulu bera seg at í verðini og úti millum fólk. Teir
har inni, og síðani hevur býrðaðið arbeitt við málinum. Og nú var tað komið so langt, at tað kundi leggjast fyri býráðsfund hóskvøldið, og har varð tað samtykt at fara undir byggingina og at seta pengar [...] barnagarðurin fer at kosta ímillum fimm og sjey miljónir. Eftir vanligu mannagongd betalir kommunan 40% av prísinum og landið 60%. Elin Lindenskov sigur, at hóast fyrst og fremst verður hugsað um barnagarðin [...] er, og tað er gott í sjálvum sær. Men orsøkin er eisini, at Havnin aftur er farin at veksa í stórum. Hesi seinastu tvey árini er Havnin vaksin heili 492 fólk. 31/12. 1995 búðu 13.781 fólk í Havn og 1.495
skriftmál og fóru at skriva, og so slapp málið inn í skúlan og inn í kirkjuna, og vit fingu føroyskt útvarp og fróðskaparsetur. Nú eru eingi mørk. Ungu ættarliðini sita nú hugagóð og lesa og sprota. Um [...] føroyskt fyrr, vóru ofta ússalig, og spurningur var, hvør ið tímdi at brúka orðabók. Tað vóru bara summi, ið tímdu at sita og blaða í gomlum og slitnum og ikki dagførdum bókum. Og summi vóru alt ov fá. Í øllum [...] ungdómin Málið hevur langar røtur og drúgva søgu. Tað hevur lagað seg eftir tørvi og krøvum. Tað hevur verið fjónað og kroyst. Men tað hevur ikki latið seg kúgað. Áhugin og alskurin fyri okkara máli, vit
flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Góð undirtøka var, har 11. lið møttu upp, sum gevur áleið 50 ungdómar. Í kappingini fyri 5. flokk og eldri gjørdist kappingin um fyrsta plássið millum Havnina og Klaksvík [...] ing, har unglingaføroyameistarin Herborg Hansen varð úttikin til U20, Ása Olsen til U16 og Sára T. Olsen til U13. Bronsu í sterkum bólkum Herborg var styrkismett á einum sjeynda plássi við styrkitalinum [...] Talv Gentutelving hevur veruliga tikið dik á seg tey seinastu árini í Føroyum, og sum nakað nýtt hevur Talvsamband Føroya valt at senda umboð fyri Føroyar til norðurlandameistaraheitið fyri gentur. Kappingin
eftir. Ronaldinho og Guðjohnsen skutu Barca víðari Avgerandi dysturin ímóti Werder Bremen var tó ikki nógvar minuttir gamal, áðrenn dysturin í roynd og veru varð avgjørdur. Longu í 13. minutti fekk Barcelona [...] n, Ronaldinho, var settur at skjóta, og í tí múrurin leyp upp fyri at verja nærmara málhorn, so legði hann bóltin undir múrin og tætt inn við nærmaru stólparót, og so var 1-0 til Barca. Ikki gekk long [...] Síðani møttu teir Chelsea á tveimum sinni, har teir taptu í Onglandi og bert fingu javnleik á heimavølli. Í somu tíð høvdu bæði Chelsea og Werder Bremen fingið sjey stig hvørt, so nú var Barcelona dottið niður
Jacobsen og Todi Jónsson vóru í danska steypaeldinum mikukvøldið. Hjá Toda Jónsson og FCK hilnaðist tað væl í Herfølge, har FCK vann 2?0 ímóti 1. deildarliðnum. Hjá Christian Høgna Jacobsen og Vejle gekk [...] tað stóð nógv á. Brøndby hevði mesta spælið og møguleikarnar, og Peter Madsen legði teir á odda 1?0. Sami spælari misnýtti lítla løtu undan leikloki brotsspark,og tá OB í næsta minuttinum javnaði, var alt [...] soleiðis, at máttmiklastu feløgini í Danmark, FCK og Brøndby, skulu hittast í Brøndby. Hinir dystirnir eru FCM?Esbjerg, Næstved?AaB og FCAarhus/Viborg?Farum. FCK og Brøndby hava verið í einstøkum innanhýsis uppgerðum
Bæði TB og Fram hjá ávikavist kvinnum og monnum hava frí hetta vikuskifti, og tí verða dystirnir í dag og í morgin fyrst og fremst avgerandi fyri, hvørji lið verða størstu kappingarneytarnir hjá hesum [...] morgin, og eins og hjá kvinnunum eru tað Mjølnir og ÍF, sum spæla. Hetta er so tann avgjørdi botndysturin í kappingini, tí higartil hevur hvørki av liðunum fingið stig. ÍF hevur tapt tvær ferðir og hevur [...] millum Fleyr og SÍ í dag. Hetta sær út til at kunna gerast ein sera spennandi dystur, tí bæði liðini hava ætlanir um at vera við í oddastríðnum í ár. Bæði Fleyr og SÍ hava longu vunnið móti ÍF, og vinnarin
avbjóðararnar, sum eru NSÍ og HB. Serliga í seinna hálvleiki var tað undirhaldandi og nógvar støður og fleiri møguleikar, og pulsurin var títtur bæði millum gular og hvítar og ikki minst kring vøllin. -Vit [...] endaði 2-2, tá ið B36 og NSÍ í góðveðrinum seinnapartin settu punktum fyri 13. umfari í bestu landskappingini. Úrslitið er søtur tónleikur í Klaksvík, tí nú eru tað níggju stig frá KÍ og aftur til tveir teir [...] ferðir, og tí eru vit vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Serliga í fyrra hálvleiki kendu vit okkum hava tak á tí. Tá ið mótstøðuliðið skorar tvey mál, so er orsøkin mistøk, og vit
1998-2011 og 2015- 11 Kristina Háfoss (E) 2002-2004 og 2011- (fór í farloyvi í 2020) 12 Heidi Petersen (E) 2004-2008 13 Bergtóra Høgnadóttir (E) 2008-2011 14 Rósa Samuelsen (B) 2008-2011 og 2019- 15 Bjørt [...] gjørdu Alti Dam, løgmaður, og Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, 20. mars í 1975. Tá tók Sverre Midjord av Tvøroyri sæti fyri Atla Dam, sum varð valdur í Suðuroyar valdømi, og Jona Henriksen tók sæti fyri [...] Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur er valdar beinleiðis á ting – og síðani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum
Fuglafjørður, Vágur, Tvøroyri og Sandur og tær umboða 2/3 av fólkatalinum. Allar hinar 27 kommunurnar eru limir í Føroya Kommunufelag og tilsamans umboðar felagið sostatt 1/3 av borgarunum. Rósa Samuelsen [...] kommunala útjavningarskipan og tí eru vit eftirbátar á hesum øki, heldur hon. Endamálið við eini kommunalari útjavningarskipan er, at samsvar skal vera ímillum skattin, ið skal rindast, og tænastuna, ið fæst afturfyri [...] fíggjarmálum um at gera ein kommunalan útjavningargrunn, sum tær vælbjargaðu kommunurnar betala inn í og sum tær verri staddu kommunurnar kunnu fáa pening úr til sínar útreiðslur. Kommunufelagið hevði fund