Tankar um Dixie í Føroyum

Rundanummæli um nøkur ting, sum hava við Dixie Hummingbirds og tað, at teir komu til Føroya, at gera.

Tað hevur verið nógv tosað um Dixie Hummingbirds. Ikki hava teir verið serliga kendir í Føroyum í nýggjari tíð, og so koma teir hendan veg, og fólk skulu bara trúgva boðskapinum um, at hetta er eitt stórt navn, vit fáa at hoyra.

 

Dixie – ein stovnur

Dixie Hummingbirds er ein sokallað institutión, ella ein stovnur. Tað merkir, at bólkurin kann skifta manning, men at hann heldur seg til ein serligan anda og ein serligan stíl. Eingin av teimum, sum vóru við í Føroyum, vóru við til at stovna bólkin, og tí er tað eitt sindur øvut at siga, at bólkurin er næstan 80 ára gamal. Elsti sangarin er jú 83. Men hann hevur verið við í 68 ár, síðan hann var 13. Tað hevur verið hansara arbeiði og inntøka øll árini. Leikluturin hjá honum – Ira Tucker – hevur ikki verið tann sami alla tíðina, men tað var tíðliga, at hansara leiklutur gjørdist stórur.

 

Stórt og størst og gott og best

Dixie Hummingbirds hava bara havt eitt megahitt, og tað var í 70unum, tá teir sungu ein sang saman við Paul Simon. Men kvartettstílurin er ein sera stór sjangra í USA, sum eisini hevur sett djúp spor í Føroyum, og har er Dixie Hummingbirds millum 2 ella 3 tey størstu. Tá eg bleiv spurdur, hvønn eg vildi hava til Føroya, Dixie ella Blind Boys of Alabama, ivaðist eg ikki. Blind Boys eru størri nú, men Dixie Hummingbirds hava Ira Tucker.

 

Ira

Fleiri av teimum, sum vóru við Dixie Hummingbirds, hava ikki verið í bólkinum leingi, men sálin hjá teimum er Ira Tucker. Var hann ikki við, so hevði tað verið minni spennandi, men hann var við, og tað skulu vit vera glað fyri. “Eg eri glaður fyri at vera her,” segði hann. “I’m glad to be anywhere,” legði hann afturat og fekk okkum at flenna. Men tann álvarin lá aftanfyri, at hann hevur neyvan nógv ár eftir.

Hann menti ein týðandi part av gospelsangi, og hann hevur verið við allan vegin, og fingramerkini hjá honum síggjast í soul og rokk and roll og modernaðum gospel og so nógvastaðni. Og so er hann eisini góður sangari.

Bassspælarin segði, at teir sita ofta og práta við hann út á náttina. Hann sigur frá øllum, sum hann hevur upplivað í lívinum, og hann sigur teimum eisini, hvussu teir skulu bera seg at í verðini og úti millum fólk. Teir ungu vóru uppi alla náttina, men hinir báðir eldru fóru á hotellið at sova, meðan náttin enn var sera ung.

 

 

 

Til ævigan ástoyt

Gamla evangeliið í tónleikinum letur seg ikki fornokta. Dixie og Ira Tucker fáa somu virðing frá fólki sum Ralph Stanley og Johnny Cash, men boðskapurin er til ævigan ástoyt. Ikki so nógv í Føroyum, men eitt sindur. Ummælarin hjá Gaffa dugdi at siga tað skemtiliga – at tað er ikki heavy metal, sum fer at stoyta Hatesphere í avgrundina, men tað at teir halda við AGF. Eisini hann var órógvaður av hesum gamla: nú er hann so gamal og fittur. Hvussu fer hann at taka tað, um tað nú ikki er, sum hann heldur? At Jesus er ein lygn? Eg haldi, at tað er flott, at ein maður, sum ikki hevur viljað gjørt neyðsemjur við verðina, so gamal megnar at vera klókum fólki til ástoyt. Virð tað.