DANSKA STEYPAKAPPINGIN
Bæði Christian Høgni Jacobsen og Todi Jónsson vóru í danska steypaeldinum mikukvøldið. Hjá Toda Jónsson og FCK hilnaðist tað væl í Herfølge, har FCK vann 2?0 ímóti 1. deildarliðnum. Hjá Christian Høgna Jacobsen og Vejle gekk tað ikki so væl í Næstved, sum spælir í 2. deild. Eftir longda leiktíð vann Næstved 2?1. Teir eru tískil lægst stadda felagið, sum verður við í fjórðingsfinaluni, sum verður spæld mikudagin 9. apríl.
Todi Jónsson var aftur ímillum teir fyrstu ellivu á FCK liðnum, og aftur hesa ferð hevði hann stóran leiklut í sambandi við bæði málini. Todi var í álopinum saman við Zuma, meðan bæði Peter Møller og Jörgen Pettersson vóru so mikið skaddir, at teir ikki vóru við í Herfølge.
Í 13. minutti skoraði FCK fyrra málið. Zuma legði innfyri úr vinstru, Todi var hægstur og snittaði við høvdinum bóltin longri móti handara stólpanum, har liðformaðurin Christian Lønstrup var púra leysur og smekkaði bóltin upp í nettakið. Lønstrup noyddst í 28. minutti at víkja, tí hann enn eina ferð varð plágaður at knæskaða, sum inntil fyri heilt stuttum helt honum uttanfyri í fleiri vikur.
Herfølge stríddist væl, og teir høvdu onkrar málmøguleikar. Benny Gal, sum er triði málverji hjá FCK, var góður í málinum. Magnus Kihlstedt er so mikið illa skaddur, at hann ikki verður við aftur í hesum árinum, og Rune Pedersen var so mikið illa fyri, at teir valdu at spara hann inntil sunnudagin, tá ið FCK skal spæla landskappingardyst á útivølli ímóti AB.
Fýra minuttir eftir steðgin skoraði Todi til 2?0. Lítlu løtuna eftir steðgin hevði FCK fleiri hornaspørk, og eftir tað triðja var Todi hægstur og stútaði mitt fyri málinum í kassan. Í 1. hálvleiki hevði Zuma góðan møguleika at skora. Eftir fríspæling frá Toda, sneiddi Zuma framvið málverjanum, men vinkulin varð og spískur, tá ið hann royndi ímóti málinum.
Vinnarin tapti
OB vann Kristi himmalsferðardag steypafinaluna ímóti FCK. Mikukvøldið var OB í Brøndby, sum sendi OB úr kappingini, men tað stóð nógv á. Brøndby hevði mesta spælið og møguleikarnar, og Peter Madsen legði teir á odda 1?0. Sami spælari misnýtti lítla løtu undan leikloki brotsspark,og tá OB í næsta minuttinum javnaði, var alt púra opið. Einki mál kom í longdu leiktíðini. So var neyðugt við brotsspørkum, og tá var Brøndby málverjin og liðformaðurin, 39 ára gamli Mogens Krogh, stóra hetjan, tí hann bjargaði tveimum royndum úr ellivu metrum. Serliga hjá málverjum er skjótt hvønn vegin. Leygardagin gav hann AGF 2?0 málið í Århus. Tá varð lítið hildið um gamla mannin, sum mikukvøldið varð róstur til skýggja!
Fremstu liðini í superliguni komu mikukvøldið øll í fjórðingsfinaluna. Esbjerg vann 2?1 á útivølli ímóti Skjold úr 1. deild, AaB vann 3?0 á heimavølli ímóti Silkeborg, Farum vann 2?0 í Skive, og FCM vann í Gladsaxe 2?1 ímóti AB, sum er sera illa fyri á øllum økjum.
Síðsti dysturin í áttandapartsfinaluni verður í næstu viku, tá FC Aarhus í 1. deild fer at fáa vitjan av Viborg.
FCK ímóti Brøndby
Fyrrapartin í gjár varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu dystast í fjórðingsfinaluni. Luturin fall soleiðis, at máttmiklastu feløgini í Danmark, FCK og Brøndby, skulu hittast í Brøndby. Hinir dystirnir eru FCM?Esbjerg, Næstved?AaB og FCAarhus/Viborg?Farum.
FCK og Brøndby hava verið í einstøkum innanhýsis uppgerðum í steypakappingini. Tann minnisríkasta var finalan í 1998, sum Brøndby vann 4?1. Ta ferðina vóru 41.044 áskoðarar í Parkini. Tað er størsta fjøldin, sum nakrantíð hevur verið savnað til steypafinalu í Danmark. Í fyrraárið vann Brøndby í áttandapartsfinaluni 2?0 á FCK.