Komandi ár fer Tórshavnar Kommuna at byggja nýggjan barnagarð inni á Gøtu.
Og gongur sum ætlað, verður arbeitt so skjótt, at hann eisini skal verða klárur at taka í brúk longu komandi ár.
Tað er eitt ár síðani, at eigarafelagið inni á Gøtu heitti á býráðið um at byggja býlingshús har inni, og síðani hevur býrðaðið arbeitt við málinum.
Og nú var tað komið so langt, at tað kundi leggjast fyri býráðsfund hóskvøldið, og har varð tað samtykt at fara undir byggingina og at seta pengar av til arbeiðið næsta ár.
Ætlanin er nú at heita á fíggjarnevndina at finna útvegir fyri at fígging fæst til vega, so at projekteringin kann byrja sum skjótast.
42 børn og spælistova
Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd býráðsins, sigur, at í barnagarðinum verður pláss fyri 42 børnum.
Men harafturat skal pláss verður í húsinum fyri spælistovu til børn í kommunalari dagrøkt.
Formaðurin í Sosialu nevnd sigur, at nøkur neyv kostnaðarætlan er ikki gjørd, men hildið verður, at barnagarðurin fer at kosta ímillum fimm og sjey miljónir.
Eftir vanligu mannagongd betalir kommunan 40% av prísinum og landið 60%.
Elin Lindenskov sigur, at hóast fyrst og fremst verður hugsað um barnagarðin, er ætlanin at byggja húsið sum býlingshús, tvs at rúmd skal eisini verða fyri øðrum tiltøkum, tey inni á Gøtu skipa fyri.
Bíðlisitin bara leingist
Tey 42 barnagarðsplássini, sum nú koma afturat linnir trýstið á dagrøkina eitt lítið sindur, men er verri enn so nóg mikið til at nøkta tørvin.
Elin Lindenskov sigur, tíverri vísir tað seg, at bíðilistin at fáa børn í dagrøkt bara leingist.
Hon sigur, at seinast, hon vitsti, stóðu 339 børn undir skúlasldur á bíðilista.
Hóast býráðið leggur stóran dent á at ganga tørvinum á møti, vísir tað seg tíverri, at hann er vaksin so skjótt seinastu tvey árini, at býráðið hevur ongan møguleika at fylgja við.
Umframt útibarnagarðin, sum hevur havt 15 børn, men sum nú helst fer upp á 20 børn, og hendan barnagarðin, sum skal taka 42 børn, hevur býráðið eisini økt virksemið hjá frítíðarskúlanum munandi. Í frítíðarskúlanum ganga nú 250 børn. Í fjør gingu gott 100 í frítíðarskúlan.
Elin Lindenskov sigur, at býráðið arbeiðir alla tíðina við málinum og byggir út eftir førimuni. Men tað er eisini ein spurningur, hvussu nógv tað ber til at gera um árið við fíggjarligu orkuni hjá kommununi.
Í hvussu so er ætlar býráðið sær eisini at ansa væl eftir, at at er ein ávís dygd í tí, sum verður gjørt.
Vit ætla okkum ikki at leypa framav og hurla lappaloysnir ígjøgnum, sum øll verða ónøgd við, í eini vónleysari roynd at nøkta tann øgiliga tørvin, sum brádliga hevur tikið seg upp seinastu tvey árini, sigur hon.
Hon sigur, at ein orsøk til, at tørvurin á dagrøktarplássum er vaksin so nógv er, at meiri arbeiði er, og tað er gott í sjálvum sær.
Men orsøkin er eisini, at Havnin aftur er farin at veksa í stórum.
Hesi seinastu tvey árini er Havnin vaksin heili 492 fólk.
31/12. 1995 búðu 13.781 fólk í Havn og 1.495 á Argjum, tilsamans 15.276 fólk.
31/12. 1996 var talið komið upp á 14.052 í Havn og 1.509 á Argjum, tilsamans 15.561 fólk.
Og í gjár búðu 14.210 fólk í Havn og 1.558 fólk á Argjum, ella tilsamans 15.768 fólk.