Talv
Gentutelving hevur veruliga tikið dik á seg tey seinastu árini í Føroyum, og sum nakað nýtt hevur Talvsamband Føroya valt at senda umboð fyri Føroyar til norðurlandameistaraheitið fyri gentur. Kappingin var avgreidd í Noreg um vikuskiftið, har sterkastu talvgenturnar úr øllum norðurlondum vóru savnaðar. Sum liður í fyrireikingini varð fyrr í ár skipað fyri úttøkukapping, har unglingaføroyameistarin Herborg Hansen varð úttikin til U20, Ása Olsen til U16 og Sára T. Olsen til U13.
Bronsu í sterkum bólkum
Herborg var styrkismett á einum sjeynda plássi við styrkitalinum 1710. Hægst styrkismetta gentan í bólkinum var Inna Agrest, ið hevði ikki færri enn 2180 ratingstig. Hóast Herborg á pappírinum kundi metast sum ein spurvur millum kanónir, so megnaði hon at vinna sær eitt triðja pláss og harvið eitt bronsuheiðursmerki.
Tað sama gjørdi Sára (1172), ið var styrkismett á einum áttanda plássi í einum bólki, har hægst rataða gentan hevði eitt ratingtal á 1700.
Ása, ið var styrkismett á aftasta plássi, megnaði ikki at fáa stig hesaferð.
Ansvekjandi byrjan
Tað má sigast, at tvey bronsuheiðursmerkir í fyrstu luttøku er ein sera góð byrjan fyri føroyskari luttøku í NM fyri gentum. Um hetta verður samanborðið við fyrstu árini, tá Føroyar luttóku í NM fyri unglingar, so var tað ein stórur heiður at koma heim aftur við einum ella hálvum stigið, og tað vóru mangir, ið komu tómhentir heim aftur.
Stór framgongd hevur verið í føroyskari gentutelving seinastu árini, har hendan fyrsta royndin við luttøku í NM fyri gentum vísir, at hóast tær enn eru fáar, so eru tær millum bestu genturnar í Norðurlondum.
FM fyri skúlaungdóm
Meðan genturnar stríddust mannliga í Noreg, skipaði Sandavágs talvfelag fyri øðrum umfari í FM fyri skúlaungdóm, sum var býtt sundur í 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri.
Góð undirtøka var, har 11. lið møttu upp, sum gevur áleið 50 ungdómar.
Í kappingini fyri 5. flokk og eldri gjørdist kappingin um fyrsta plássið millum Havnina og Klaksvík. Klaksvíkingar høvdu í fyrru undankappingini vunnið við einum hálvum stigi á Havnini, men hesaferð vann Havnin við trimum stigum frammanfyri Klaksvíkina. Áhugavert er, at Tjørnuvík fór avstað við triðja plássinum. Vónandi er ein menning á veg, ið fer at styrka um bygdatelvingina.
Í yngra bólkinum, ið var fyri 4. flokk og yngri, vunnu klaksvíkingar í harðari kapping við vestmenningar við bert einum hálvum stigi. Eisini her er áhugavert at síggja, at Haldórsvík tók triðja plássið.
Spjaðing í telvingini
Eftir, at tað gjørdist møguligt hjá einum felagið at hava tvey lið í bestu deildini, er vandin fyri, at smærri feløgini detta niður í millum øktur, og tey stórstu koma at hava tvey lið í part í bestu deildini. Út frá luttøkuni kann sigast, at fleiri av liðunum, ið luttóku, koma frá øðrum feløgum enn teimum, ið eru umboðaði í 1. deild. Hetta kundi verið tekin uppá, at telvingin er við at spjaða seg út yvir landið aftur soleiðis, at tað ikki bert verða tey stóru feløgini, ið koma at umboða 1. deild í framtíðini.
---
Fakta
FM fyri skúlaungdómar
5. flokkur eldri
Havnin 21,0
Klaksvík 18,0
Tjørnuvík 5,0
Kollafjørður 4,0
4. flokkur og yngri
Klaksvík 21,5
Vestmanna 21,0
Haldórsvík 17,0
Kollafjørður 1 17,0
Sandavágur 15,5
Kollafjørður 2 14,0
Kollafjørður 3 6,0