Champions League:
Í gjárkvøldið vóru síðstu dystirnir í fýra teimum fyrstu bólkunum á skránni í Champions League. Her høvdu seks av átta liðum longu tryggjað sær víðari luttøku, meðan nógv skuldi ganga galið hjá italska felagnum Roma, um teir ikki skuldu koma víðari.
Størsti spenningurin var tó í bólki A, har meistararnir, Barcelona, vóru undir stórum trýstið. Undan síðsta dystinum lógu teir á triðja plássi, og teir skuldu vinna heimadystin ímóti Werder Bremen, um teir ætlaðu sær víðari úr bólkaspælinum.
Favorittar
Í fjør bleiv Barcelona mett millum størstu favorittarnar at vinna Champions League. Katalanski stoltleikin livdi eisini upp til vónirnar hjá milliónum av áskoðarum, tá teir at enda vunnu finaludystin ímóti Arsenal 2-1, eftir at hava verið aftanfyri 0-1.
Tá kappingin í ár fór á rull vóru stjørnurnar úr Barcelona enn einaferð favorittar. Við stjørnum sum Ronaldinho, Eto’o, Messi og Deco á odda mundu flest øll rokna við, at hini liðini fóru at fáa trupulleikar av fantastiska Barcelona-liðnum.
Barca kom tó í ein rættiliga harðan bólk, har teir enn einaferð endaðu saman við Chelsea. Hini liðini í bólkinum vóru týsku bronsuvinnararnir úr Werder Bremen og Levski Sofia úr Bulgaria.
Sjálvt um bólkurin var harður, so mettu fólk ikki, at Barca ella Chelsea fóru at fáa stórvegis trupulleikar at leika seg víðari.
Werder Bremen lúrdi
Tað byrjaði annars væl hjá Barcelona. Í fyrsta dystinum í bólkaspælinum vunnu teir tryggan 5-0 sigur á heimavølli, tá teir møttu Levski Sofia, men so gekk gali. Næstu tríggjar dystirnar megnaðu stjørnunar úr Barcelona bert at fáa tvey stig. Fyrst leiktu teir javnt úti ímóti Werder Bremen. Síðani møttu teir Chelsea á tveimum sinni, har teir taptu í Onglandi og bert fingu javnleik á heimavølli.
Í somu tíð høvdu bæði Chelsea og Werder Bremen fingið sjey stig hvørt, so nú var Barcelona dottið niður á triðja plássið, tvey stig aftan fyri Werder Bremen.
Í næstseinasta umfari vann Barca ein væntaðan sigur í Bulgaria, meðan Werder Bremen enn einaferð fekk eitt gott úrslit, tá teir vunnu á heimavølli ímóti Chelsea. Nú stóð á gomlum nøglum hjá meistarunum, sum skuldu vinna síðsta dystin ímóti Werder Bremen, um teir skuldu hava nakran møguleika at koma víðari. Vann Barcelona ikki, so gjørdust teir fyrstu Champions League meistararnir í søguni, sum ikki kláraðu at leika seg víðari úr bólkaspælinum árið eftir.
Ronaldinho og Guðjohnsen skutu Barca víðari
Avgerandi dysturin ímóti Werder Bremen var tó ikki nógvar minuttir gamal, áðrenn dysturin í roynd og veru varð avgjørdur. Longu í 13. minutti fekk Barcelona fríspark uttan fyri brotsteigin. Brasilski bóltsnillingurin, Ronaldinho, var settur at skjóta, og í tí múrurin leyp upp fyri at verja nærmara málhorn, so legði hann bóltin undir múrin og tætt inn við nærmaru stólparót, og so var 1-0 til Barca.
Ikki gekk long tíð, so var aftur mál. Ludovic Giuly bleiv spældur fríur í høgru síðu. Hann rak nakað inn í vøllin, áðrenn hann legði bóltin inn til ein púra leysan Guðjohnsen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at økja til 2-0.
Werder Bremen hevði ikki nakað aftursvar til skjótu málini, og Barcelona vann ein tryggan 2-0 sigur á Werder Bremen.
Við sigrinum megnaðu meistararnir við bit og slit at leika seg víðari úr bólkaspælinum, so nú verður spennandi at síggja, hvussu langt tað fer at røkka hjá Barcelona. Enn hevur einki lið megnað at vunnið Champions League tvey ár á rað, men sjálvt um Barcelona akkurát kláraði at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, so má spanska stórfelagið aftur í ár metast at vera millum størstu favorittarnar at vinna kappingina.










