Heilsan til pápa okkara

Eivind Petersen úr Oyndarfirði á áttati ára føðingardegnum

Tað munnu vera mong, sum hugsa tað sama sum vit. Fyllir hann veruliga 80 ár? 


Tað ljóðar kanska eitt sindur gamalt, men tað er tað ikki, tá vit hugsa um teg góði pápi, tí tú ert akkurát – ella næstan akkurát – tann sami, sum tá ið vit vóru børn. Altíð klárur at fara allastaðni, altíð við uppá alt, og altíð í gongd við okkurt.


Handilin hevur verið títt lívsstarv, síðan tú var 14 ár, og røkir tú enn hettar starv hvønn einasta dag, nógv av tíðini einsamallur ella við hjálp frá mammu. Tað seinastu tíðina hevur tú eisini fingið góða hjálp frá abbadóttrini, men tað ger ikki tað, at tú tekur tær sjálvum nakra fríløtu, tí, sum tú ert vanur at siga - tá er so góður friður at “skriva” . Tað at “skriva” er tað, sum vit í dag kalla at føra roknskap og so annað papírarbeiði eisini. Teldu hevur tú ikki fingið tær, so alt verður skrivað við hond. Roknimaskinu nýtir tú næstan ikki, tí tú roknar bæði mvg o.a og telur saman í høvdinum, líka skjótt sum nøkur maskina klárar.


Tú byrjaði sum klokkari í kirkjuni fyrsta sunnudag í advent í 1957, og ringdi tú í uml. 47 ár. Í eini 30 ár røkti tú hettar starv so gott sum einsamallur, men tey seinastu árini hava yngri kreftir avloyst. Nú ringir tú einans, tá onkur biður teg, men í kirkjuni ert tú líka trúfastur, hóast tú nú situr á aftasta beinki, inni í krókinum, undir lampuni, fyri at síggja betur í sálmabókini. Hvønn sunnu- og halgidag, eru tú og mamma í kirkju, og er prestur til staðar, so verður hann boðin heim við til døgverða.


Í 1954 var tú valdur til formann í sjúkrakassanum, sum tá kallaðist “Andefjord sogn og bygden Hellernes sygekasse”. Í Andefjord sogn vóru bygdirnar Oyndarfjørður, Elduvík og Funningsfjørður. Í 20 ár sat tú sum formaður í hesum sjúkrakassa, men tá lagt var saman við Fuglafjarðar Læknadømis Sjúkrakassa, vart tú valdur í nevndina, og situr tú har enn í dag.


Í tey 20 árini, sum tú var formaður, var sjúkrakassin inni hjá okkum í Garðamørk. Har fór mest sum øll avgreiðsla fram, kanska mest á stovuborðinum, meðan eitt kamar var tikið til kontór at goyma papírir o.a.


Tú hevur verið formaður í kirkjuráðnum í mong ár, og eisini hevur tú verið í stýrinum fyri Missiónshúsið, harav fleiri ár sum formaður. Har var tú eisini ein av teimum, sum hevði sunnudagsskúla, tá ið vit vóru børn.


Tú hevur lisið málararnar av í Oyndarfirði næstan síðan teir vórðu uppsettir og hettar gert tú eisini enn.Tú ert eisini kassameistari hjá pensionistunum í bygdini, og møtir tú væl upp til tykkara hugnakvøld hvørja viku.


Tað er næstan eingin tíð á árinum, at tú einki hevur at takast við av “frítíðarítrivum”. Um várið fert tú kvøld eftir kvøld niðan í gerðið, at seta eplir niður, og um heystið tekur tú uppaftur og veltan má verða stór, so vit øll kunnu fáa burturav. So eru tað gæsnar, tær mugu eisini passast væl, tí tú ynskir, at vit øll skulu fáa gásasteik á jólum. Tá lembingin byrjar, livir tú mitt í verðini. Seyðurin hevur altíð havt tín heilt stóra áhuga og røktaði tú eisini í Ognarhaganum í 40 ár, men fyri 3 árum síðani læt tú røktina frá tær. Men kortini so dámar tær væl, at fara í hagan at hyggja eftir seyði, at trádraga og merkja lombini hjá tær og altíð er ein flokkur av abba og langabba børnum við tær. Um summarið ert tú altíð við, tá ið hoyggja verður og næstan áðrenn alt hoyggið er komið inn, byrjar tú at tosa um fletting, har tú eisini altíð er uppi í. Mangan seyðin hevur tú flett á yngri árum og tey ungu hevur tú lært væl. Vit kunnu bara takka tær, fyri alt tað kjøt og annað gott, ið vit hava fingið.


Vit hava so ómetaliga mong rík og góð minnir frá okkara barna- og ungdómsárum.

Hóast tú hevði langar arbeiðsdagar og eisini arbeiddi hvønn leygardag og ringdi i kirkjuni hvønn sunnumorgun, so hevði tú altíð tíð til okkum aftaná. Vit minnast, tá tú tók okkum við niðan í Hjarðardal, tí tú vildi læra okkum, hvussu tað var, at vera í torvi fyrr, og hendan dagin gloyma vit aldrin aftur. Vit minnast so mangar útfluktstúrar í góðum veðri, bæði í Oyndarfirði og aðra staðni. Altíð vart tú við í øllum, tú elskaði at spæla stikkbólt og banka kjøt, tú enntá stóð á hondunum og eina fer í besta sólskinsveðri, uppi í haganum, yvirraskaði tú okkum øll við ísi, sum tú hevði koyrt í eina flamingo dós. Vit minnast allar túrarnar, tá tú tók okkum við í hagan, har tú lærdi okkum um fuglarnar og vísti okkum reiður við ungum í. Vit minnast túrarnar niðan á Vatn, við tráðu og tá vit komu oman aftur við sílum, sluppu vit at steikja tey beinanveg. Vit minnast allar teir mongu túrarnar við lítla báti, tá vit fiskaðu bergyltu, hvussu kvirt tað mátti vera og so allan spenningin, tá vit sóu tær svimja undir bátinum og nærkast agninum. Vit minnast eisini túrarnar, tá vit vóru á seiðabergi niðri í Víkum og inni á Andrasstøð, tá vit fiskaðu síl í Laksá og í Heljareyga. Og so ikki at gloyma allar pannukøkurnar frá mammu, tá vit komu til hús av fiskitúrum.


Alt hettar uppliva vit og okkara børn og barnabørn enn í dag. Ikki líka ofta, men pápi er altíð við. Enn ger hann nakrar av hesum túrunum, nú við sínum abba og langabba børnum. Og útfluktstúrarnar dámar honum enn, so sera væl. Sum seinasta summar, tá vit øll vóru ein heilan dag uppi við nýggja vøllin í Oyndarfirði. Har var pápi eisini við í einum fótbóltsdysti.


Pápi hevur havt eitt upplivilsi, sum hevur sett seg sera fast í minni hansara, og tað er veturin 1946, tá hann var á Háskúla. Alla okkara tíð, hava vit hoyrt hann tosa um hesar mánaðarnar og trúfastur sum hann er, so hevur hann enn samband við nógvar av hinum, sum vóru har.


Tú og mamma eru familjukær sum fáur og tykkara áhugi fyri slekt er stórur. Tit vita ótrúliga væl um familjuviðurskiftir langt burturi, enntá syskinabørn og trímenningar hjá tykkara foreldrum, og tit tosa ofta um slekt. Tit eiga eisini æruna av, at vit í dag kenna nógvar av okkara trímenningum. Tykkara áhugi er ikki minni fyri okkum sum familja. Vit kenna hvønn dag tykkara kærleika og umsorgan og hóast familjan er vorðin stór og tit eiga 20 barnabørn og 14 barnabarnabørn, so hava tit somu umsorgan fyri øllum, og eru so trúføst at møta upp til hvønn tann einasta føðingardag, sum er í familjuni.


Góði pápi, vit vilja takka tær fyri alt, sum tú hevur verið fyri okkum øll og okkara ynski er, at vit øll máttu lært av tær, at liva eitt lívsjáttandi lív í degnum, sum vit hava í dag.


Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við áttati ára føðingardegnum og ynskja at Harrin má signa teg og mammu, og geva tykkum nógv góð og lívsjáttandi ár afturat.


Kærar heilsanir

Judith, Anni, Leif, Eilif og Gunnleyg



Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði sunnudagin 13.01.2008

frá kl 13.30 til kl. 18.30

Øll eru hjartaliga vælkomin