Oddaliðini hava frí

Flogbóltur: Hvørki TB ella Fram spælir hetta vikuskiftið, og tí eru tað liðini undir teimum, sum nú skulu royna at fylgja við

 

Bæði TB og Fram hjá ávikavist kvinnum og monnum hava frí hetta vikuskifti, og tí verða dystirnir í dag og í morgin fyrst og fremst avgerandi fyri, hvørji lið verða størstu kappingarneytarnir hjá hesum báðum í byrjanini av kappingini.

Hjá kvinnunum er tað soleiðis, at TB hevur fingið best hugsandi byrjan og hevur vunnið tveir dystir, meðan øll hini liðini longu hava tapt.

Í dag vitja føroyameistararnir úr Drátti í Havn, og um alt gongur eftir vild hjá teimum, vinna tær móti Fleyr, sum ikki sær út til at vera so sterkt í ár. Tær taptu 3-0 móti ÍF, meðan Dráttur hevur vunnið 3-1 móti ÍF, so tað skuldi verið løgið, um Dráttur ikki vinnur í dag.

Hin dysturin í bestu kvinnudeildini er í Klaksvík í morgin millum Mjølnir og ÍF. Mjølnir tapti í fyrsta umfari móti TB og hava ikki spælt síðani, so tær verða ivaleyst grammar eftir at fáa fyrstu stigini í morgin. ÍF eigur eisini at vera ein yvirkomilig uppgáva, men hava eysturoyarkvinnurnar ein góðan dag, kunnu tær hótta Mjølnir, eisini á útivølli. Men Mjølnir er favorittur undan dystinum.


Fram fær ein granna

Hjá monnunum sleppur oddaliðið Fram undan at spæla hetta vikuskifti.

Í Gundadalshøllini verður dystur millum Fleyr og SÍ í dag. Hetta sær út til at kunna gerast ein sera spennandi dystur, tí bæði liðini hava ætlanir um at vera við í oddastríðnum í ár. Bæði Fleyr og SÍ hava longu vunnið móti ÍF, og vinnarin í dag kemur upp á sama stigatal sum Fram, sum sostatt fær ein granna á stigatalvuni. Spurningurin er bara, um tað verður Fleyr ella SÍ.

Fleyr fekk eina góða byrjan uppá kappingina við at vinna 3-0 á Kambsdali, meðan SÍ síðsta leygardag tapti móti Fram og sostatt upplivdi eitt sindur av mótgangi fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Spennandi verður at síggja, um teir so hava rist hetta tapið av sær, ella um Fleyr eins og Fram stendur við fullum stigatali aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.

Hin dysturin hjá monnum verður í Klaksvík í morgin, og eins og hjá kvinnunum eru tað Mjølnir og ÍF, sum spæla. Hetta er so tann avgjørdi botndysturin í kappingini, tí higartil hevur hvørki av liðunum fingið stig. ÍF hevur tapt tvær ferðir og hevur enn ikki vunnið eitt sett, meðan Mjølnir tapti tepurt 2-3 móti Fram í teirra higartil einasta dysti í kappingini. Tí kundi okkurt bent á, at Mjølnir í løtuni er eitt sindur betur fyri enn ÍF.

Hvussu er og ikki, so er tað heilt vist, at taparin av hesum dystinum sum tað einasta liði stendur uttan stig sunnukvøldið, og tað er ein støða, sum hvørki av liðunum ynskir at koma í. Tí kunnu vit rokna við, at tað verður kempað hart um hvønn einasta bólt í Klaksvík í morgin.


Dystir og støða ? kvinnur:


27/10: Fleyr-Dráttur 13.00 Gundadalshøllin

28/10: Mjølnir-ÍF 17.00 Klaksvík


TB 2 2-0 6-0 4

ÍF 2 1-1 4-3 2

Dráttur 2 1-1 3-4 2

Fleyr 1 0-1 0-3 0

Mjølnir 1 0-1 0-3 0






Dystir og støða ? menn:


27/10: Fleyr-SÍ 15.00 Gundadalshøllin

28/10: Mjølnir-ÍF 15.00 Klaksvík


Fram 2 2-0 5-3 4

Fleyr 1 1-0 3-0 2

SÍ 2 1-1 4-3 2

Mjølnir 1 0-1 2-3 0

ÍF 2 0-2 0-6 0