við motorsúkklurnar, júst av oman fyri nevndu orsøkum. Men eg skal geva Kára P. Højgaard rætt í, at sum avgjaldsskipanin fyri motorsúkklur er sett saman, so verður elvt til at keypa eldri motorsúkklur heldur [...] fram um at lækka avgjaldið á motorsúkklum, sum eru millum vandamestu akfør. Og fyri at seta hetta í perspektiv, vísti eg til lista við tilmælum úr álitinum um Nullhugsjónina. Í greinini førir Kári P. Højgaard [...] Højgaard sjálv-andi veit, so ber til við avgjøldum at stýra sølu, eisini sølu á motorsúkklum. Verður tað bíligari at keypa motorsúkklur sum heild, so kunnu vit verða bangin fyri, at fleiri motorsúkklur koma
hann til landsliðsvenjing. – Tað var eitt líka stórt yvirraskilsi fyri meg, sum fyri øll onnur, fortelur liðformaðurin hjá FC Suðuroy lítillátin. Palli Augustinussen var partur av bruttohópinum til dystin [...] rin hevði sent boð eftir honum til venjingardyst í Gundadali. Sjálvur hugsar Palli Augustinussen ikki so nógv um landsliðsfótbólt. – Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Eg eri ikki ungur longur og [...] hevur verið burtur frá fótbóltinum í oynni so leingi? – Míni bestu fótbóltsár eru farin aftur um bak, tí hesi skulu eitast at vera, frá tú ert 24 til 28 ára gamal. Tað gerst so ikki við, men eg havi sanniliga
valfleski, fyri líkasum at komið út í øll horn. Men satt at siga, so havi eg hvørki skil ella áhuga fyri at framleiða vallyftir úr luftini. Hinvegin eru tað nøkur viðurskifti, ið eg veruliga brenni fyri. Eitt [...] fara at síggja dagsins ljós nú tað stundar til val. Miðflokkin kann so eingin lasta fyri líkasælu í Tórshavnar Býðráði!Arnfinn Á Birtuni X Valevni Miðfloksins til Tórshavnar Býráð [...] er nokk av valfleski, men alt ov fá, sum steikja tað. Eitt, ið eg vil nýta ein stóran part av míni tíð til, um eg gerist limur í Tórshavnar Býráði, verður at minna fólkavald á tey lyfti, tey hava givið
hann hevur almennar skyldur eisini. Hetta merkir eisini at taka sær tíð til fjølmiðlarnar, og Sosialurin fangaði hann í morgun fyri at fáa eina viðmerking um nógva kjakið, sum er komið fram í kjalarvørrinum [...] Tað er í løtuni til viðgerðar í flokkunum, men løgmaður metir, at breið semja er um at fremja málið í verki. - Tað er eisini fest á blað í samgonguskjalinum, at kanningar og forarbeiði til fast samband í [...] Tað er bara positivt at hava fakligan førleika, men tá Magni Laksáfoss fer frá at vera embætismaður til at verða landsstýrismaður, so er hann ikki bara búskaparfrøðingur, men politikari eisini, sigur løgmaður
á pall og úrslitið er, at vit manna kabarettina í ár, sigur Snæbjørn Hansen, sum setur met og er í fyri 12. ferð. Restin av manningini hevur eisini drúgvar royndir í kabaretthøpi. Aksel á Botni hevur verið [...] skemtiligan hátt. Men tað verður gjørt á ein so sømiligan hátt, at »offrini« nærmast síggja tað sum ein heiður at verða við í kabarettini, sigur Snæbjørn Hansen. Sum alt annað í samband við ovastevnuna hevur [...] ið hevur undirspælið. - Nú er tað soleiðis, at vit hava eina falleraða poppstjørnu her í Nólsoy, og fyri at fáa ferð aftur á kerrieruna, tosaði Kim Hansen við okkum um at sleppa at spæla afturvið kabarettini
- Vit vóru nakrir, sum alt fyri eitt ætlaðu okkum at vera í hesi kappingini. Vit royndu at seta ymisk hugskot saman, men hetta hugskotið fekk ein okkara so, tá hann var til skips. Hann hevði droymt ein [...] kendur fyri leiklutin hjá sær í tónleikabólkinum, Synarchy. Men tá vit spyrja hann, hvørt tónleikur og filmsgerð ikki onkursvegna eru lík, svarar hann játtandi. - Bæði eru jú á sín hátt list. Og fyri tað [...] - sum eisini var høvuðsleikari í filminum - John Ivar Venned, var sjónliga fegin um heiðurin. Ein heiður, sum kanska fyrst og fremst bygdi á eina ótrúliga søgugongd. Eina søgugongd, har høvuðspersónurin
Katten i sækken Sum løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í Vágum hevur Marjus sjálvandi áhuga fyri, at vinnulívið í oynni hevur tað gott og kann menna seg. Og, sum hann tekur til: - Tað eru helst mong sum høvdu [...] høvdu undrað seg, um eg fór av oynni fyri at keypa vindeygu til míni hús í Miðvági. Í hansara føri var tað kortini ikki neyðugt at fara so øgiliga langt. Hann hevði jú frammanundan keypt vindeygu úr Vatnsoyrum [...] Vágarnar at búgva. Fyri hann var eingin ivi um, at tey skuldu vera “Made in Faroe Islands”. - At eg valdi tað, kom snøgt av, at eg hevði hoyrt so nógv gott um tey. Og tá eg so fekk vindeyguni til húsini í Havn
forkláring er, at upphæddir, sum eru játtaðar til íløgur í miðnámsskúlar, eru so smáar og smábýttar, at tær ikki kunnu brúkast til nakað sum helst. Ráð til nýggja landsstýrismannin Væntandi fáa vit ein [...] í næstum. Míni ráð til hann eru hesi: Ger tær eina skjóta meting av hølisviðurskiftunum hjá miðnámsskúlunum kring landið. Far ikki undir alt í senn, men set upphæddir av, sum muna nakað, til nýggjar s [...] er talið av íbúðum alt ov lítið til at nøkta tørvin. Nakrir av skúlunum hava als ongar næmingaíbúðir t.d. Fiskivinnuskúlin. Avbygdanæmingar mugu klára seg sum best ber til. Men hví verður onki gjørt við
Daniella í Horni hevur latið 2 mill kr til hetta vælaverk. Hetta skal hon hava heiður og rós fyri. Landið hevur goldið 3 mió kr, har eg sum løgtingsmaður havi gjørt mítt til, at peningurin var játtaður. Heldur [...] gleddist um innbjóðingina at kunna møta sum borgarstjóri fyri grannakommununa fyri norðan og ikki minst møtti eg eisini sum løgtingsmaður. Til hetta høvið hevði eg skrivað eina stutta røðu; eg var jú í [...] skuldi verða til staðar, hetta føldist sum ein gráðin tøkk. Eg varð afturvaldur til formann í Sandoyar Skúlasambandi. Hetta fall nokk ikki væl hjá borgarstjóranum Pálli, hóast hann væl kennur til tann stóra
eiga sín stóra part av heiðrinum fyri, at teir hava megnað at spælt liðið somikið væl saman undir truplum arbeiðsumstøðum, og Hondbóltssambandið eigur eisini heiður fyri sítt landsliðsarbeiði. Um nakað [...] at tað er grundarlag fyri einum A-landsliðið, sum eisini má vera aðalmálið. Tað kann í øllum førum ikki vera rætt, at hesir ungu menninir skulu missa møguleikan fyri at spæla fyri Føroyar bert tí teir [...] HM-kappingini. Hetta var ein sonevnd undan-undankapping, og nú gongur leiðin til Danmarkar, har undankappingin verður í døgunum 2. til 4. apríl. Sjálvt HM-endaspælið verður í Týsklandi í august mánaði. Tað er