Feysreyp á ovastevnu

Aftur í ár fær ovastevnan fylgi av trúgva sveininum, ovastevnukabarettini. Hetta er 19. ferðin av 20, at nólsoyingar spæla kabarett á ovastevnu

Tað verður ein sera roynd manning, sum trínur á pall í ársins ovastevnukabarett.
- Tú kanst siga, at talan er um come-back. Eingin av okkum vóru við í kabarettini fjør, so vits ótu í salinum og hugdu at. Og tað kann sigast, at okkum longdust aftur á pall og úrslitið er, at vit manna kabarettina í ár, sigur Snæbjørn Hansen, sum setur met og er í fyri 12. ferð.
Restin av manningini hevur eisini drúgvar royndir í kabaretthøpi. Aksel á Botni hevur verið við í mong ár, og hevur eisini drúgvar royndir frá bæði sjónleiki, filmi og sjónvarpslýsingum.
Høgni Niclasen er eisini drúgvur í kabaretthøpi, eins og Villy Joensen (systirsonur Ova), Høgni Poulsen, Jacoba Jacobsen og Amanda Hansen hava verið við í fleiri ár.
Samansjóvingin av kabarettini fylgir konseptinum tey mongu seinnu árini.
- Tað eru í høvuðsheitinum lokalar hendingar gjøgnum farna árið, ið verða viðgjørdar á ein skemtiligan hátt. Men tað verður gjørt á ein so sømiligan hátt, at »offrini« nærmast síggja tað sum ein heiður at verða við í kabarettini, sigur Snæbjørn Hansen.
Sum alt annað í samband við ovastevnuna hevur eisini kabarettinment seg seinastu árini, og frá at hava verið karikaturkend spots er kabarettin í dag meira sjónleikarakendar sketsjir, har leikurin undirbyggir replikkirnar. Tað verður eisini nógv størri orka løgd í at venja senurnar.

Kim spælir undir
Fyrsta ovastavnan var líka sum ein royndarstevna, og tiltøkini vóru avmarkað, og tí var heldur eingin kabarett tað árið. Men síðani 1994 hevur kabarettin verið fastur táttur á ovastevnu, og ikki bara tað: ovastevnukabarettin hevur verið eitt hitt fremsta tiltakið yvirhøvur á stevnunum.
- Vit hava altíð lagt okkum eftir, at sjálvt um talan er um lokalar hendingar, so skulu tær førast fram soleiðis, at eisini avbygdafólk fáa nakað burtur úr. Og tað haldi eg, at kabarettfólkini hava megnað, tí tað eru afturmeldingarnar, vit fáa, sigur Snæbjørn Hansen.
Men eingin kabarett uttan tónleikaligt fylgispæl, og í ár er tað ikki hvør sum helst, ið hevur undirspælið.
- Nú er tað soleiðis, at vit hava eina falleraða poppstjørnu her í Nólsoy, og fyri at fáa ferð aftur á kerrieruna, tosaði Kim Hansen við okkum um at sleppa at spæla afturvið kabarettini, sigur Snæbjørn Hansen.
Um hetta er fulli sannleikin ella ikki, so sleppa tey, ið fara til kabarett ovastevnu vikuskiftið, eisini at hoyra tónar frá Kim Hansen.
Sum altíð er upp undir ovastevnuna, venur kabarettfólkið heilt upp undir frumsýningina, og tí er ikki heilt greitt, hvussu long kabarettin verður.
- Vit hava ikki tikið hana ígjøgnum stig fyri stig, so tað er ilt at siga nakað um longdina enn. Men skal eg meta, vil eg siga 50-60 minuttir, sigur Snæbjørn Hansen fyrrapart hósdag.