Sands Kommuna tók tann prýðiliga Skúlan í brúk í vetur. Har vóru øll bygdarráð boðin við, og har við eg sjálvur. Eg gleddist um innbjóðingina at kunna møta sum borgarstjóri fyri grannakommununa fyri norðan og ikki minst møtti eg eisini sum løgtingsmaður. Til hetta høvið hevði eg skrivað eina stutta røðu; eg var jú í føðibygd móður mínar, har eg sum smádrongur var hvørja summarferiu, og ætlaði eg at frambera hesa røðu mína sum eina heilsan til bygdarfólkið á Sandi. Hetta var mær noktað av borgarstjóranum, Páll á Reynatúgvu, so Gerhard fór so nakkalangur norður aftur til Skopunar.
Sands Kommuna hevði móttøku sunnudagin, har bókasavnið var alment tikið í brúk. Daniella í Horni hevur latið 2 mill kr til hetta vælaverk. Hetta skal hon hava heiður og rós fyri. Landið hevur goldið 3 mió kr, har eg sum løgtingsmaður havi gjørt mítt til, at peningurin var játtaður. Heldur ikki hesaferð ynskti Páll á Reynatúgvu, at Gerhard skuldi verða til staðar, hetta føldist sum ein gráðin tøkk.
Eg varð afturvaldur til formann í Sandoyar Skúlasambandi. Hetta fall nokk ikki væl hjá borgarstjóranum Pálli, hóast hann væl kennur til tann stóra framburð, sum er farin fram við Meginskúlan hesi árini. Hvat ger Páll, jú hann hálverar gjaldið hjá Sands Kommunu til Meginskúlan, soleiðis at eg sum formaður havi stórar trupulleikar av røkja skúlan, hóast greiðar reglur eru fyri, hvussu gjaldast skal. Tað verður goldið eftir fólkatalinum og skattagrundarlagnum, og hetta fyrihalda allar hinar kommunurnar í oynni seg til.
Hesin ósmædni borgarstjórin Páll á Reynatúgvu ger tað, sum neyvan nakar annar hevði hugsað. Gamaní var hann einmælt valdur til borgarstjóra og var tað ein álitisváttan, men nú kunnu barnaverdarmál avgreiðast innan fyri hansara egnu familiu, um eitt kaffiborð. Hetta letur seg gera av tí at:
Hann setur systur sína í nevndina fyri Sandoyar Barnaverdartænastu, eg eri fullvísur í, at hon er álitisfólk, men!
Hann setur seg sjálvan í nevndina fyri Barnaverndartænastuna, har fólk úr formannskapinum úr Kommununum vanliga sita.
Páll møtir sjálvur á fundi í nevndini fyri Barnaverndartænastuna, hóast næstformaðurin í Sands Kommunu var boðaður til fundar av formanninum í nevndini. Á hesum fundi var kona Páll á Reynatúgvu sett sum leiðari fyri Barnaverndartænastuna á Sandoynni. Eg vil beinanvegin leggja afturat, at eg kenni hana sum eitt gott fólk.
Eisini boðaði Páll til fundar við landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, um flutning av fiski úr Sandoynni, sum er eitt sera týðandi mál fyri meg. Henda fundin var eg, sum løgtingsmaður, heldur ikki boðin við til.
Hetta eru alt mál, sum eg dagliga verði spurdur um av sandoyggja fólki.
Eitt skal eg siga tær Páll, tú kann bera teg soleiðis móti mær, leggja fótonglar í vegin, men einaferð slær tú teg ímóti. Tað verður kortini ikki móti mær tí, eg kann gott bakka undan.
Páll, øll vilja verða so nøkunlunda viðfarin, eisini Gerhard Lognberg. Í øllum hesum føli eg meg trakkaðan á og hildnan fyri gjøldur av einum manni, sum heldur skuldi rætt hondina fram.
Eg havi sitið í Skopunar Kommunu síðani ´85, har eg havi samskift við ymiskar borgarstjórðar, og hava vit víst virðing fyri hvørjum øðrum.
Kanska er tað, sum tú einaferð segði mær á einum formansfundi:
»Tú kemur úr einum hálv vánaligum skúla í Skopun, við sjey árum, meðan eg eri vælútbúgvin«
Hevði tú so brúkt tína fornuft til samstarv heldur enn at spjaða.