Filmskapping
Har var eingin ivi. Dómsnevndin, sum var sett saman við Ivan Niclasen, Høgna Djurhuus og Bjarna A. Bjarnason, segði seg onga løtu vera í iva. Hóast støðið var rættiliga javnt gott, so hevði liðið handan Beyond Fear av álvara skarað framúr, hildu teir.
Sprottin úr dreymi
Ein av høvuðsmonnunum - sum eisini var høvuðsleikari í filminum - John Ivar Venned, var sjónliga fegin um heiðurin. Ein heiður, sum kanska fyrst og fremst bygdi á eina ótrúliga søgugongd. Eina søgugongd, har høvuðspersónurin sjálvur válar runt í onkrari dreymaverð, har hann støðugt rennir seg í eina merksiverda veru. Ein hvíttklæddan drong, sum hóast bjarta litin meira er átøkur ímyndini av tí ónda.
Ivaleyst er tað betri at síggja filmin, tá hesin aftur verður vístur í Sjónvarpinum, heldur enn at greina søguna her. Men eftir handanina viðgekk John Ivar, at filmurin sum so hevði sín uppruna í veruleikanum.
- Vit vóru nakrir, sum alt fyri eitt ætlaðu okkum at vera í hesi kappingini. Vit royndu at seta ymisk hugskot saman, men hetta hugskotið fekk ein okkara so, tá hann var til skips. Hann hevði droymt ein dreym, sum hann soleiðis royndi at festa niður, og hann greiddi okkum eisini frá hugskotinum, tá hann var komin í land aftur.
Men at fáa eina slíka surrealistiska søgugongd at sampakka við ein film. Er tað ikki trupult?
- Jú. Og tað var eisini nakað, sum vit arbeiddu nógv við. Vit høvdu jú mest sum hvør sína ímynd av tí, sum hann greiddi frá. Og undir upptøkunum var hann eisini sjálvur við, soleiðis at hann kundi siga, at »hetta var akkurát tað«. Tað hevur verið ein stór avbjóðing, men samstundis øgiliga stuttligt.
Tilsamans var talan um heilt nógv fólk, sum tóku lut í filminum. Ikki minst, tí søgan kravdi hópin av statistum, og hesi ganga øll runt í filminum, sum vóru tey púrasta vanligir fótgangarar í miðbýnum í Havnini.
List er list
John Ivar er kanska betri kendur fyri leiklutin hjá sær í tónleikabólkinum, Synarchy. Men tá vit spyrja hann, hvørt tónleikur og filmsgerð ikki onkursvegna eru lík, svarar hann játtandi.
- Bæði eru jú á sín hátt list. Og fyri tað nógva ræður um at perfektionera tíni avrik. Í so máta eri eg kanska komin longri við tónleikinum, sum eg havi fingist meira við. Men hetta er avgjørt eisini stuttligt.
Og sum so fær hann nú eisini møguleikan at sameina hesi. Høvuðsvinningurin í kappingini var nevnliga eitt upptøkutók, sum er vert einar 25.000 kr. Og longu nú er gjørt av, hvør fyrsta uppgávan við hesum er.
- Vit ætla at gera eina tónleikavideo. Tað er avgjørt nakað, sum tiltalar meg, tí tá ræður um at finna eina javnvág, har tú við myndum kanst greiða frá søguni í einum lagi. So tað verður helst fyrsta verkætlanin í so máta, segði John Ivar at enda.