Miðvágur: - Vit hava havt hesi vindeyguni í eini 10 ár. Og tú sært sjálvur, í hvussu góðum standi tey framvegis er, sigur Marjus, sum eisini er valdur á ting.
Húsini hjá honum og familjuni standa á Húsanesvegi í Miðvági, og eru rættiliga stór. Og eini stór hús hava sjálvandi eisini tørv á nógvum vindeygum.
Ein dagin kom løtan, tá neyðugt var at skifta øll hesi vindeyguni út. Sum ætlað, so gjørt, og fall valið á vindeyguni hjá snikkaravirkinum í Vatnsoyrum.
Tey tóku avgerð um at fáa sær vindeygu úr plastikki í kjallarahæddina, meðan tey í erva valdu eina loysn við vindeygum úr træ og aluminium við sprossum í.
- Vit fingu at vita, at hesi vindeyguni vóru viðlíkahaldsfrí. Og tað hava tey so sanniliga eisini verið. Tey eru nevniliga viðlíkahaldsfrí, greiðir Marjus frá.
Hann leggur dent á, at tað ljóðar kanska ótrúligt, men tey hava altso ongar trupulleikar havt av vindeygunum ella hurðunum, sum tey hava keypt seinni frá fyritøkuni, ið kallast HDYGD.
- Vit hava verið glað fyri ta avgerðina, sum vit tóku tá, slær Marjus fast. - At so virkið liggur her vesturi hjá okkum, ger alt bara uppaftur betri.
Hildu bert 5 ár
Tað var ikki av ongum, at Marius Dam júst valdi at keypa vindeygu frá Vatnsoyrar Snikkaravirki, sum tað tá kallaðist.
Frammanundan hesum hevði hann latið eini hús byggja í Havn, áðrenn tey fluttu vestur í Vágarnar at búgva. Fyri hann var eingin ivi um, at tey skuldu vera “Made in Faroe Islands”.
- At eg valdi tað, kom snøgt av, at eg hevði hoyrt so nógv gott um tey. Og tá eg so fekk vindeyguni til húsini í Havn, ja, so var eg sera væl nøgdur við tey, greiðir Marjus frá.
Hann gjørdi tó eitt ávíst kanningararbeiði, áðrenn endalig støða varð tikin, hvat slag av vindeygum ið keypast skuldu.
Hetta arbeiðið varð millum annað gjørt uttanlands. Og sum hann og onnur helst høvdu roknað við, kundi hann skjótt staðfesta, at fleiri av hesum vindeygum vóru munandi bíligari enn tey føroysku.
- Men so fekk eg eisini at vita frá fólki her í Føroyum, og sum høvdu keypt vindeygu úr útlandinum, at tey høvdu brent seg heilt alvorliga.
- Í onkrum føri máttu tey skifta hesi útlendsku vindeyguni út eftir bert fimm árum - ja, hugsa tær til, fimm árum. So tú kanst ætla, at hesi fólkini, tey vóru í øllum førum sannførd um, at tey fóru bara at keypa føroysk vindeygu hereftir, vísir hann á. - So fyri tey var tað ein sera dýrur umgangur at keypa útlendskt.
Katten i sækken
Sum løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í Vágum hevur Marjus sjálvandi áhuga fyri, at vinnulívið í oynni hevur tað gott og kann menna seg. Og, sum hann tekur til:
- Tað eru helst mong sum høvdu undrað seg, um eg fór av oynni fyri at keypa vindeygu til míni hús í Miðvági.
Í hansara føri var tað kortini ikki neyðugt at fara so øgiliga langt. Hann hevði jú frammanundan keypt vindeygu úr Vatnsoyrum, og visti tí, hvat hann fekk og fór at fáa, um hann aftur valdi eina loysn frá HDYGD.
- Nei, tað hevur sín fyrimun at keypa føroyskt framleidd vindeygu, tí annars er altíð ein vandi fyri, at ein keypir “katten i sækken”, sum hann málber seg.
- Eru so nakrir trupulleikar, so veitst tú hvønn tú skalt venda tær til. Tá kanst tú tosa við ein føroying, heldur enn ein útlending sum tú als ikki kennir.
- Men tað eri eg so sloppin undan higartil, sigur Marjus við einum brosi.
Í øllum veðri
Eftir at Marjus hevði spurt seg fyri og hevði kannað tey ymisku vindeyguni, varð avgerð tikin um at keypa vindeygu frá virkinum í grannabygdini, Vatnsoyrar.
Ikki nóg mikið við tað. Marjus ynskti eisini, at fáa menn frá virkinum at seta vindeyguni í fyri hann. Og hetta lat seg eisini gera.
Tað var kortini ein forðing á vegnum, og tað var árstíðin, tá vindeyguni skuldu setast í, nevniliga mars mánaður, tá veðrið kann vera rættiliga skiftandi og sum oftast ringt.
- Og tað var eisini ringt, skal eg siga tær. Eg trúði heilt erliga ikki, at tað fór at bera til hjá teimum báðum monnunum at seta vindeyguni í.
- Men eg fekk annað at síggja, sigur Marjus við einum brosi.
Hann sá beinanvegin, at hetta vóru menn sum vóru vanir við slíkt arbeiði, óansæð hvussu veðurvánirnar vóru. Teir fingu arbeitt soleiðis, at eftir fáum døgum vóru øll vindeyguni skift.
- Eg haldi, at teir dugdu avbera væl at laga arbeiðið eftir veðrinum og ættini. Jú, teir dugdu sítt arbeiði.
Gott alternativ
Fyri Marjus Dam hevur tað stóran týdning, at alt tað sum eitur føroysk framleiðsla skal hava bestu umstøður at arbeiða undir.
Fyri hann er eingin ivi um, at Vatnsoyrar Snikkaravirki - tað sum nú kallast HDYGD - er eitt gott alternativ til tær útlendsku fyritøkurnar.
- Bæði teir sum gjørdu vindeyguni hjá mær, og teir sum settu tey í her í Miðvági, skulu hava alt rós frá mær fyri dygdargott arbeiði.
- Og vit sjálvi eru eisini sera fegin um, at vit valdu eina loysn við føroyskari framleiðslu og sum eisini kann skapa føroysk arbeiðspláss.
Undirgraving
Eingin ivi er um, at tað er einfalt at keypa ódýrar vørur úr útlandinum heim til Føroyar. Fyri tað dagliga húsarhaldið kann hetta kennast sum ein fyrimunur í fyrsta umfari.
Marjus Dam sær her ein vanda í, at so nógv verður innflutt úr útlandinum, og sum annars kundi verið keypt í Føroyum. Fyri hann merkir hetta nærum tað sama, sum at ein sagar greinina, ið ein sjálvur situr á, við tað at ein soleiðis undirgravar føroyskt vinnulív.
- Ja, hygg. Um eg nú skuldi keypt míni vindeygu úr útlandinum, so stuðli eg automatiskt útlendskum arbeiðsplássum. Og so merkir tað hinvegin aftur, at eg eri við til at útflyta føroysk arbeiðspláss.
- Eitt arbeiði sum kundi verið gjørt her á landi, verður soleiðis latið øðrum at gera. Nei, tað rættasta hevði sjálvandi verið, at vit stóðu saman og stuðlaðu okkara egnu fyritøkum, vísir hann á.
Eitt dømi um hetta er, eftir hansara meting, júst HDYGD, sum hevur ment eitt føroyskt vindeyga sum hóskar sera væl til tað føroyska veðurlagið.
- Og so kann tað bæði storma og ýla harúti, men teirra vindeygu eru av besta slag. Eg havi so ongatíð havt trupulleikar av gjóstri ella vætu.









