Løgmaður er í hesum døgum á oyggjaleikunum á Rhodos, men nú er tað ikki bara sum ferðamaður, hann hevur almennar skyldur eisini.
Hetta merkir eisini at taka sær tíð til fjølmiðlarnar, og Sosialurin fangaði hann í morgun fyri at fáa eina viðmerking um nógva kjakið, sum er komið fram í kjalarvørrinum av úttalilsunum hjá nýggja fíggjarmálaráðharranum, Magna Laksáfoss. Serliga er tað ávaringin móti at leggja ov nógvan pening í Sandoyartunnilin í hesum døgum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sær kortini ikki nakað forgjørt í, at fíggjarmálaráðharrin ávarar móti at seta ov nógva ferð í búskapin. Tað er at rokna sum hansara skylda sum landsstýrismaður í fíggjarmálum.
- Tað eru ting, sum hava gingið ov skjótt í samfelagnum, og ting, sum framvegis ganga ov skjótt. Men tað verður altíð ein spurningur um raðfestingar, um vit skulu gera fast samband millum oyggjarnar, byggja sjúkrahús ella skúlar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður heldur ikki tað er nakað vánaligt hugskot, at halda nakað aftur í íløgunum bæði hjá landi og kommunum. Hinvegin hevur tað alla tíðina ligið í luftini, at fasta sambandið um Skopunarfjørð var eitt mál, sum samgongan er samd um at fremja.
- Eg segði í fyrstu løgmansrøðu míni, at vit fullførdu fasta sambandið undir Vestmannasundi í seinastu tingsetu, fasta sambandið um Leirvíksfjørð í hesari tingsetuni og væntandi fasta sambandið í Sandoynna í komandi setu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Í flokkunum
Málið er ikki liðugt viðgjørt enn. Tað er í løtuni til viðgerðar í flokkunum, men løgmaður metir, at breið semja er um at fremja málið í verki.
- Tað er eisini fest á blað í samgonguskjalinum, at kanningar og forarbeiði til fast samband í Sandoynns skal gerast í hesum valskeiðinum. Og tað er mín sannføring, at semja er um málið í samgonguni, sigur løgmaður.
- At Magni Laksáfoss mælir til eitt sindur av afturhaldni er einki undarligt í. Men málið er í einari tilgongd, og tað er altso mín fatan, at samgongan er samd um ætlanina, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at tað er bara positivt, at ein landsstýrismaður hevur fakligan førleika, men tá mann fer frá at vera embætismaður til at verða landsstýrismaður, so er mann ikki bara búskaparfrøðingur – tá er mann eisini politikari. Og tað er neyðugt hjá Magna Laksáfoss at læra seg.
- Í síðsta enda er tað jú samgongan, sum tekur avgerðirnar, vísir løgmaður á.