Jón Kragesteen
Viðmerking í sambandi við at tingmaður hevur lagt fram uppskot um at lækka avgjaldið á motorsúkklum Jón Kragesteen hevur hesa viðmerkingina:
Hin 13. apríl í ár var aðalorðaskifti í løgtinginum um Nullhugsjónina. Undan hesum degi var nógv gjørt burtur úr at fáa evnið fram í sjónvarpi, útvarpi, bløðum, umframt at faldari var sendur í hvørt hús. Orðaskiftið henda dagin í løgtinginum var gott og sakligt. Og tað var breið undirtøka fyri Nullhugsjónini. Fyri Ferðslutrygd var hetta ein stórur dagur, at landsins kosnu tingmenn loksins høvdu eitt seriøst orðaskifti um ferðslutrygdarviðurskifti. Tosað var um at gera nakað við viðurskiftini og onkur tingmaður spurdi beinleiðis, hví ikki farið verður til verka beinanvegin, í staðin fyri at tosa. Vónirnar vóru stórar fyri, at nú fór løgtingið endiliga at evna til ein umhugsaðan ferðslutrygdarpolitikk, sum kundi savna allar kreftir at røkka einum framtíðarmáli.
Men síðani henda dagin í apríl hevur lítið verið at hoyrt aftur. Ikki fyrr enn nú í vikuni, har tingmaður skjýtur upp at lækka avgjaldið á motorsúkklum.
Framhaldandi álvarsligar ferðsluvanlukkur
Vit hava í dag næstan 25.000 akfør í landinum og vit hava ongantíð ferðast meiri enn tað sama. Og vit hava framhaldandi álvarsligar ferðsluvanlukkur, síðani 1997 eru 27 fólk deyð í ferðsluni, tað er í miðal 3-4 um árið. Harafturat eru fleiri, sum hava fingið varandi mein. Av teimum deyðu er 16 í aldrinum 15- 24 ár, ella næstan 60%.
Í álitinum, sum Ferðslutrygd lat úr hondum í fjør, er hópin av tilmælum um, hvussu vit kunnu gera ferðsluna tryggari. Men einki av hesum sigur nakað um at lækka avgjaldið á motorsúkklum. Hinvegin hevur Ferðslutrygd ført fram, at aldursmarkið at fáa koyrikort til motorsúkklur, størri enn 34 hestar, skal vera 21 ár, soleiðis sum tað er í Danmark.
Lutfalsliga fáar motorsúkklur
Fyri fáum árum síðani vóru einar 100-200 motorsúkklur skrásettar í landinum, men seinastu árini er talið økt munandi, so at tað í dag eru um 500 motorsúkklur skrásettar. Motorsúkklur verða mettar at vera millum vandamestu akfør. Tí er tað ein veruleiki, at jú fleiri ið vera til av teimum, jú fleiri vanlukkur kunnu vit vænta. Tíbetur, kunnu vit siga, hava tað serliga verið tilkomin fólk, sum hava fingið sær motorsúkklur, tey allarflestu sum frítíðarítriv og ikki sum flutningstól.
Verður bíligari at keypa motorsúkklur sum heild, og vit fáa fleiri av teimum, kunnu vit vænta, at ungfólk eisini fara at fáa ráð at keypa hesi vandamiklu flutningstól, og so kunnu vit hvør í sínum lagi rokna restina út sjálvi, sí hagtølini omanfyri.
Løgin raðfesting
Samanumtikið má sigast, at tað er ein løgin raðfesting, sum tingmaðurin hevur gjørt. Rætt skal vera rætt at tingmaðurin førir fram, at orsøkin til at uppskotið verður sett fram er, at fólk skulu keypa nýggjar motorsúkklur heldur enn gamlar, m.a. tí at nýggjar motorsúkklur eru tryggari enn gamlar. Og tað ljóðar skilagott í sjálvum sær.
Men um vit síggja ferðsluna sum eina heild, og tað haldi eg at vit kunnu krevja av einum tingmanni, so sær út sum, at tað hevur størri týdning at gera broytingar fyri eitt frítíðarítriv hjá einum lutfallsliga lítlan málbólki, heldur enn at gera nakað við teir veruligu trupulleikarnar. Og tú fert at ivast í, um pengapungurin hjá nøkrum fáum hevur størri týdning enn trygdin.
Jólaheilsan
Mín jólaheilsan til løgtingsmannin og løgtingið, sum heild, skal tí vera: Gevist við at pjøssa upp á ferðslulógina uttan mið og mál. Setið eina ferðslutrygdarætlan út í kortið við Nullhugsjónini sum máli, so allir partar, sum hava við ferðsluna at gera, kunnu savna kreftirnar.
- - - - - -
Fyri at seta málið í perspektiv verður listin yvir tilmæli frá Ferðslutrygd til landsins myndugleikar settur niðanfyri.
o Ungfólk millum 18 og 25 ár skulu fáa serligt royndarkoyrikort í 2 ár við serligum treytum
o Koyrikort við stigaskipan skal setast í verk
o Útbúgvingin at taka koyrikort til bil skal víðkast
o Skaðanevnd at kanna álvarsligastu ferðsluóhappini verður sett
o Tað skal ikki vera loyvt at nýta summardekk á vetri.
o Tað skal vera lógarkrav at nýta hjálm, tá ið súkklað verður.
o Aldursmarkið at fáa koyrikort til stórar motorsúkklur, størri enn 34 hestar skal vera 21 ár.
o Prutl og skutarar skulu kunna koyra 45 km/t. Fyri at koyra hesi krevst útbúgving við tilhoyrandi undirvísing og staðið prógv.
o Promillumarkið skal lækkast úr 0,5 niður í 0,2
o Loyvt skal verða at súkkla á gongubreytini. Súkklur skulu víkja fyri gongufólki, sum altíð hava fyrstarætt.
o Oyggjar, sum býta koyribreytina í tvey, eiga at verða gjørdar so nógva staðni, tað ber til. Serliga umráðandi er at oyggjar verða gjørdar saman við gonguteigum, so at fólk fáa tikið eina koyribreyt í senn, tá ið tey skulu yvir um vegin.
o Ábyrgdin at halda landsvegir fríðar fyri seyð og annan fenað skal verða løgd á vegmyndugleikan
o Bilverjur skulu verða gjørdar í vandamiklum vegastrekkjum, har tað er trupult ella serliga kostnaðarmikið at gera vegaumhvørvið ferðslutryggari.
o Kantsteinarnir verða lækkaðir við gonguteigar, og har gongubreytir verða avbrotnar av t.d. síðuvegum.
o Skipað skal verða fyri, at náttarbussar koyra millum bygdir, so til ber hjá ungdómi at koma trygt aftur og fram í sambandi við dansi og øðrum náttartiltøkum
o Ásett eigur at verða við lóg, at nøktandi fyrstahjálparútgerð er í øllum bilum, umframt lykt, lítil eldsløkkjari og ein ávaringartríhyrningur, og at hesi viðurskifti verða partur av tí, sum kannað verður, tá ið bilurin verður skoðaður á Bileftirlitinum.
o Fyrstuhjálparskeið skal vera kravdur partur av koyrikortaútbúgvingini
o Venjingarbreyt/ hálkubreyt verður gjørd.
o Møguleikarnir hjá fólki at ferðast við bussi eiga at verða øktir.