Alexandur Johansen úr StÍF var størsta hetjan millum allar hinar hetjurnar, tá føroyska U18 landsliðið sunnudagin í ítróttarhøllini á Hálsi og heima í stovunum runt um landið vann 21-19 á Moldova og sostatt sleppur at halda fram í HM-kappingini.
Harafturat var sigurin væl og virðiliga uppiborin, og hann vísti eisini, at tað veruliga er grundarlag fyri føroyskari luttøku í altjóða hondbólti.
Tað er helst skeivt at taka nakran framum aðrar á føroyska liðnum, men tey flestu vóru samd um, at Alexandur Johansen vísti spæl á sera høgum stigi meginpartin av dystinum, um tað so var frá miðjuni ella frá vonginum.
Í dystinum í Vestmanna fríggjakvøldið móti Kypros var StÍF-vongurin eisini millum teir bestu á føroyska liðnum, har hann var ein av teimum fáu, sum ikki hevði óneyðuga stóra virðing fyri kypriotiska liðnum. Og í Havn sunnudagin var øll virðingin burtur, ikki bert hjá Alexanduri, men hjá øllum liðnum. Og tað var størsti munurin á avrikunum í teimum báðum dystunum.
Sigurin á Moldova merkir eisini, at føroyska U18 liðið sleppur at halda fram í HM-kappingini. Hetta var ein sonevnd undan-undankapping, og nú gongur leiðin til Danmarkar, har undankappingin verður í døgunum 2. til 4. apríl. Sjálvt HM-endaspælið verður í Týsklandi í august mánaði.
Tað er eisini frálíkt at vita, at liðið nú ikki bert verður syndrað, sum nógv helst høvdu roknað við, fór at henda. Liðið sleppur at halda fram og spæla fleiri dystir, og tað kunnu spælarar, leiðarar og føroyingar sum heild bert fegnast um. Venjarin Daniel Rapa og hjálparvenjarin Jákup Durhuus eiga sín stóra part av heiðrinum fyri, at teir hava megnað at spælt liðið somikið væl saman undir truplum arbeiðsumstøðum, og Hondbóltssambandið eigur eisini heiður fyri sítt landsliðsarbeiði. Um nakað so vísti úrslitið móti Moldova sunnudagin, at tað er grundarlag fyri einum A-landsliðið, sum eisini má vera aðalmálið.
Tað kann í øllum førum ikki vera rætt, at hesir ungu menninir skulu missa møguleikan fyri at spæla fyri Føroyar bert tí teir gerast ov gamlir, men áðrenn teir eru komnir í sín besta hondbóltsaldur. Vónandi er hetta eisini nakað HSF ásannar og arbeiðir við.
Í Vestmanna fríggjakvøldið vóru ikki so nógv fólk, sum ein kundi roknað við, nú eitt sjáldsamt høvi beyðst til at síggja eitt føroyskt hondbóltslandslið. Høllin í Havn sunnudagin var so gott sum fullsett, og hóast meginparturin av áskoðarunum kundi gjørt meira fyri at stuðla liðnum ? umframt at latið vera við at klappa aftan á tjóðsangirnar, tí tað er ikki nakar vakur siður ? so kendu spælararnir seg uttan iva á heimavølli, og teir spældu eisini hareftir.
Verjuinnsatsurin var 100 prosent, og í álopinum vóru ikki so nógvir nervar og so stór virðing, sum tað var móti Kypros tveir dagar frammanundan. Hjá summum sá tað hinvegin út til, at teir høvdu eina rúgvu av landsdystum á baki, og teir orkaðu eisini at halda dampinum uppi ein heilan dyst, sum jú eisini hevur sera nógv at siga.
Sosialurin ynskir U18 landsliðnum og Hondbóltssambandinum tillukku við frálíka úrslitinum og ynskir góða eydnu um páskirnar, tá enn sterkari mótstøðulið bíða niðri í Danmark.