eindømi í oljusøguni. Arbeitt hevur verið við hesi verktætlan nú í nøkur ár, og nú verður mett rætta tíðin til at kunna føroyska almenningin um arbeiðið í GEM. Tí verður skipað fyri eini framsýning í Müllers [...] evnunum heilsu, trygd og umhvørvi. Í hesum sambandi verður eisini stýringsfundur í GEM. Formaður í Stýringsbólkinum fyri GEM er Halvor Snarvold. Hann hevur drúgvar royndir í oljuverðini og hevur m.a. arbeitt [...] tekur sær av fyri fyrisitingarliga arbeiðinum í sambandi við GEM. Týsdagin verður stór móttøka í Müllers Pakkhúsi fyri umleið 200 innbodnum Feløgini, sum eru við í GEM, eru: Amerada Hess, Dopas, Lasmo, Norsk
verður í onkran av teimum góðu, gomlu sjelarunum. Eg og míni fara at ynskja Hergerð, stórusystir, hjartaliga til lukku við føðingardegnum, nú hon fer um tey sjeyti, sum ein av yngstu pensionistunum í landinum [...] ársungi, so má sigast, at hon ber sín aldur væl. Hergerð er elst av børnunum hjá Alfridu og Palla í Tøðuni í Vági. Tá ið realskúlin var farin afturum, gekk hon eitt skifti við posti. 22. februar 1958 giftist [...] fingu tey 4: Palla, Jakobinu, Allu og Jákup. Meðan børnini vóru smá, var Hergerð heima. So stóð hon í handli í nøkur ár. Síðan royndi hon seg m.a. sum heimahjálp og dagrøktarmomma. Hesi seinru árini hevur hon
Ráðstevna Í sambandi við Føroya Sjómannadag, skipaðu klaksvíkingar seinnapartin fríggjadagin fyri fiskivinnuráðstevnu í Skálanum. Hetta var onnur ráðstevnan av hesum slagi í Klaksvík nýggjari tíð. Hin [...] fjøltáttaður. Klaksvíkin verður eisini í framtíðini ein fiskivinnumiðdepil. Í sambandi við ráðstevnuna, hava fyrireikararnir gjørt eitt faldara, sum lýsir ymiskar tættir í høvuðsvinnuni, og undan ráðstevnuni [...] Stigtakarar til fiskivinnuráðstevnuna eru Auðunn Konráðsson, sum er formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag og Óli M. Lassen, sum eitt nú er útgerðarmaður hjá l
verður leitað eftir einum nýggjum Hotel Tórshavn í Keypmannahavn til sjúkar føroyingar, sum verða sendir til Danmarkar og avvarðandi hjá teimum Gongst sum ætlað, fáa føroyskir sjúklingar í Danmark munandi [...] skarvin yvir, tí vit fara framvegis at royna at fáa fatur á húsinum. Hann sigur, at sostatt hevur landsstýrið biðið føroyska umboðsmannin í Keypmannahavn og leiðarin á Hotel Tórshavn seta seg í sambandi við bæði [...] ar Kommunu í eini roynd fáa ljóð fyri, at húsið verður brúkt til sjúklingahotel. Men av tí sama, er tað enn óvist um tað yvirhøvur ber til at fáa fatur á húsinum. - Á Hotel Tórshavn kunnu í allar besta
við Sosialin, at tey eru komin fram í øllum góðum. Komandi fýra dagarnar fara tey at vitja ymsar fyritøkur í teimum báðum baltisku londunum. Ferðin er komin í lag eftir, at Menningarstovan hevur sæð ein [...] Europa og ES. Har er eisini lutvíst bíligt í mun til onnur ES lond. Støðið í londunum er høgt, hvat arbeiðsorku viðvíkur. Londini eru sera nútímans og flestu fólk tosa væl enskt. Eisini líkjast tey nógv [...] traditionellu bondini innan fiskasølu í Baltisku londunum og víðari til bæði Ruslands og Ukraina. Ein kann siga, at man roynir at brúka Baltisku londini sum lopfjøl til marknaðir í bæði Ruslandi, Ukraina og Pólandi
eygleiðarar spyrja, um úrslitið sunnudagin kann fara at bera í sær, at Sveits fer at nærkast ES. Umsóknin um sveitsiskan limaskap liggur í einari skuffu í Bruxelles, men nú halda summir eygleiðarar, at [...] limaskap varð send ST-høvuðsborgini í New York longu í gjár, tí umsóknin var longu skrivað undan fólkaatkvøðuni sunnudagin. Umsóknin skal nú hava ta vanligu viðgerðina, og í september verður sveitsiski limaskapurin [...] Verður hugt at úrslitinum í teimum einstøku kantonunum ella landspørtunum, var meiriluti fyri limaskapi í 12 av teimum 23 kantonunum. Valluttøkan var 58 prosent, og tað er nógv eftir sveitsiskum viðurskiftum
eini 15 fólk støðugt hava kruvt laks í langa tíð, verður eingin kryvjing aftur fyrr enn um eitt ár ella so. Hans Jacobsen sigur, at tá ið september mánaði fer at líða, verður eingin laksur eftir at taka [...] seg, at ringast er við fellinum, tá ið broytingar fara fram í sjónum. Hetta geldir bæði, tá ið sjógvurin verður kaldari, og tá ið hann verður heitari. Í slíkum førum ger sjúkan mest um seg. Hann heldur [...] fram. Vit hava sáttmálar við keyparar, sum røkka heilt út í apríl mánaða, sigur hann. Minni doyr av ILA Hans Jacobsen veit annars at siga, at í løtuni doyr at kalla eingin laksur av ILA-sjúkuni kring landið
Í úti við hálva øld hava møtir verið hildin á páskum í Fuglafirði. Øll hesi mongu ár eru fólk ymsastaðni frá í landinum komin saman í Siloa til páskamøtir. Men nakað eftir at Ítróttarhøllin á Kambsdali [...] samkomurnar í Siloa, Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu skipa fyri møtunum. Eisini er skipað soleiðis fyri, at møtini tey seinnu árini hava verið annaðhvørt ár á Kambsdali og annaðhvørt í Ítró [...] Ítróttarhøllini í Runavík. Aftur í ár verða so hesi páskamøtir. Byrjað verður í Siloa skírisdag kl. 18, og hildið verður fram langa fríggjadag kl. 11 og 18. Leygardagin verður so farið út á Kambsdal. Har verður
líka mikið, um tað er ministari ella onnur, sum koma umborð. Forsætisráðharrin kom umborð í fylgi við formanninum í Javnaðarflokkinum. Hesin hevur ivaleyst sagt forsætisráðharranum, at har gekk ein góður [...] Sofus Laðanberg, sum rættiliga nógv fólk hava heilsað upp á umborð á strandafarskipunum, byrjaði hjá Strandferðsluni 2. apríl 1985. Síðan hevur hann verið á flestu farleiðunum hjá Strandferðsluni. Tó ikki [...] sum stýrimaður og dekkari á Suðuroyarleiðini, um Leirvíksfjørð, Skopunarfjøð og nú um Vestmannasund. Í løtuni er hann við Ternuni, har hann um veturin er mynstraður sum matrósur og um summarið plagar at
seinastu ferð í hesum túsundárinum. Átta fróir amatørfotografar frá kvøldskúlanum í Havn strúka út í býin í skýmingini. Ein bóndi, ein listamaður, ein konservator, ein oljusølumaður og annað gott fólk. Albrynjaðir [...] fet út í lívið sum hjún. Klikk! Í plátuhandlinum hjá Hansemann er jólamaðurin upp á spæl. Í leðurjakka og undir agent-hatti er hann nærum ókenniligur, har hann stendur og hyggur at kasettubondum. Í keypstaðnum [...] verður gjørt burturúr uppi í býnum. Í Havnar Kirkju er Oddvør liðug við sína orgulmatiné. Kanska var illa lýst, tí áhoyrararnir kundu teljast á fáum hondum. Nú er brúdleyp. Í ljósglæmuni á kalda trappusteininum