NØVN Í VIKUN I

Sofus Laðanberg seksti ár

Í dag verður tann fryntligi suðringurin á Vestmannasundi seksti ár.

 

Sofus Laðanberg, sum rættiliga nógv fólk hava heilsað upp á umborð á strandafarskipunum, byrjaði hjá Strandferðsluni 2. apríl 1985. Síðan hevur hann verið á flestu farleiðunum hjá Strandferðsluni. Tó ikki øllum.

Sofus hevur siglt sum stýrimaður og dekkari á Suðuroyarleiðini, um Leirvíksfjørð, Skopunarfjøð og nú um Vestmannasund. Í løtuni er hann við Ternuni, har hann um veturin er mynstraður sum matrósur og um summarið plagar at vera stýrimaður.

Sofus er hugnaligur og fryntligur at koma á tal við. Tað hava mong ferðafólk sannað, sum hava skift orð við hann umborð á skipunum. Altíð klárur við eini góðari søgu. Er eingin at taka til, beint tá hon skal brúkast, kann hon altíð bara smíðast. Tað ger hana sjáldan verri.

Javnaðarmaður er hann um ein háls, og tí dylur hann heldur ikki fyri. So er tað líka mikið, um tað er ministari ella onnur, sum koma umborð.

Forsætisráðharrin kom umborð í fylgi við formanninum í Javnaðarflokkinum. Hesin hevur ivaleyst sagt forsætisráðharranum, at har gekk ein góður floksstuðul, tí Nyrup heilsaði : »Hej, Sofus.«

»Hvat skuldi jeg siga?« flennir Sofus. »Jeg svaraði bara aftur: "Hej Poul". Tá gløddu tey skal jeg siga ter.«

Og soleiðis er hann. Altíð klárur. Ein kona, sum kom umborð á Ternuna við bili helt, at bilurin var ov breiður at fara upp á hillina.

»Hvussu er tað«, spurdi Sofus. »Velur tú Javnaðarflokkin?« Jú, tað gjørdi hon. Jamen, so mátti hon sleppa at standa á dekkinum.

Ein starvsfelagi segði frá, at einaferð var onkur, sum Sofus helt vera eitt sindur grenjutan. Hann hevði helst staðið nakað leingi og bíðað eftir at sleppa um Sundið við Sam. Sofusi dámdi ikki hetta. Men tá teir so søgdu honum, at hesin eisini var javnaðarmaður, var svarið:

»Jeg sá allíkavæl, at har var okkurt gott við honum?«

Og soleiðis er Sofus, siga starvsfelagarnir. Altíð hugnaligur og klárur at skemta. Góður at samstarva við. Og TB'ari burturav.