Í úti við hálva øld hava møtir verið hildin á páskum í Fuglafirði. Øll hesi mongu ár eru fólk ymsastaðni frá í landinum komin saman í Siloa til páskamøtir. Men nakað eftir at Ítróttarhøllin á Kambsdali var komin, varð byrjað at hava nøkur av møtunum har. Síðani tá hava tær tríggjar samkomurnar í Siloa, Fuglafirði, Hebron í Leirvík og Filadelfia í Gøtu skipa fyri møtunum. Eisini er skipað soleiðis fyri, at møtini tey seinnu árini hava verið annaðhvørt ár á Kambsdali og annaðhvørt í Ítróttarhøllini í Runavík.
Aftur í ár verða so hesi páskamøtir. Byrjað verður í Siloa skírisdag kl. 18, og hildið verður fram langa fríggjadag kl. 11 og 18.
Leygardagin verður so farið út á Kambsdal. Har verður byrjað kl. 14 við einum sonevndum temadegi. Hetta er eitt øðrvísi tiltak, har eitt ávíst evni verður viðgjørt. Evnið hevur fingið heitið: At koma hvørjum øðrum við. Fyrst verða framløgur, og síðani fáa áhoyrararnir høvi at viðgera evnið í bólkum.
Fyrireikararnir siga, at hetta tiltak er ætlað øllum aldursbólkum, frá ungum til gomul. Kl. 20 verður ein sangløta, har dentur verður lagdur á nógvan og góðan felagssang, bæði eldri og yngri. Men eisini verður onkur sangbólkur við, m.a. Miðnáttarsangbólkurin, ið var nógv frammi í seksti-árunum. Kl. 22 verður so opið hús í Siloa fyri bæði yngri og eldri við drekkamunni, sangi, vitnisburði o.ø.
Páskadag verður møti við breyðbróting á Kambsdali kl. 11. Barnamøti verður í Siloa kl. 15, har øll børn - eisini úr øðrum bygdum - sjálvandi eru vælkomin. Kl. 18 verður møti á Kambsdali og kl. 22 verður so aftur opið hús í Siloa.
2. Páskadag eru møti á Kambsdali kl. 16 og 18. Ímillum tey bæði møtini verður ein máltíð til øll.
Ymsir bidnir talarar fara at hava orðið á hesum møtum, men eisini verður orðið frítt, so høvi verður hjá øðrum at bera fram eitt orð. Sangkórið í Siloa fer at syngja á tveimum av møtunum. Eisini verða sangkreftir úr Gøtu og Leirvík.
Øll verða boðin at verða hjartaliga vælkomin til hesi møtir.